Summarskeið –  samband við náttúruna, teg sjálvan og hvønn annan

Í samstarv við VÁRNATÚR fer Sinnisbati undir eitt nýtt skeið í summar 2023 til øll, ið eru 18 ár og eldri, ið ynskja at styrkja sambandið við náttúruna, seg sjálvan og hvønn annan. Skeiðið er væl egnað til tín, ið upplivir kropsligt óbehag og tankameldur, og sum ynskir sterkari kropstilvitan

Skeiðið fevnir um tveir samanhangandi dagar, og verður í døgunum 17-18. juli (frá kl. 09.00-17.00 dagin eftir). Skeiðið verður hildið í skótadeplinum í Havnardali, og gist verður í shelters, so tú kemur nærri at náttúruni. pláss er fyri 12 luttakandi. 

Um skeiðið

Endamálið við skeiðnum er at styrkja kropsligu, sálarligu og sosialu heilsuna hjá tí einstaka. Tað snýr seg í stuttum um at fáa eina størri fatan av, hvussu vit sum menniskju ávirkast av okkara umstøðum, og hvussu vit við sterkari kropstilvitan kunnu læra støðuna í kroppinum betur at kenna, og harvið egnan tørv og møguleikar. Hættir innan psykomotoriska terapi og náttúruterapi verða brúktir á skeiðnum, ið millum annað taka støði í einari eksistentialistiskari og kropsfænomenologiskari tilgongd, samt vísindaligari vitan sum eitt nú kognitiv terapi, gestalt terapi og narrativ terapi.


Á skeiðnum fáa tey luttakandi ítøkilig amboð, sum eru við til at styrkja kropstilvitanina og fótafestið í gerandisdegnum. 

Skeiðið inniheldur í stuttum: 

– Róliga kropsliga rørslu

– Sansastimbran

– Uppmerksemisvenjing

– Gongutúr í kvirru í náttúruni

– Djúphugsan

– Live meditativ løta við Ernst Remmel

– Matgerð yvir bálið við summarkosti frá Ástaklokkuni og breyði frá Breyðvirkinum

– Pilates við Armgarð Mortensen

– Skriviverkstaður

Ein mánað áðrenn skeiðið, fáa øll luttakandi eina einstaklinga samrøðu á 30 minuttir, har luttakandi kunnu hoyra meira um skeiðið, og sjálvi kunnu greiða frá, hvat tey ynskja at fáa burturúr skeiðnum. 

Ynskir tú at vita meira um innihaldið á skeiðnum, so kanst tú fara inn á heimasíðuna www.vaarnatur.dk, og trýsta á TILFAR. Her fært tú atgongd til eitt vælkomubræv, ið greiðir nærri frá gongdini. 

Um VÁRNATÚR

Tað er Vár Næs, sum eigur og rekur VÁRNATÚR. Vár er útbúgvin psykomotoriskur terapeutur og náttúruterapeutur, og arbeiðir dagliga við recovery og endurmenning í Keypmannhavn. 

Kjarnuarbeiðið hjá VÁRNATÚR er at arbeiða við psykomotorisku hugtøkunum kropsupplivilsi og kropstilvitan. Dentur er lagdur á hjálp til sjálvhjálp, og ígjøgnum kropsligar upplivingar í náttúruni at styrkja kropstilvitanina. Endamálið er at styrkja evnini hjá tí einstaka at megna gerandisdagin og fáa eitt virðiligt lív út frá egnum ynskjum og dreymum. 

Melda til

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til naturterapivar@gmail.com.

Kostnaður: Tað kostar 300 kr. at luttaka, og íroknað prísinum eru 4 máltíðir (morgunmatur, miðmálar og døgurði), gisting, undirvísing, live tónleikur, venjingar og tilfar. 

Freistin at melda seg til skeiðið er tann 1. juli.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913. Ella við at venda sær beinleiðis til Vár á naturterapivar@gmail.com.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkum og skeiðum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.