Vit liva í einum samfelagi, har vit leggja dent á frælsi og sjálvræði. Hesir tankar skulu eisini gjarna vera galdandi fyri menniskjur við sálarsjúku. Men tað hevur ikki altíð verið so. Søgan er lang, torgreidd og heldur dapur. Men eitt yvirlit kann gerast.
Avbyrging, dárakistur, spennitroyggjur, Cella og vaktarhald
Frá umleið 1500 til umleið 1800, gekk ein internering fyri seg í samfelagnum, ið gekk út uppá at rudda upp í samfelagnum fyri fólk, sum vóru sæð sum ein trupulleika fyri samfelagið. Hospitalið hevði juridiskt vald til at sperra fólk inni, her uppí: arbeiðisleys, fátøk, evnaveik, brotsgerðarfólk og fólk, sum vóru sálarliga illa fyri (Foucault, 2008, kap. 2). Síðst í 1700 vórður fólk við sálarsjúku í Danmark koyrd í dárakistur, sum tey kundu liggja áravís í (Vaczy Kragh (red.), 2008), og varð hetta praktiserað væl inn í 1800 talinum (ibid.). Hesar dárakistur vóru bókstaviligt sagt kistur, sum fólk lógu í. Í 1792 kemur spennitroyggjan í nýtslu (Hansen, 1996). Miskeiðis í 1800 kemur ein avdeiling til Hospitalið í Føroyum kallað „Cellan“, har fólk við sálarsjúku vórðu avbyrgd (Jacobsen, 2004). Cellan varð standandi fram til 1977 (ibid.). Síðst í 1800 kemur ein játtin til at hava vaktarhald yvir fólkum við sálarsjúku á Færø Amts Hospital (ibid.).
At missa sjálvræði
í 1911 fekk ein patientur diagnosu frá yvirlækna við Sinnissjúkrahúsið í Vordingborg: „kronisk Sindssygdom, Paranoia, og maa anses for uhelbredelig og farlig for sine Omgivelser“ (Yvirlækni við Vordingborg, 1911). Í 1912 varð ein politisak gjørd burtúr hesum, har patienturin bleiv ómynduggjørd/ur (Kjøbenhavns Politi, 1912). Í 1918 skrivar ein familjulimur hjá einum patienti við sálarsjúku eitt bræv til amtmannin, har hann vil fáa patientin ómynduggjørdan, tí patienturin er óhjálpin og er ein byrða fyri familjuna (Familjulimur, 1918). At hetta brævið er til, vísir, at tað varð møguligt at skriva eina umbøn til amtmannin um at fáa ein sálarsjúkan persón ómynduggjørdan. Ástøðingurin Foucault skrivar um hetta fyribrigdið um ómynduggerðing, har hann sigur, at læknin fekk ein foreldraleiklut, sum viðførdi patientar sum børn (Foucault, 2008, p. 166). Foreldraleikluturin, sum læknin fekk í hesum tíðarskeiðinum gjørdi, at sálarsjúk kundu verða ómynduggjørd. Eitt annað hugtak, Foucault ger nógv við, er hugtakið um læknaligu skoðanina (Foucault, 1973). Læknaliga skoðanin snýr seg um, at læknin fortelur patientinum, hvat er galið við honum, og so má patienturin og øll onnur bara góðtaka tað. Soleiðis fær læknin vald til at taka sjálvræði frá einum patienti, um læknin metur tað verða neyðugt. Og í Føroyum í 1911 og 1912, og aftur í 1918, síggja vit hetta valdið framganga. Familjulimurin, sum skrivaði til amtmannin um at ómynduggerða patientin, grundgav fyri tí við at siga, at læknin hevði sagt, at patienturin var óhjálpin.
Týdningurin í sjálvræði í dag
Í dag eru vit tíbetur komin so mikið langt, at vit hava stóra virðing fyri sjálvsræðnum hjá einum patienti, har so lítið inntriv í persónliga fræslinum verður gjørt sum gjørligt. Hetta sæst í uppskotinum hjá Sinnisbata frá 1987, ið mælti til at desentralisera viðgerðina á borgarum við sálarsjúku (Sinnisbati, 1987). Hetta er eitt uppskot, ið leggur upp til at integrera borgarar við sálarsjúku, heldur enn at goyma tey burtur. Í hesum sambandi, kemur ein viðgerðarhættur inn, ið kallast økispsykiatri, ið gongur út uppá at viðgerða tann sjúka í tí økinum og umhvørvinum, viðkomandi býr (Arbeiðsbólkurin, 1991, p. 10). Hugburðurin er, at vit skulu fara frá avbyrging, og heldur integrera menniskjur við sálarsjúku.
Skrivað hevur John Sigurd Hammer
Keldur:
Arbeiðsbólkurin. (1991). Løgmansskrivstovan. Sótt frá Løgmansskrivstovan: http://tilfar.lms.fo/logir/alit/1991.00%20Psykiatriætlan%20ár%202000.pdf?fbclid=Iw AR3s0pmYyMaSaxmqkhFakaL2SefUE8KX7lCAUzjl1hcOw_4U1Bseyr4DQPg (tikið niður 17.05.21)
Familjulimur. (1. August 1918). Til Færø Amt, 3/8, F. A. J. 1918, Nr. 463. Føroyar: Landsskjalasavnið.
Foucault, M. (1973). The Birth of the Clinic. New York: Pantheon Books. Foucault, M. (2008). Galskapens Historie. Oslo: Gyldendal Akademisk.
Hansen, D. (1996). Søgan um hini. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur. Jacobsen, E. S. (2004). Slóðir í Heilsuverkssøguni. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.
Kjøbenhavns Politi. (15. Juni 1912). Politikammeret, 24/6 F. A. J. 1912, Nr 722. Keypmannahavn, Danmark: Landsskjalasavnið.
Sinnisbati. (1987). Decentaliserið viðgerðina av sinnissjúkum! Uppskot frá Sinnisbata um framtíðar politikk innan sinnisrøkt. Sinnisbati.
Vaczy Kragh (red.), J. (2008). Psykiatriens historie i Danmark. København: Hans Reitzels Forlag.
Yvirlækni við Vordingborg. (31. Oktober 1911). Fra Overlægen ved Sindssygeanstalten ved Vordingborg til Færøernes Sorenskriveri, J. Nr. 113-1911/12. Føroya Amt. Vordingborg, Danmark: Landsskjalasavnið.