Nýggja poddvarpið TØGN um tað, ið vit ikki tosa um, kemur út mikudagin 2. mars!
Sinnisbati hevur í longri tíð arbeitt við eitt poddvarp, ið skal lýsa sálarheilsuøkið úr ymiskum sjónarhornum. Nú eru vit langt um leingi klár, og kann í samstarvi við Sinnisbata Ung, gleða okkum til mikudagin, har fyrsti partur verður almennur.
Poddvarpið TØGN snýr seg um tað, ið er torført at tosa um. Tað, ið er tabu. Men ikki longur - nú bróta vit tøgnina.
Partur 1 ber heitið "Ung og sálarheilsa". Í poddinum verður prátað við Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum, eitt Voxpop er gjørt millum ung, har spurt var um teirra tankar. Eisini verður prátað við Tóru Petersen, sálarfrøðingur og trivnaðarráðgevi í NÁMI. At enda lurta vit eftir sanginum, ið kemur at mynda hesa poddvarpsrøð.
Lagt til rættis: Anna Joensen-Næs og Laura Apol.
Poddurin verður at hoyra á Spotify og SoundCloud: