Sinnisbati fer í næstum undir eina fyrilestrarrøð runt í Føroyum, har endamálið er at upplýsa um sálarligar avbjóðingar, men ikki minst at birta vón um, at tað er hjálp at heinta.
Fyrsti fyrilestur verður á Bókasavninum við Løkin í Runavík mikukvøldið 28. januar kl. 19.00. Øll eru vælkomin.
Óluva Poulsen og Kala R Debes, ið báðar starvast á Psykiatriska deplinum og millum annað hava bólkaviðgerð fyri tunglyndi, koma at hava framløgu hetta kvøldið. Óluva og Kala fara at greiða frá um eyðkennini við tunglyndi, og hvussu tú kanst koma teg aftur.
Eftir fyrilesturin verður kaffi, har umboð fyri Sinnisbata eisini vera til staðar, og møguleiki verður at seta spurningar og práta.
Hóast tað er vorðið alsamt lættari at tosa opið um lívið við sálarligum avbjóðingum, eru fordómar og stigma enn ein stórur trupulleiki í gerandisdegnum hjá fólki, sum stríðast, og teirra avvarðandi. Tí arbeiðir Sinnisbati áhaldandi við upplýsing og at skapa størri tilvit í samfelagnum um hesi viðurskifti.
Fylgið við á síðunum hjá Sinnisbata, har vit fara at leggja út um komandi fyrilestrar.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.

