Kom á altjóða brekdag í Løkshøll 3. desember

Aftur í ár verður altjóða brekdagur hátíðarhildin í Føroyum. Hann verður í ár hildin í Løkshøll 3. desember kl. 14.30 til 16.30.

MBF skipar dagin og fær í ár spennnandi vitjan av dananum Jacob Nossell, sum síðan 2005 miðvíst hevur sagt frá, hvussu tað er at liva við avbjóðingum.

Jacob Nossell er fjølbroyttur persónur og hevur verið við á fleiri ymiskum pallum. T.d er hann kendur í Danmark fyri at tosa opið og erliga um lív sítt, og hetta ger hann serliga við ymiskum fyrilestrum og leikum, sum m.a. eru um tað at bera brek, um mentan og samfelagið sum heild. Nossell hevur t.d. verið við í tiltøkum hjá Det Centrale Handicapråd, Grøn Koncert og Københavns Kommune.

I 2013 gjørdi Jacob Nossell saman við Thomas Skov eitt upplýsandi átak, sum teir kallaðu ”Det er ikke et handicap” fyri Socialstyrelsen. Her kanst tú síggja eitt brot av “Det er ikke et handicap”.

Jacob Nossell var eisini ein av høvuðspersónunum í viðurkenda dokumentarfilminum “Naturens Uorden”, sum fyrstu ferð varð sýndur í oktober 2015. Filmurin er nú vístur fleiri enn eina millión ferðir um allan heim.

Her sært tú lýsing av Naturens Uorden.

Í 2016 varð eisini leikurin “Human Afvikling” sýndur á Det Kongelige Teater fyri fyrstu ferð. Hesin leikur hevur síðan tá fingið CPH Cultures Årets Særpris.

Her er leinki til lýsingina av Human afvikling.

Eisini hevur Jacob Nossell verið stigtakari til stomiguiden.dk, sum er vegleiðing fyri ung, ið liva við stomi.

Jacob Nossell arbeiðir dagliga sum sjálvstøðugur ráðgevi, har hann ráðgevur ymiskum felagsskapum og feløgum um ymiskar spurningar ella avbjóðingar á brekøkinum.

Jacob Nossell fekk í 2010 Spastikerforeningens Spastikerpris og í 2014  Vanførefondens Opmuntringspris.

Um tú vilt vita meira, kanst tú vitja heimasíðu hansara her: http://nossell.dk/

Foto: Christian Stæhr/Elsass Fonden.

Kelda: www.mbf.fo