Valtiltak um sálarheilsuøkið 23. august kl. 20 2019

Fríggjakvøldið tann 23. august kl. 20 verða politisku flokkarnir, valevnir og onnur áhugaði, bjóða til valtiltak um sálarheilsuøkið í Føroyum.

Tiltakið verður í Smæruna, J. H. Schrøtersgøta 7 í Tórshavn.

Fakligt upplegg verður við Tóru Petersen, sálarfrøðing og granskara, sum fer at hugleiða um sálarheilsuøkið, sálarsjúkur og støðuna í Føroyum í dag og í framtíðina.

Pallborðsfundur verður við umboðum hjá teimum politisku flokkunum, um hvussu politiska skipanin vil menna og útbýggja psykiatriina, tey fyribyrgjandi tilboðini og tryggja útgreining og viðgerð. Liljan Weihe verður orðstýrari. Liljan Weihe verður orðstýrari.

Í samband við valið hevur Sinnisbati orðað eina valskrá við ynskjum til hvussu korini á sálarheilsuøkinum kunnu betrast og tilboð mennast.

Tað ber til at lesa valskránna hjá Sinnisbata her á heimasíðuna
Valskrá

One thought on “Valtiltak um sálarheilsuøkið 23. august kl. 20 2019

Comments are closed.