(Frá vinstru: Joan Pousen, Elisabeth Carlsson, Súsanna Olsen, Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen og Rannvá Dam Thomsen. Vivian Sjóðklett og Súsanna Herdalur Tausen).
22. februar var ársaðalfundin í Sinnisbata hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
Súsanna Olsen, forkvinna, legði fram sína formannsfrágreiðing, har hon legði dent á stóra virksemið, ið hevur verið seinasti árið, hóast virksemið hevur verið rakt av korona. Hon takkaði fyri stóra vælvildin og stuðulin, ið felagið upplivdi, tá Sinnisbati saman við KRIS, høvdu stóra sjónvarpsinnsavningartiltak í Kringvarpinum 6. novembur 2021.
Formannsfrágreiðing og ársfrágreiðing frá skrivstovuni, verður í næstum teldutøk á heimasíðuna.
Nýggj nevnd bleiv á fundinum vald, og fleiri takkaðu fyri seg. Millum onnur Tummas Thomassen, ið hevur verið virkin í Sinnisbata í nærum 30 ár. Vit takka honum fyri alt tað hann hevur givið og verið fyri felagið. Hansara arbeiði hevur gjørt stóra mun gjøgnum øll hesi árini. Vit vilja somuleiðis takka Elin Hansen fyri hennara arbeiði seinasti árini, nú hon ikki stillaði upp aftur.
Vit bjóða trý nýggj anlit vælkomin: Joan Poulsen, Elisabeth Carlsson og Rannvá Dam Thomsen.
Á fyrstu nevndarfundinum, 1. mars, skipaði nevndin seg soleiðis:
- Súsanna Olsen, afturvald sum forkvinna
- Oda Jóhansdóttir, afturvald sum 2. næstforkvinna
- Erla Matras Jensen, afturvaldursum 2. næsforkvinna
- Súsanna Herdalur Tausen, vald sum nevndarskrivari og kassameistari
- Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
- Rannvá Dam Thomsen, nevndarlimur
- Joan Pousen, tiltakslimur
- Elisabeth Carlsson, tiltakslimur
Nevndin er til reiðar at fara til verka við eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert virksemi er á skránni. Millum annað fyllir Sinnisbati 40 ár 24. mai.
Meira verða at frætta leypandi á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum