bólkurdd

Stuðulstiltak: Pubquiz-kvøld á Maggies til frama fyri Sinnisbata og KRIS

Í samband við stuðulstiltakið hjá Sinnisbata og KRIS, skipar Maggies fyri einum hugnaligum Pub Quiz-kvøldi. Kvøldið byrjar kl 17 við vælkomudrykki. Síðani verður borðreitt við vælumtókta burgaranum hjá Hannisi, onkrum góðum afturvið og kaffi omaná.

Pub-Quizin er kl 20:00-22:00, og onkur uppboðsøla verður eisini.

Les meira her: Matur og Pub Quiz. Stuðulstiltak fyri Sinnisbata og KRIS – Maggies Café

Tú kanst melda til her: – Maggies Café

bólkurdd

Tiltak í Suðuroy 22. septembur: Filmsýning av filminum ‘’Ábyrgd’’ og kunning um avvarðandibólkar

Sinnisbati bjóðar í samstarvi við SALT til filmframsýning og kunningartiltak.
Sinnisbati vitjar Suðuroynna mikukvøldið 22. septembur, tá ljós verður varpað á lívið við sálarsjúku, sæð gjøgnum eyguni á teimum ið standa nær; teimum avvarðandi.
Í samband við at Sinnisbati í næstum fer at byrja avvarðandibólkar í Suðuroy, fyri avvarðandi at menniskjum við sálarsjúku, bjóðar felagið, í samstarv við SALT, til filmsframsýning av føroyska novellufilminum ‘’Ábyrgd’’ av Katrin Joensen-Næs.
Aftaná filmin verður orðaskifti og sofuprát við Katrina og Lindu Jepsen, sálarfrøðing, um týdningin av at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum avvarðandi, tá sálarsjúka rakar í familjuni og í nærumhvørvinum.
Linda Jepsen er løggildigur sálarfrøðingur við kliniskari viðgerðastovu á Argjum og á Tvøroyri, og hevur hon millum annað serkunnleika og royndir við avvarðandi. Í orðaskiftinum verða sett nøkur orð á, hvussu vit á skynsaman hátt kunnu ansa eftir okkum sjálvum sum avvarðandi, samstundis sum vit eru har fyri okkara kæru, ið stríðast. Hetta uttan at missa okkum sjálvi burtur sum avvarðandi og menniskju. Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata fer at leiða prátið.
Høvi verður at seta spurningar, umvegis SMS-boð ella við mikrofon, í salinum.
Tiltakið endar eftir orðaskiftið, men høvi verður at práta við umboð frá Sinnisbata, Lindu og at tekna seg til avvarðandibólkarnar, sum byrja seinni í heyst.
Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 19 mikukvøldið 22. septembur í SALT, Drelnes 22
827 Øravík. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin. Aftaná fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at innleiða sýningina av filminum.
Øll eru vælkomin!
bólkurdd

Hevur tú hug at gerast skrivstovufólk hjá Sinnisbata?

Hevur tú áhuga fyri sálarheilsu og hug at fáa meira innlit og vitan um sálarsjúkur og sálarheilsuøkið, sum heild? So er tað møguliga tær, vit leita eftir!

Sinnisbati sóknist eftir skrivstovufólki at starvast á skrivstovuni hjá felagnum 10 tímar um vikuna. Starvið hóskar seg væl til lesandi, ið lesa hægri lestur ella ein, sum ynskir eyka arbeiðstímar. 

Arbeiðsuppgávurnar á skrivstovuni hjá Sinnisbata eru  fjølbroyttar, avbjóðandi og ikki minst áhugaverdar. Í tøttum samstarvi við aðalskrivara felagsins, nevndina, sjálvboðin og yrkisstarvsfólk knýtt at felagnum, kemur tú at arbeiða við skrivstovuuppgávum í einum føroyskum áhugafelagsskapi í støðugari menning, har nógv spennandi er at fáast við.  

Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur fyri fólk, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Felagið er átrúðnaðarliga og politiskt óheft.  Sinnisbati bleiv sett á stovn í 1982 og arbeiðir  fyri at bøta um korini hjá menniskjum við sálarligum avbjóðingum og sjúkum, umframt at kunna um sálarsjúku og skipa fyri átøkum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá hesum fólkum og arbeiða fyribyrgjandi. 

ARBEIÐSUPPGÁVUR OG FØRLEIKAR

Tínar arbeiðsuppgávur fevna m.a. um at:

  • samskifti við og móttøku av fólki, ið venda sær til felagið umvegis teldupost og telefon, eitt nú limir, myndugleikar, stovnar og samstarvsfelagar
  • samskipa og skráseta hagtøl (áheitanir til felagið)
  • leggja bókhaldið til rættis og gera klárt til bókhaldaran
  • journalisering og rættlestur
  • aðrar fyrisitingarligar uppgávur

Vit ynskja, at tú hevur áhuga innan málsøkið, sum Sinnisbata arbeiðir við og hevur góðar telduførleikar, umframt góðar málsligar førleikar á føroyskum. Harumframt ynskja vit, at tú:

  • er jalig/ur og ágrýtin
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • er væl skipað/-ur í tínum arbeiði
  • hevur góð evni at samstarva

Tað er ein fyrimun, at tú hevur royndir innan samskifti og umsiting, men tað er ikki eitt krav. Vit skulu nokk seta teg væl inn í viðuskiftini. Starvið sum skrivstovufólk í Sinnisbata er sera liðiligt og arbeiðstíðin kann lættiliga leggjast eftir lesnaðin og/ella øðrum arbeiði. 

LØN OG TREYTIR

Talan er um eitt starv við ein setanarbrøkur á 1/4  frá 1. september 2021. Starvsbrøkurin kann tó hækka upp í 15 tímar um vikuna, um tørvur verður á tí.  Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.  

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Til ber at lesa meira um Sinnisbata og virksemið hjá felagnum á www.sinnisbati.fo.  Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Lauru Apol, aðalskrivara, á teldupost  laura.apol@sinnisbati.fo

Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast í telduposti til sinnisbati@sinnisbati.fo  í  seinasta lagi á miðnátt tann 16. august.

bólkurdd

Ráðstevnan “Lívið tætt at sálarsjúku”

Ráðstevna um at vera avvarðandi at fólki við sálarsjúku

Hvussu er at vera barn, tá foreldur hava svára sálarsjúku? Á hvønn hátt rakar sálarsjúka tey, ið eru rundanum? Broytast parlag og kynslív, tá ein hevur sálarsjúku? Hvørjari hjálp hava avvarðandi tørv á?

Hetta eru nakrir av spurningunum, vit fáa greiðu á mikudagin 13. mars, tá Sinnibati bjóðar øllum áhugaðum á ráðstevnuna Lívið tætt at sálarsjúku. Saman við avvarðandi og fakfólki fer Sinnisbati at umrøða tað at hava sálarsjúku heilt tætt at lívinum.

Í fleiri ár hevur Sinnisbati arbeitt við avvarðandi, og vit mugu staðfesta, at tað er tørvur á at seta enn meira fokus á hendan bólkin. Í Sinnisbata halda vit, at vit øll eiga at vita, hvat tað ber í sær at vera avvarðandi og hvørjum avbjóðingum avvarðandi møta. Eisini eiga vit at spyrja, hvørjum avvarðandi hava tørv á.

Millum luttakararnar verður Kristianna Dam, sum fyri kortum vardi Ph.D.-ritgerð sína um, hvussu tað er at vera barn í Føroyum, tá foreldrini eru rakt av svárari sálarligari sjúku. Eisini verður samrøða við Hans Arna Olsen, Magna Højgaard og Hans Tórgarð, sum allir eru avvarðandi makar, um, hvussu sálarsjúkan hjá konuni rakti teir.

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 13. mars kl. 13-17. Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg her

 

bólkurdd

Áheitarnarskriv: Virðiligar sømdir at virka undir

Mynd: Álvur Haraldsen

Vit eru nú í fimtu viku av verkfallinum, og enn tykist eingin semja at vera í eygsjón millum Føroya Pedagogfelag, KAF og Fíggjarmálaráðið. Tað er spell. Ikki bara hjá teimum nógvu familjunum, sum eru raktar, tí børnini ikki sleppa á stovn. Hetta hevur eisini sera neiliga ávirkan á støðuna hjá borgarum við sálarsjúkum og kropsligum brekum, sum búgva heima og hava tørv á sosialpedagogiskari hjálp. Fleiri teirra hava antin ikki fingið vitjan ella í minni mun enn teimum tørva. Tað er ofta nærum einasta samband hesir borgarar hava regluliga við umheimin, og vandin fyri afturstigi í teirra viðgerð er størri, jú longri tíð gongur uttan tann stuðul tey hava tørv á.

Somuleiðis eru mong, ið búgva á sambýlum og búfelagsskapum, eisini rakt av verkfallinum. Tey fáa ikki ta hjálp teimum tørvar og eiheldur tann tryggleika, ið eitt slíkt búpláss eigur at hava við sær. Tað er týdningarmikið, at hava virðing fyri tí arbeiði, sum hvønn dag verður gjørt á hesum økinum, og tískil skulu starvsfólk, har undir námsfrøðingar, sjálvsagt hava virðiligar sømdir at virka undir. Tað er eingin loynidómur, at námsfrøðisliga arbeiðið er nakað av tí týdningarmesta vit hava í samfelagnum, um tað so snýr seg um arbeiðið við børnum, ungum, vaksnum við serligum tørvi ella eldri. Sinnisbati vil við hesum enn einaferð heita á partarnir um at koma aftur til samráðingarborðið og finna eina semju, sum tænir øllum pørtum best.

Vegna nevndina í Sinnisbata

 

bólkurdd

Aðalfundur í Sinnisbata

Við hesum verður innkallað til árðliga Aðalfundin hjá Sinnisbata, leygardagin tann 4.3.2017. Fundurin verður í hølum felagsins, Laðabrekku 1, í Tórshavn. kl. 14-16.00

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:
Val av orðstýrara
Ársfrágreiðing formansins
Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
Møguligar lógarbroytingar
Limagjald fyri komandi ár
Nevndarval
Val av grannskoðara
Ymiskt

Vegna Sinnisbata
Súsanna Olsen, forkvinna