Hendan dátuverndarkunning hevur til endamál at upplýsa teg um okkara viðgerð av persónupplýsingum. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sinnisbata at tryggja, at viðgerin er í samsvari við reglur í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnað/ur um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingum í dátuverndarlógini.
Í Sinnisbata viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna loysa okkara uppgávur. Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at tú trygt kanst lata Sinnisbata tínar persónsupplýsingar.
Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar í okkara arbeiði sum áhugafelag og um tíni rættindi í hesum sambandi.
Vit eru dátuábyrgdari
Sinnisbati er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónsupplýsingunum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónsupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:
Sinnisbati
Íslandsvegur 10C
FO-110 Tórshavn
Tel.: +298 597913
T-post: Sinnisbati@sinnisbati.fo
Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
Persónupplýsingar eru sambært dátuverndarlógini øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann verða navn, bústaður, telefonnummar, mynd ella teldupostbústað o.s.fr.
Sinnisbati viðger persónsupplýsingar um teg í samband við limaskap í felagnum. Tað kann eisini vera at Sinnisbati hevur gjørt eina avtalu við teg, og tað tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónsupplýsingar um teg, ella tú hevur sent Sinnisbata ein fyrispurning um eitt hvørt, sum ger, at Sinnisbati skal viðgera tað, tú sendir inn.
Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg.
Upplýsingar í samband við limaskap
Tá tú innlimar teg í Sinnisbata, verður tú biðin um at skráseta navn, føðingardag, bústað, telefonnummar og teldupostadressu. Tá tú skrásetur teg sum lim hjá okkum, er tað við sjálvvirkandi gjaldsavtalu ígjøgnum MínRokning.fo, og persónsupplýsingarnar verða skrásettir á MínRokning. Tú verður biðin um at skráseta P-tal/V-tal, men hetta verður ikki goymt og Sinnisbati sær ikki P-talið hjá tær. Hetta verður bert brúkt til at tryggja, at tað er knýtt at peningastovnskontuni. Um ikki, kann samlaða skrásetingin ikki góðkennast. Ynskir tú seinni at frámelda gjaldsavtaluna, kanst tú gera tað í Mínrokning-portalinum.
Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband
Um fólk seta seg í samband við okkum umvegis okkara skrivstovu, teldupost, telefon ella á annan hátt, skráseta og savna vit ikki upplýsingarnar. Um tú sendir ein fyrispurning á teldupost, verður telduposturin slettaður, tá hann er avgreiddur. Tað kann vera at vit fáa fyrispurningar í Sinnisbata, sum krevja at vit vita nakrar persónsupplýsingar um teg og spyrja teg nakrar spurningar. Tú gert sjálv/ur av, hvat tú ynskir at upplýsa og hetta verður ongastaðni skrásett. Starvsfólkini í Sinnisbata er knýtt at reglunum um tagnaðarskyldu.
Viðgerðarheimild
Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.
Okkara viðgerðarheimild er grundað á heimilað áhugamál, sbr § 8, stk. 1, nr. 1,og 6 (vanligar persónsupplýsingar)
Í serligum førum:
12, stk. 1, nr. 2, 3, 4, 5, 7 ella 8 eftir dátuverndarlógini (viðkvæmar persónsupplýsingar)
Um vit savna og viðgera persónsupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
Samtykki
Í einstøkum førum hava vit tørv á samtykki frá tær fyri at viðgera persónsupplýsingar um teg. Til dømis er neyðugt við samtykki frá tær, um vit vilja nýta eina mynd av tær á okkara heimasíðu ella melda teg til ein sjálvhjálparbólk. Slíkt samtykki verður fingið til vega sambært ásetingunum í DVL § 9. Tú hevur altíð rætt at taka títt samtykki aftur til ein og hvørja tíð.
Hvørjum letur Sinnisbati persónsupplýsingar?
Sinnisbati letur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar víðari til annan myndugleika. Vit lata í ávísum førum tínar persónupplýsingar víðari til triðjupartar. Hetta kann t.d vera til viðkomandi fríyrkisfólk í felagnum í samband við tilmelding til okkara sjálvhjálparbólkar. Hetta er altíð við samtykki frá viðkomandi, sum meldar seg til.
Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Sinnisbati nýtir sum útgangsstøði ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum so sum til sosialar miðlar, har móttakarin er í USA.
Sinnisbati hevur eina Facebook- og Instagramsíðu, sum verða brúktar til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook og Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook og Instagram síðurnar hjá Sinnisbata. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðunum, og at síðurnar brúka hesar upplýsingarnar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja. Um tú sært taðm sum liggur á hesum síðum, er tað allar helst tí, tú hevur skrásett tín vanga og góðtikið politikkin hjá Instagram og Facebook.
Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?
Sinnisbati varðveitir bert tínar upplýsingar, so leingi sakligar grundir eru fyri hesum og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið, tínar dátur eru skrásettar og verða brúkar til.
Persónsupplýsingar kunnu tó verða goymdar í tann mun og so leingi hetta er ein skylda sbrt. lóg ella øðrum heimildargrundarlagi. Persónsupplýsingar kunnu t.d. eisini verða goymdar, so leingi tørvur er á teimum í starvsfólkamálum og í sambandi bókhald.
Viðvíkjandi persónsupplýsingum í samband við limaskap, verða hesar bert goymdar, so leingi viðkomandi er limur í felagnum.
Rætturin til at taka samtykki aftur
Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum. Sí samskiftisupplýsingar í 1. Broti. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini fleiri rættindi í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Sinnisbata.
Rætturin til kunning (§§ 23-25)
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa inntil í tær upplýsingar, sum Sinnisbati viðger um teg.
Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.
Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst altíð mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
Kæra til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo.
Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú sendir okkum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.