Samstarv ímillum Sinnisbata og Bústaðir

Í samstarvi við Bústaðir, og sum partur av einari størri bústaðarverkætlan við Berjabrekku í Tórshavn, verða um stutta tíð fleiri møguleikar hjá fólki við sálarsjúku, at leiga í Tórshavn. Talan er um trý hús við fýra íbúðum í hvørjum húsi. Meira kunning um íbúðirnar verður at lesa í blaðnum hjá Bústøðum, sum verður borið út í hvørt hús í næstum.

Samstarvið er komi í lag, vegna at Sinnisbati hevur verið eigari av einum størri grundstykki við Berjabrekku, har sum Bústaðir hevur ætlanir um at byggja ein størri býling av leiguíbúðum. Kravið fyri at lata grundstykkið bíliga til Bústaðir hevur verið, at ein partur av íbúðunum eru til fólk, ið eru fevnd av endamálsorðingini hjá Sinnisbata, um bústaðir (t.v.s. at arbeiða fyri at fólk, ið eru komin fyri seg, partvíst av sálarsjúku, og sum megna at búgva og húsast sjálvstøðugt, fáa møguleikan til tess). Almannaverkið umsitur íbúðirnar, tá tað er klárt at flyta inn. Sinnisbati hevur tí ikki møguleikan at seta fólk á bíðilista, ella lata fólk flyta inn í íbúðurnar.

Í alt verða 38 íbúðir bygdar í Berjabrekku, soleiðis at grundstykkið, sum Sinnisbati hevur átt, verður ein partur av einum størri stykki, har fleiri íbúðir verða bygdar. Við hesum blíva tær 12 íbúðirnar, sum Almannaverkið fer at ráða yvir, ein partur av einum vanligum bústaðarøki. Hetta er eitt tekin um, at vit í samfelagnum vilja fjølbroytni, stimbra tollyndi og góðtøku á ein góðan og skynsaman hátt. Í longdini vinna vit øll av hesum.

Tá Sinnisbati á fyrsta sinni bleiv sett á stovn í 1982, var endamálið hjá felagnum millum annað, at arbeiða fyri fleiri og betri bústaðarmøguleikum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Sinnisbati hevur í mong á havt ein sjálvsognarstovn, ið umsitur og rekur tvey hús í Tórshavn, har stovnarnir Sólteigur og Eysturstræti húsast, sum eru bústovnar fyri fólk, ið hava sálarsjúku.

At byggja íbúðir hevði tó ikki borið til, um tað ikki var, at Bústaðir hevur bjóðað seg fram og sagt ja til, at taka hesa uppgávuna á seg. Sum áhugafelag, hevði tað ikki verið møguligt hjá Sinnisbata at bygt á grundstykkinum. Tí fegnast nevndin um, at Bústaðir átekur sær hesa sosialu ábyrgdina, og gevur fólki, ið hava sálarsjúku, fleiri bústaðarmøguleikar.

Hetta er ein teimum bestu gávunum, sum ein áhugafelagsskapur sum Sinnisbati kundi fingið. Sinnisbati vil takka felagnum Bústaðir fyri at tey hugsa um okkara limir, og vísa sosiala ábyrgd.

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *