VALSKRÁ 2022

Sálarsjúka er ikki eitt val - politikkur er

Vit í Sinnisbata halda, at tað er av alstórum týdningi, at sálarheilsu- og psykatriska økið verður raðfest hægri politiskt. Hvønn dag arbeiða vit fyri at bøta um viðurskiftini hjá sálarsjúkum og avvarðandi teirra. Øll, sum hava sálarligar trupulleikar, hava rætt til skjóta, góða og trygga hjálp. 

Til løgtingsvalið í 2019 útgav Sinnisbati eina valskrá við teimum raðfestingum, ið vit mettu skuldu til fyri at lyfta sálarheilsu- og psykatriska økið. Vit fegnast um at skipanin við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp er blivin til veruleika, og at nógv hava fingið hjálp ígjøgnum skipanina. Vit standa tó enn við stórum avbjóðingum á økinum, og nógv tøk skulu takast, um økið veruliga skal lyftast. Somu avbjóðingar eru enn galdandi, sum Sinnisbati gjørdi vart við í 2019, og tí fara vit at tríva aftur í somu valskrá. Vit koma við 12 ítøkiligum boðum á, hvussu Sinnisbati metir at økið kann betrast.

 


1. SÁLARLIG SKAÐASTOVA

Í Sinnisbata ynskja vit okkum eina sálarliga skaðastovu. Sinnisbati hevur fleiri ferðir havt tað á dagsskrá, og víst á átrokandi tørvin á eini skaðastovu. Tað hevur verið arbeitt við at gera eina sálarliga skaðastovu í nøkur ár, men enn er ikki komið á mál. Tað er tí alneyðugt at arbeiðið heldur fram hjá komandi løgtingi og landsstýri, soleiðis at hetta skjótt kann gerast veruleiki. 

Ein persónur, sum brádliga fær tað ringt og hevur tørv á hjálp, má fyrst seta seg í samband við kommunulæknan, sum síðani kann ávísa til Psykiatriska depilin. Soleiðis riggar sálarórógv ikki, og er hetta als ikki nøktandi fyri tey, ið hava tørv á hjálp her og nú. Onkuntíð er ov seint at bíða til næsta dag. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum limirnir í Sinnisbata koma í, og sum má loysast alt fyri eitt, soleiðis at fólk við sálarligum avbjóðingum kunnu fáa nøktandi og neyðugu hjálpina skjótast til ber.


2. FYRIBYRGING OG FLEIRI FJØLBROYTTARI TILBOÐ

Sum samfelag hava vit skyldu at virka fyri, at øll fólk í Føroyum fáa eitt gott og trygt lív. Sálarsjúka og vantrivnaður skulu fyribyrgjast og basast skjótast gjørligt. Ikki einans skylda vit medmenniskjum okkara hetta, men fyribyrging og sálarheilsufremjandi átøk spara samfelagnum fyri útreiðslur í sambandi við viðgerðir, innleggingar, sosialar veitingar og mistar arbeiðsinntøkur.

Góð sálarheilsa er grundarlagið fyri trivnaði og vælveru hjá børnum og ungum. Tað er eisini grundarlagið fyri, at børn og ung fáa eina góða persónliga og sosiala menning umframt at tey megna at nema sær lærdóm. Hesi viðurskifti kunnu m.a. hava ávirkan á sálarheilsuna seinni í lívinum og harvið tilknýti til útbúgving og arbeiði. Einasta almenna tilboðið til børn og ung, sum stríðast við sálarligar trupulleikar, er barna- og ungdómsdeildin á Psykiatriska deplinum. Einki er til tey, ið ikki eru so illa fyri, at tey eru knýtt at Deplinum. Vit eiga at hava fleiri og fjølbroyttari tilboð til tann ymiskleikan, sum er ímillum børn og ung. Soleiðis kunnu vit eisini lofta teimum, áðrenn tey gerast viðgerðarkrevjandi.


3. BRÁÐFEINGISLINJA

Neyðugt er við eini bráðfeingislinju, sum er tøk alt samdøgrið. Fólk, ið stríðast sálarliga, hava ofta tørv á onkrum at tosa við og at fáa hjálp - eisini tá kommunulæknin ikki er tøkur. Við eini slíkari linju, kunnu innleggingar, tungir tankar og sjálvmorðsroyndir fyribyrgjast. Á henda hátt ber til at fyribyrgja innleggingar og psykiatriska viðgerð.

Eitt slíkt tilboð kann knýtast at sálarligu skaðastovuni. Fólk, ið brádliga fáa ógvusliga angist, tunglyndi, psykosu, sjálvmorðstankar o.a., hava tørv á einum staði at venda sær til. Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp. Tá er ikki tíð til at bíða, til kommunulæknin hevur opið aftur, og møguliga verða víst/ur til Psykiatriska depilin, ella bíða eftir tíð hjá sálarfrøðingi. Soleiðis virkar sálarsjúka ikki. Tá kann eisini vera ov seint at bíða.


4. HEADSPACE

Børn og ung stríðast við ymiskt av ymiskum orsøkum, og serliga ungdómsárini kunnu vera ein turbulent tíð. Fyri at fyribyrgja sálarliga óheilsu, metir Sinnisbati, at tey skulu hava eitt stað at venda sær - serliga ung, sum ikki eru partur av øðrum skipanum. Tað er ikki í lagi, at føroyskur ungdómur skal mistrívast og gerast sera illa fyri sálarliga, áðrenn tey kunnu fáa nakra hjálp.

Sinnisbati heldur, at Headspace er eitt boð uppá eina loysn. Headspace er eitt tilboð, kent úr Danmark, bygt á eitt átak av australskum uppruna. Headspace veitir ókeypis ráðgeving til børn og ung í aldrinum 12-25 ár. Grundsjónarmiðið er, at eingir trupulleikar eru ov stórir ella ov smáir - her kann prátast um alt frá sjálvsvirði, hjartasorg, angist, skúla og útbúgving. Tað er út frá fortreytunum hjá børnunum og teimum ungu, og tey kunnu eisini vera púra dulnevnd, og koma beint inn av gøtuni.

Royndirnar við Headspace í Danmark eru ómetaliga góðar, og av norðurlendska vælferðarmiðdeplinum er tað kosið sum Best Practice innan økið í 2016. Harafturat vísa kanningar, at Headspace heldur teimum ungu í útbúgving, fyribyrgir at sálarstøðan versnar, og sparir tí samfelagnum fyri útreiðslur í sambandi við lækna, sálarfrøðing, innleggingar og útmeldingar frá útbúgvingum. Sinnisbati hevur eitt samstarv við Headspace Danmark um at byrja eitt slíkt tilboð í Føroyum – men fígging má til. Headspace dúvar uppá sjálvboðin fólk, sum eru sett eftir krøvum til fakligu og menniskjaligu førleikarnar. Afturat eru tvey starvsfólk, sum leiða Headspace depilin, sum skulu góðskutryggja tilboðið. Umframt fast fakfólk eru fleiri fakfólk knýtt at Headspace til supervisjón, ráðgeving og vegleiðing. Headspace er eitt stað, har tey ungu koma inn gjøgnum eina hurð, og sum er eitt tilboð har fleiri myndugleikar, kommunur, land og stovnar samstarva um fígging – og um at hjálpa teimum ungu í felag.


5. ÚTGREINING

Í august 2022 stóðu tað 258 børn og ung á bíðilista til útgreining á barna- og ungdómspsykatriini, og tey kunnu vænta at bíða í upp til 18 mánaðar. Í august 2022 stóðu tað somluleiði 271 fólk á bíðilista til útgreining fyri ADHD. Metta bíðitíðin er 20 mánaðar. 

Hetta heldur Sinnisbati ikki verða rætt í einum vælferðarsamfelagi, at onkur kann standa í bíðistøðu í upp til 2 ár. Heilsumálaráðið hevur sett pening av til at økja um útgreiningarorkuna, men Sinnisbati óttast fyri, at hetta ikki er nokk, og at tað mugu størri raðfestingar og átøk gerast á økinum. Í mai mánað í 2022 kundi barna- og ungdómspsykiatriin vísa á, at tað eru alsamt fleiri børn og ung, ið dragast við svárar sálarligar trupulleikar, ið verða ávíst teimum – og børnini eru eisini yngri enn áður. Nøkur av okkara børnum og ungu fara at detta niður ímillum, um tey ikki fáa røttu hjálpina í tøkum tíma.

Tað er somuleiðis sera týdningarmikið fyri Sinnisbata, at tað verður tryggjað øllum hjálp, viðgerð og kunning eftir útgreining. Tað er ikki nøktandi at bert økja um útgreiningarorkuna, um viðgerðin ikki eisini fylgir við.


6. FLEIRI PSYKOSOSIAL TILBOÐ

Tað skal vera lættari hjá fólki, sum stríðast sálarliga at fáa røttu viðgerð og hjálp. Sinnisbati ynskir at tað skal vera lættari atkomuligt at fáa døgntilboð og viðgerð. Tað eru ymiskir tørvir til tann ymiskleikan sum er millum fólk. Serliga er hetta týdningarmikið, tí tað eru ymiskir mátar at síggja orsøkir til sálarsjúku og harvið viðgerðarmøguleikar. 

Granskingin sigur okkum t.d. at antidepressivur heilivágur bert virkar hjá einum av seks. Vit mugu viðurkenna hetta og at aðrir viðgerðarmøguleikar skulu hava meira pláss og leggjast afturat. Samstundis má vísast meira til tey sosialpsykiatrisku tilboðini og tænastur, sum eitt nú Almannaverkið veitir. Hetta er eitt nú stuðulsskipanir, (mentor, sosialpedagogiskur stuðul, hjálp til sjálvhjálp v.m.) og dagtilhald/kafé fyri fólk við sálarsjúku.


7. DIAGNOSA

Eina ferð sálasjúku altíð sálarsjúku. Fólk, ið hava fingið eina diagnosu, skulu kunna koma av við hana aftur. Soleiðis, sum skipanin virkar í dag, er ikki lættiliga møguligt at sleppa av við eina diagnosu, hevur ein fyrst fingið hana. Hetta er ikki rætt, halda vit í Sinnisbata. Tað er ein avoldaður máti at síggja sálarsjúkur, tí tað ber til, eins væl við flestu likamligum sjúkum, at gerast frískur, og serstakliga at liva við sjúkueyðkennunum. Tá ið sálarsjúka ikki er varandi, hví skal ein diagnosa so vera tað? Sinnisbati mælir tí til, at tað eftir einum ávísum áramáli verður gjørligt at sleppa av aftur við diagnosur, tá tað sæst, at ein ikki hevur havt sjúkueyðkenni í eitt tíðarskeið – eins væl sum við likamligum sjúkum.


8. ØKISPSYKIATRI

Økispsykiatriin er eitt gott tilboð - men vit hava tørv á meira. Tað besta er at fáa hjálp so tætt upp á heimið og gerandislívið sum yvirhøvur gjørligt. Tí er gott, at vit hava fingið eina økispsykiatri í Føroyum. Økispsykiatri er eitt gott og neyðugt tilboð, sum má veitast til allar borgarar í landinum, soleiðis at fólk við sálarligum avbjóðingum og órógvi fáa neyðugu hjálpina og viðgerð uttan mun til, hvar tey búgva í landinum. Økispsykiatriin ger eitt megnararbeiði við at veita upplýsing og at fáa røttu hjálpina til teirra, sum hava brúk fyri henni, soleiðis at framtíðar innleggingar kunnu fyribyrgjast. Í løtuni eru mannagongdirnar tær, at tað eru starvsfólkini á Psykiatriska deplinum, sum

skulu vísa sjúklingin til økispsykiatriina. Mælt verður til, at økispsykiatriin verður knýtt at útskrivaðum sjúklingum frá fyrsta degi uttan ávísing, so at sjúklingarnir fáa hóskandi tilboð og uppfylging so skjótt sum viðkomandi ikki longur er innleggingarkrevjandi. Harumframt má økispsykiatriin verða myndað av fleiri yrskisgreinum sum eitt nú sosialráðgevum, sálarfrøðingum, heilsurøktarum og autoriseraðum psykoterapeutum o.s.fr., soleiðis at tænastan verður fakliga fjølbroytt og gevur brúkaranum eina heildarskipan at dúva uppá.


9. FØRLEIKAMENNING

Fyri at yvirgongdin frá at vera innløgd/lagdur og til at fara út aftur í samfelagið ikki skal tykjast ov møtimikil, skulu fólk førleikamennast. Í 2014 lat Fountainhúsið dyrnar upp. Hetta er einasta tilboðið av sínum slagi her á landi. Fleiri førleikamennandi tilboð mugu til, og heildarloysnir mugu vera fyri fólki, ið hava sosialar og sálarligar avbjóðingar. Sinnisbati ynskir, at fleiri møguleikar vera fyri arbeiðsroyndum og førleikamennandi skeiðum. Harafturat skal størri dentur leggjast á stuðul og peer-to-peer arbeiði, har fyrrverandi brúkarar av psykiatriini, kunnu ráðføra, vegleiða og lurta eftir núverandi brúkararnum. Royndir frá okkara grannalondum vísa, at tað er sera gevandi at hava sambond við fyrrverandi sjúklingar, sum ein kann spegla sær í og finna vónina saman við.


10. AFTUR Í SAMFELAGIÐ

Vit vita, at fyri at koma seg best eftir sjúkralegu, er tað er umráðandi at hava tilknýti til útbúgving, arbeiði ella tað ein hevur tikist við. Vit skulu tí hava eina skipan, sum er lagalig, og sum virkar eftir fortreytunum hjá sjúklinginum. Tí sjálvt um t.d. arbeiði kann hava stóran týdning í at koma fyri seg, so kunnu freistir, tíðaravmarkingar og krøv gera støðuna verri. Hvussu ein persónur hevur tað eftir eina sjúkralegu er sera ymiskt, og tí ber ikki til at hava eina skipan sum sker øll um ein kamb. Flexible Assertive Community Treatment (FACT) er ein langtíðar viðgerðarháttur til fólk við svárari sálarsjúku, men sum ikki eru innløgd. Eisini kallað eitt ambulant tilboð. Tað er eyðkent hjá fleiri av fólkum við svárari sálarsjúku, at tey hava sosialar trupulleikar t.d. við bústaði, sjálvrøkt, familju og vinum, arbeiði og við tí fíggjarliga. FACT er ein heildarmodell,sum fevnir um viðgerð, vegleiðing og hjálp til gerandisdagin og endurmenning. Málið er at tryggja samanhangandi røkt, fyribyrgja innlegging og at arbeiða fyri, at persónurin verður inkluderaður og partur av samfelagnum. FACT inniheldur eitt toymi av ymiskum serfrøðingum (sálarfrøðingur, sálarlækni, sjúkrasystur, psykiatrisk sjúkrasystur, sosialráðgevi, misnýtslusráðgevi, peer-hjálpari), og tey royna at hava tætt samband við tey avvarðandi.


11. BÚ-OG VIÐGERÐARSTOVNAR

Sinnisbati ynskir fleiri bústovnar, har viðgerð og bútilboð eru sameind. Seinastu árini hava fleiri tilboð av hesum slagi sæð dagsins ljós, og tað hevur verið eitt væl virkandi tilboð fyri tey, sum hava fingið møguleikan at gera brúk av tí. Fleiri av teimum gomlu sambýlistilboðunum, sum Sinnisbati av fyrstantíð var við til at seta á stovn í Føroyum, kunnu nakað fyri nøkur, men fleiri fjølbroytt tilboð mugu til fyri at nøkta tørvin hjá fleiri í málbólkinum. Eitt nú mælir Sinnisbati til, at fleiri vardir bústaðir vera til taks fyri fólk við sálarsjúku, sum eru nóg sjálvhjálpin til at rúma og megna at búgva fyri seg sjálvi. Sinnisbati gleðist um, at fleiri verkætlanir eru í gerð, men økið má hava størri politiska raðfesting sum heild.


12. AVVARÐANDI

Í Sinnisbata hava vit í fleiri ár arbeitt málrættað við avvarðandi, og tað er heilt týðiligt, at tað kann vera hart og møtismikið at vera avvarðandi. At vera avvarðandi ávirkar tín gerandisdag, familjulív og arbeiði. Eisini er stórur vandi fyri, at avvarðandi sjálvi gerast strongd, verða sjúkrameldað og fáa sálarligar løstir. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at avvarðandi fáa ta hjálp teimum tørvar. Í Sinnisbata halda vit, at avvarðandi - tað veri seg børn, systkin, foreldur, makar ella onnur tætt knýtt - skulu fáa ókeypis sálarfrøðing, vegleiðing, psykoedukatión, sosialráðgeving og avvarðandibólk í boði.  Í Sinnisbata hava vit havt góðar royndir við avvarðandi bólkum, og luttakararnir í bólkunum hava seinni boðað frá, at tey skilja betur støðuna, at tey duga betri at finna javnvág ímillum egið lív og heimið, og at tey ikki longur kenna, at tey standa einsamøll við avbjóðingunum.

Avvarðandi skulu hava hjálp og vegleiðing, og gerast ein størri partur av viðgerðargongdini. Kanningar vísa, at avvarðandi eru ein stór hjálp, tá tey verða tikin við í viðgerðargongdina. Vit frætta javnan frá limum okkara, at avvarðandi kenna seg ráðaleys og ørkymlaði, tí tey ikki verða kunnaði og tikin upp á ráð. Í Sinnisbata eru vit sannførd um, at avvarðandi skulu inndragast. Tað eru ofta tey, ið kenna persónin best og eru ofta eisini ein týðandi partur av lívinum og netverkinum hjá persóninum. Tað átti tí at verið eitt skipað samstarv við tey avvarðandi, har tey kunnu gerast ein størri partur av viðgerðini.


 

Vit heita á tykkum, politisku flokkar og komandi løgtingi, um at orða ein politikk innan psykiatriska økið og at arbeiða fyri batum á hesum øki í komandi setu. Vit hava tørv á langtíðarætlanum og heildarloysnum á økinum. Hetta er eitt val, ið tit, politikarar, kunnu taka. Ti politikkur er eitt val - sálarsjuka er ikki.

 


 

Keldur:

Bedre Psykiatri. (2022). Pårørende savner inddragelse og undervisning.

Bedre Psykiatri. (2018). Undersøgelse af pårørendeinddragelse i psykiatrien 2018.

Davies, J. & Read, J. (2018). A systematic review into the incidence, severity and duration of antidepressant withdrawal effects: Are guidelines evidence-based?, Addictive Behaviors, Volume 97, October 2019, Pages 111-121.

Headspace. (2022). Om os. Retrieved November 15, 2022, from https://headspace.dk/nogen-at-tale-med/

Heilsumálaráðið. (2022). Viðgerðartrygdin í psykiatriini eitt fet nærri. Retrieved November 15, 2022, from https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/vidgerdartrygdin-i-psykiatriini-eitt-fet-naerri/

Heilsu- og innlendismálaráðið. (2018). Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum.

McArdle, H. (2019), U-turn as psychiatrists say patients should be warned of antidepressant withdrawal risk, The Herald.

Sundhedsstyrelsen. (2018). Forebyggelsespakke - Mental sundhed.

Svendsen, M.L., Ellegaard, T., Jeppesen, K.A. et al. Family involvement and patient-experienced improvement and satisfaction with care: a nationwide cross-sectional study in Danish psychiatric hospitals. BMC Psychiatry 21, 190 (2021). https://doi.org/10.1186/s12888-021-03179-1.

PS04/19 - Position statement on antidepressants and depression.” Royal College of Psychiatrists, 20 May 2019.

Skaale, S.O. & Davidsen, A.H. (2017).   Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum.  Frágreiðing og tilmæli. Tórshavn: Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.

Sunhedsstyrelsen & Socialstyrelsen. (2018). Koncept for systematisk inddragelse af pårørende, første version udgivet 2014. Anden version udgivet 2018.

Psykiatrifonden. (2016). Forebyggelse af psykisk sygdom - hos børn og unge.

Open Dialogue. (2019). What is the Open Dialogue approach?.

Stockmann, T. (2015). Open Dialogue: A New Approach to Mental Healthcare, Psychology Today, juli 2015.

Odgaard, M. F. (2017). Åben dialog i en evidensbaseret tid – nye vinde i socialpsykiatrien?, DPU, Aarhus Universitet, 2016.

Veldhuizen, J. R. & Bähler, M. (2013). Flexible, Assertive, Community, Treatment. Groningen, 2013.

Vidensråd for forebyggelse. (2014). Børn og unges mentale helbred.