– Laura Apol
Eg taki fult undir við valskránni hjá Sinnisbata, ið inniheldur 12 ítøkilig ynski til eitt betri psykiatriskt øki.
Í fyrrverandi starvi mínum sum aðalskrivari í Sinnisbata hevur tað absolutt verið hjartaskerandi at vera vitni til, hvussu nógv fólk stríðast við at fáa ta hjálpina teimum tørvar, og ikki minst, hvussu tey avvarðandi ofta standa hjálparleys, tá ein av teirra kæru gerst sinnisliga sjúkur.
Oman fyri 250 børn og ung standa á bíðilista til útgreining. Tað er neyvan nakar, sum heldur, at tað er rímiligt ella í lagi. Tað ER harmiligt, syrgiligt og heilt ótrúligt, at vit í Føroyum ikki megna at lofta hesum børnum. Serliga eisini áðrenn teirra støða versnar so mikið, at psykiatrisk viðgerð er neyðug. Trupulleikarnir við bíðilistum, bæði hjá børnum og vaksnum, er so nógv meira kompleksir enn so. Tað snýr seg ikki einans um fleiri pengar til útgreiningar, ella fleiri psykiatarar og sálarfrøðingar. Tað snýr seg eisini um, hvussu vit síggja alla skipanina. Alt fyri eitt mugu vit síggja psykiatriina sum ein part av øðrum skipanum. Faktiskt kann ein uttan at blunka samanbera tað við eina ringrás av fleiri skipanum, stovnum og myndugleikum, ið mugu blíva betri til at tosa sama mál, samstarva og á tann hátt fyribyrgja, at serliga børn og ung fáa tað so torført, at tey ikki megna gerandisdagin uttan psykiatriska viðgerð.
Tá alt kemur til alt, so snýr tað seg um, at tað má vera okkurt heilt galið við mátanum, vit dríva okkara samfelag. Hvussu vit undirraðfesta ymsastaðni, frá tá børnini eru heilt smá. Vit mugu tí leita eftir heildarloysnum!
Eg havi 10 heilt ítøkilig boð uppá, hvussu vit kunnu fyribyrgja og styrkja sálarheilsuna hjá børnum og ungum:
Vit mugu styrkja Gigni og heilsufrøðingaskipanina meira, soleiðis at heilsufrøðingar longu áðrenn barnið er føtt, kunnu stuðla og styrkja familjur, har eyka stórur vandi er fyri, at avbjóðingar kunnu stinga seg upp.
Tilboðið um fyribyrging av barnsburðartunglyndi, ið er og hevur verið knýtt at psykiatriska deplinum í samstarvi við føðideilini, má styrkjast og raðfestast. Tilboðið má eisini fevna enn meira um páparnar.
Vit SKULU styrkja dagstovnarnar við meira fakligheit, og tí mugu vit gera tað enn meira lokkandi at gerast námsfrøðingur, geva teimum betri sømdir at arbeiða undir, so tey hava hug at verða verandi, og vera við til at skapa stabilitet fyri børn okkara.
Vit mugu stytta arbeiðsvikuna fyri løntakarnar, soleiðis at tímar verða frígivnir, har foreldur kunnu vera saman við børnum sínum, soleiðis tey ikki skulu vera á stovni í so nógvar tímar.
Barsilsskipanin skal styrkjast og útbyggjast, soleiðis at børn ikki skulu byrja á stovni ov tíðliga.
Okkara fólkaskúli skal vera enn meira rúmligur. Vit hava sera dugnaligar lærarar, men teir skulu latast enn betur í til at vera við at lofta børnum, ið kunnu hava ella fáa tað trupult. Tí skal tíð hjá lærarum frígevast til at brúka saman við nærmingunum.
Sálarfrøðilig ráðgeving skal knýtast at fólkaskúlanum sum ein fyribyrgjandi innsatsur og stuðul til heilsufrøðingar og lærarar. Skipananin, sum er á miðnámsskúlunum, skal styrkjast.
Sernámsskipanin má endurskoðast og stykjast, soleiðis at Sernám aftur kann veita ráðgeving til skúlar, familjur og stovnar.
Sálarligt fyrstuhjálparskeið skal implementerast á almennum stovnum, og eisini vera fyri næmingar á miðnámi.
Sálarlig skaðastovutilbúgving skal setast á stovn sameind við eina bráðfeingis telefonlinju. Tað skal vera opið alt samdøgrið – gjarna knýtt at 1870.
Ynskir tú eisini varandi og góðar heildarloysnir á psykiatriska økinum? Set X við meg til løgtingsvalið 8. desember!