Vit í Sinnisbata eru ómetaliga takksom fyri allan stuðul og vælvild í 2022. Vit ynskja at takka øllum limum, samstarvspørtum, felagsskapum, fyritøkum, stovnum og landi og kommunum fyri dyggan stuðul og gott samstarv í 2022. Vit eru takksom fyri alt tað arbeiðið, og ikki minst sjálvbodna arbeiðið, ið er blivið lagt í at skapa betri rúmd og kor hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Uttan tykkum hevði okkara arbeiði ikki verið møguligt.
Tað hevur verið eitt virkið og gevandi ár hjá Sinnisbata.
Í ár fegnast vit millum annað um, at Sinnisbati hevur fingið eitt ungmannafelag. Vit vilja eisini geva teimum røsku og ágrýtnu ungu í Sinnisbata Ung eina serliga tøkk fyri teirra góða arbeiði í ár, og vit gleða okkum at síggja, hvat 2023 hevur at bjóða uppá.
Í ár søgdu vit farvæl og takkaðu Lauru Apol fyri hennara arbeiði sum aðalskrivari í felagnum ígjøgnum mong ár. Vit kundu í ár eisini hátíðarhalda 40 ára føðingardag hjá Sinnisbata við bókaútgávu um felagið, ið Grækaris Djurhuus Magnussen hevur skrivað.
Í samstarvi við Almannaverkið hava vit skipað fyri átakinum ‘Gangið í mínum skóm’, ið hevði til endamál at varpa ljós á sálarsjúku, og hvussu tað kann kennast at liva við angist, tunglyndi og skitsofreni. Saman við Norðurlandahúsinum hava vit havt fyrilestur við Peter Lund Madsen og Lotte Lykke um angist og skúlaaftran, og vit varpaðu somuleiðis ljós á skúlaaftran á altjóða sálarheilsudegnum í ár. Vit hava m.a eisini framleitt eitt poddvarp saman við Sinnisbata Ung, givið eitt limablað út og skipað fyri sjálvhjálparbólkum. Sinnisbati hevur somuleiðis verið virkið í løgtingsvalinum og skipað fyri valfundi og átaki á sosialu miðlunum.
Vit fegnast um fleiri batar á sálarheilsuøkinum í 2022 og ynskja framhaldandi at vera við til at varpa ljós á og stríðast fyri einum enn betri samfelagi fyri øll í 2023.
Vit fara við hesum at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár – við vón um góða heilsu í 2023.
– Nevndin í Sinnisbata