Tilmæli handað Sirið Stenberg tann 25. oktober 2016

Tilmæli til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsu- og Innlendismálum

Nógv átøk og menningartiltøk mugu gerast fyri at skapa eina tíðarhóskandi og nøktandi psykiatri, sum kann rúma og nøkta allan tørvin, sum er og sæst í samfelagnum.

Fylgjandi eru tilmæli og tilgongdir, sum Sinnisbati metir eru átrokandi og neyðug at fremja í verki skjótast til ber.

Vegna nevndina í Sinnisbata.

Pk. 1)

Tilbúgving til skaðastovu

Alneyðugt er við einari tilbúgving til verandi skaðastovu, soleiðis at eisini fólk við sálarligum avbjóðingum og órógvi, kunnu fáa ta neyðugu hjálpina, sum hesum fólkunum tørvar og um innlegging verður neyðug.

Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum limirnir í Sinnisbata koma við, og sum má loysast, soleiðis at fólk við sálarligum avbjóðingum kunnu fáa nøktandi og neyðugu hjálpina skjótast til ber. Í løtuni er mannagongdirnar soleiðis, at viðkomandi, ið hevur sálarligt órógv og tørvar hjálp, oftast má seta seg í samband við egnan kommunulækna fyri at blíva vístur til viðgerð á psykiatriska deplinum. Hetta er ein ov seinur máti at tryggja sær rættu hjálpina uppá, og er ikki nøktandi fyri tey fólkini, sum hava tørv á at fáa akutta hjálp – um tað er hjá teimum, ið hava sálarsjúku ella avvarðandi teirra.

Tá tosað verður um tilbúgving, er møguligt at eftirútbúgva verandi psykiatrisku sjúkrasystrar, sum fáa eyka útbúgving í bráðfeingismóttøku o.a. viðkomandi fyri økið og eitt slíkt tilboð.

Pk. 2)

Liðiligari skipan: ískoyti til sálarfrøðing

Í kunngerðini um fíggjarligt ískoyti úr Heilsutrýgd til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, Kunngerð nr. 150, eru nýggju punkt, sum skulu uppfyllast fyri at ískoyti verður latið. Mett verður, at kunngerðin í ov stóran munn leggur upp til hjálp, tá fólki eru blivin sjúk, ella hava upplivað álvarsamar avleiðingar. Sálarfrøðilig viðgerð má sostatt eisini veitast sum bráðfeingis viðgerð, soleiðis at tørvur ikki er ápsykiatriskari viðgerð og heilivági.

Mælt verður til at lætta um krøvini at fáa ískoyti úr Heilsutrygd til sálarfrøðiliga viðgerð, soleiðis at fólki við lættari trupulleikum kunnu fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð.

Pk. 3)

Bráðfeingislinja

Neyðugt er við einari bráðfeingislinju, sum eru tøk alt samdøgrið. Fólk, ið hava sálarligt órógv og sjúku, hava ofta brúk fyri onkrum at lurta eftir sær, eitt stað, har ein kann finna sær hjálp, eisini tá kommunulæknin ikki er tøkur. Við einari slíkari linju, kunnu innleggingar, tungir tankar og sjálvmorðsroyndir fyribyrgjast. Á henda hátt ber til at fyribyrgja innleggingum og psykiatriskari viðgerð. Eitt slíkt tilboð kann knýtast at longu eksisterandi tilboðum í sivilsamfelagnum ella verða knýtt at deplinum/skaðastovnuni.

Pk. 4)

Sosialráðgevar knýtast at Psykiatriska depil

Hóskandi hevði verið, um sosialráðgevar vóru knýttir at arbeiðinum hjá deplinum. Har kunnu teir veita patientunum, sum standa fyri at blíva útskrivaðir, hjálp, soleiðis at patientarnir verða kunnaðir og vegleiddir í at koma út aftur og virka í samfelagnum aftaná innlegging. Við einum slíkum tilboði ber til at geva patientum teir neyðugu upplýsingarnar um búðstaðarviðuskifti, arbeiðsmarknaðarviðuskifti, útbúgvingarviðuskifti, økispsykiatri, umframt onnur tilboð, sum stovnar og felagsskapir veita, sum kann verða við til at bøta um umstøðunar hjá viðkomandi, tá hann/hon ikki er í innlegginarkrevjandi viðgerð. Harumframt mugu tilboð vera um innleggingar- og útskrivingarsamrøður, har avvarðandi eisini hava møguleiki fyri at koma við. Somuleiðis mugu útskrivingarmannagongdir gerast, somuleiðis við at uppfyljgandi samrøður/viðgerð mugu veitast.

Pk. 5)

Økispsykiatri sum ein natúrligur partur útskrivingini

Í løtuni eru mannagongdirnar soleiðis, at tað eru starvsfólkini á psykiatriska deplinum, sum skulu vísa patientinum til økispsykiatriina. Mælt verður til, at økispsykiatriin verður knýtt at útskrivaðum patientum frá fyrsta degi uttan mun til ávísing, soleiðis at patientarnir fáa hóskandi tilboð og uppfylging so skjótt sum viðkomandi ikki longur er innleggingarkrevjandi.

Pk. 6)

Økispsykiatri kring alt landið

Tilboðið um økipsykiatri má víðkast um alt landið. Økispsykiatri er eitt gott og neyðugt tilboð, sum má veitast til allar borgarar í landinum, soleiðis at fólk við sálarligum avbjóðingum og órógvi fáa neyðugu hjálpina og viðgerð uttan mun til, hvar tey búgva í landinum. Økispsykiatriin ger eitt megnar arbeiði í at veita upplýsing og at fáa røttu hjálpina til teirra, sum hava brúk fyri henni, soleiðis at framtíðar innleggingar kunnu fyribyrgjast. Sostatt má tilboðið víðkast út um alt landið.

Pk. 7)

Mentorskipan

Í Sinnisbata uppliva vit í størri og størri mun, at brúk er fyri vegleiðing og stuðli í mun til tað at hava eina sálarsjúku. Somuleiðis er brúk fyri mentorum, sum kunnu vegleiða og stuðla teimum avvarðandi, soleiðis at tey avvarðandi framhaldandi kunnu veita sínum avvarðandi, sum hava sálarligt órógv ella sjúku, stuðul og umsorgan. Ein mentorskipan við sjálvbodnum og løntum mentorum hevði verið ein góð og berandi stuðulsloyns fyri tey, ið hava brúk fyri hesum.

Pk. 8)

Viðgerð til tey, ið krevja viðgerð

Tað er týdningarmikið, at tey, ið krevja viðgerð, sleppa í viðgerð. Sostatt er neyðugt, at hesi fólkini ikki verða útskrivað vegna plásstrot. Tað er alneyðugt, hava pláss fyri teimum, ið enn krevja viðgerð, soleiðis at tey ikki verða útskrivað og innløgd skjótt aftanáaftur. Í løtuni síggja vit, at avvarðandi og patientar upplivað hesar trupulleikarnar sum eina neiliga ringrás, sum ikki hevur nakran enda.

Pk. 9)

Javnsett millum tað likamliga og sálarliga

Ein afturvendandi og átrokandi trupulleiki er, at tað sálarliga heilsuøkið ikki verður raðfest líka sum tað likamliga heilsuøkið, sjálvt um gransking vísir, at við góðari sálarheilsu og fyribyrging ber til at sleppa undan fleiri likamligum sjúkum. Hetta er ein trupulleiki, sum sæst aftur fleiri staðni í samfelagnum, og ein støða, sum vit bara í felag kunnu broyta. Hetta er eitt mál, sum ikki kann endurtakast nóg ofta, tí avleiðingarnar av manglandi politiskari raðfesting og í samfelagnum sum heild, eru sera stórar, álvarsomar og ikki minst vaksandi. Tískil má tað sálarliga økið javnsettast við tað likamliga.

Pk. 10)

Hóskandi karmar

Betri karmar mugu tryggjast í psykiatriska depilinum. Bæði fyri patientar og starvsfólk. Gongd er komin á at byggja ein nýggjan depil, og hetta má ikki draga meira út, enn longu er. Sjálvt um starvsfólkini vilja vera við, at vánarliga karmarnar ikki skulu forða fyri, at har verður veitt eitt gott og nøktandi arbeiði og at bjóðað verður út góð og gevandi tilboð, so mugu vit tíverri staðfesta, at verandi karmar hvørki eru nøktandi ella góðir at virka undir. Ikki bara fyri starvfólkini, men eisini fyri patientin. Hetta er eitt mál, sum ikki kann berast fram nóg ofta, tí raðfestingin má fremjast í verki, og greitt má verða fyri politisku skipanini, at arbeiðið við fyribils loysnum ikki má blíva til verandi og framhaldandi loysnin. Undantaksstøðan, sum vit vilja kalla verandi karmar á Psykiatriska deplinum, má ikki blíva til nakað vit góðtaka sum eina varandi loysn.

Pk. 11)

Uppdeiling í mun til aldur, á psykiatriska deplinum

Hóskandi er ikki, at børn og vaksin eru innløgd saman. Ein verandi og góð loysn má finnast uppá hendan trupulleikan, tí tørvurin á viðgerðum eru ymiskir fyri hesar patientbólkar. Um loysn ikki kann finnast, má metast um, hvørt nýggj loysn uttanfyri Psykiatriska deplin má finnast, so at børn og vaksin innløgd fáa nøktandi karmar og tilboð at virka undir.

Pk. 12)

Trot á læknum og psykiatrarum

Ikki er tað nøktandi við bert einum psykiatara í Føroyum, umframt einum barna- og ungdómspsykiatara, ið ikki býr í landinum og tískil ikki kann nøkta allan tørvin. Vit mugu fáa fleiri serlæknar innan sálarliga økið til Føroya.

Pk. 13)

Eftirlit við tilboðum

Eftirlit við tilboðum hjá privatum og almenum aktørum mugu setast í verk, so vit tryggja, at fólk við sálarligum avbjóðingum og avvarðandi fáa ta viðgerðina, sum er teimum best, og at tilboðini verða góðskutryggjað. Psykiatrisk tilboð skulu fevna um fleiri møguleikar og bjóðast av fleiri fakbólkum, men eitt eftirlit má verða við, um tilboðini er dygdargóð. Nógv størri dentur má vera á, hvussu góð ávirkanin er av viðgerðini, vit geva, enn hvussu nógv vit hava viðgjørt.

Eingin máting av hesum spurningunum og ávirkanini av psykiatriini er í Føroyum í dag, men eina slíka skipan ber til at seta á stovn við verandi servitan í Føroyum. Evidens í psykiatriini umframt á sosiala økinum er eitt rák, sum er vaksandi, men eftirlit má verða við um tilfeingið verður nýtt rætt í mun til tað úrslitið, sum sæst hjá patientum úti í samfelagnum og á stovnum. Eftirlýst verður somuleiðis meira gjøgnumskygni í hvussu nógvar innleggingar eru, um tað er fyrstu ferð fólk eru innløgd, hvat eru fólk innløgd fyri, og hvussu nógv tvang er á deildini o.s.fr. Soleiðis ber til at gera eftirmetingar og brúka tølini sum hagtøl til heilsugransking.