TIME OUT bólkur byrjar eftir summarfrítíðina

Sinnisbati fer aftur at hava væl dámdu TIME OUT Bólkarnar eftir summarfrítíðina. TIME OUT er eitt tilboð til øll, sum eru millum 12-18 ár, og sum hava foreldur ella systkin við sálarsjúku.

TIME OUT er eitt frírúm hjá børnum og ungum – eitt stað, har tey kunnu siga time out frá gerandisdegnum, og møta øðrum í líknandi støðu. Her kunnu tey tosa við onnur við somu upplivingum og deila royndir saman og alt møguligt annað, tí vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Bólkurin er skipaður av royndum bólkaleiðarum, sum saman við luttakarunum fara at taka ymisk evni upp at viðgera. Eisini fáa luttakarar amboð at fáa røttu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

Luttakarar og bólkaleiðarar hittast eina ferð um vikuna í átta vikur í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakarum. Bólkurin byrjar 4. septembur (ella tá fullteknað er) og møtist mánadagar millum 17.00-19.00.

Hvat siga børnini og tey ungu um TIME OUT?

Sinnisbati hevur havt TIME OUT bólkar síðani 2016, og hava afturmeldingarnar frá luttakarunum verið góðar. Eitt, sum gongur aftur, er, at tey ungu ikki longur kenna seg einsamøll. Um bólkin siga tey luttakandi m.a:

– Nú veit eg, at sálarsjúka ikki smittar

– Eg havi onkran sum SKILIR, og eg føli meg ikki einsamalla longur

– Eg tori betri at hava tað, sum eg havi tað, tí eg veit, at tað ikki bara eri eg

– Eg skilji betri, hvussu mamma hevur tað, og hvat sálarsjúka er

Melda til bólkin
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella ein tú kennir? Tilmelding fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo við navni og telefonnummari. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so er tað bert eitt gjald).

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913 ella senda ein teldupost.

Bólkaleiðarar eru álagdir tagnarskyldu eftir galdandi reglum.