TORA VIT OG DUGA VIT AT SETA ORÐ Á? – spennandi tiltak

Sjálvmorð, blóðskemd, harðskapur, kynslív, sjúka, deyði, etingarólag, politisk evni, brek og sálarsjúka. Tora vit nóg væl at seta orð á hesi truplu og torføru evni í barna- og ungdómsbókum – og duga vit? Bókadeild Føroya Lærarafelags fer at brúka ein tíma at seta bókmentafrøðingi, rithøvundi, ritstjóra og serfrøðingum henda spurning og tosa um bókina sum miðil og amboð og kjakast um, í hvønn mun vit kunnu og skulu seta orð á. Tiltakið verður í sambandi við Bókadagarnar 24. – 26. november í Norðurlandahúsinum.

Bókatímin er í tveimum pørtum. Fyrri parturin er tann bókmentaligi parturin, meðan seinni parturin er innspark frá felagsskapum, ið arbeiða millum fólk, ið hava eitthvørt tungt at bera. Snúningsásin er tó tann sami: Hvussu kann bókin vera ein hjálpari?

Marna Jacobsen, ritstjóri, hevur eina framløgu um bøkur, ið viðgera tung/tabu evni, sum eru komnar út á Bókadeildini tey seinastu 30 árini, har talið av slíkum bókum er vaksandi seinastu árini.

Henrietta Arge Jacobsen, sum hevur MA í føroyskum, fer at greiða frá um tílíkar bøkur í breiðari høpi. Henrietta hevur í ár hildið masterfyrilesturin Trupul og tung evni í myndabókum fyri børn. Eitt norðurlendskt rák eftir 2000.

Rakel Helmsdal, rithøvundur, fer at tosa um bókina, Hon, sum róði eftir ælaboganum, har Argantael hevur verið offur fyri umsorganarsvik sum barn, og sum m.a. viðger seksualitet: Hvør eri eg? Kann eg vera hugtikin av báðum kynum, ella er tað so trupult, at eg verði trýst út í tankar um sjálvmorð? Bókin var í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaprísin í ár.

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur greiðir frá og hugleiðir um, hvussu bøkur, tekstir ella tað at skriva kann hjálpa børnum og ungum, sum hava ymiskar trupulleikar. Eru barnabøkur amboð, sum verða nýtt í sálarfrøðiligari viðgerð?

Í 2011 gav Kvinnuhúsið út eina ævintýreskju, har trý ævintýr eru fyri børn, sum hava verið vitni til harðskap í familjuni. Hon er ætlað børnum, sum koma við mammum sínum í Kvinnuhúsið. Edda Hjartvarsdóttir fer at tosa um sínar royndir í Kvinnuhúsinum við børnum, og um Ævintýreskjan ger nakran mun eftir hennara tykki.

Berin er felagsskapur, sum er settur á stovn í 2002 við tí endamáli at skipa fyri sorgarbólkum fyri børnum og ungum, sum hava mist ein av sínum næstringum. Oddvør Poulsen fer at greiða frá, hví Berin eggjar børnum til at skriva sínar søgur, yrkingar o.a, og at hugleiða um, hvussu skrift og tekstir, kanska ávísar barnabøkur, kunnu vera amboð, sum hjálpa, tá talan er um sorg hjá børnum og ungum.

Aftaná framløgurnar verður høvi at skifta orð um spurningarnar, og har fer Gitte Klein, master í positivari sálarfrøði, at leiða orðaskiftið.

Tiltakið verður leygardagin 25. november kl. 13 í Skálanum