time ouutt

Spennandi almennur fyrilestur við Lars Qvortrup í Perluni í Tórshavn 9. apríl kl. 19:00 – 21:00

Sinnisbati skipar fyri almennum fyrilestri við kenda professaranum Lars Qvortrup frá Aalborg Universiteti. Heiti á fyrilestrinum er: ”Sammenhæng imellem trivsel i daginstitution og skole og mental sundhed blandt børn fra 3 – 15 år – inklusion, læring og udvikling…” Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis! Nevndin

Lars Qvortrup, ið er professari á deildini fyri Læring og Heimsspeki á Aalborg Universitet, greiðir frá um trivnaðin hjá børnum á stovni og í skúla, og í hvønn mun hetta kann setast í samband við, ella ávirka sálarheilsu teirra. Lars Qvortrup kemur við útgangsstøði í aktuellum granskingarúrslitum at greiða frá hvat er myta og fakta í hesum høpi. Í løtuni er Lars Qvortrup m.a. projektleiðari á stóru granskingarverkætlani: “Udvikling i fællesskaber 2013-2016” ið hevur fokus á samstarv ímillum skúla og dagstovn, umframt inklusjón. Eisini stendur Lars Qvortrup fyri vælumtóktu útbúgvingini “Master i Pædagogisk Ledelse” (MPL) Lars Qvortrup er eisini kendur fyri gransking, greining og hugleiðingar sínar um tað hann nevnir fyri Lærandi Samfelag og er hugfangaður av fyribrigdinum at heimurin alsamt verður meira og meira torgreiddur, serliga vegna vaksandi tíðindastreymin og kunningartøknina. Qvortrup er upphavsmaður til hugtakið “Hyperkompleksa samfelagið” Nakrar av nýggjastu útgávum hansara eru: Den myndige lærer (2012) Det lærende samfund – hyperkompleksitet og viden (2012)

time ouutt

Fakfyrilsetur við Lars Qvortrup í Læraraskúlanum á Frælsinum 10. apríl kl. 10:00 – 12:00

Áhugafelagsskapurin Sinnisbati skipar fyri aktuellum og viðkomandi fakfyrilestri, við professara Lars Qvortrup frá Aalborg Universitet. Fyrilesturin verður í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, fríggjadagin tann 10.apríl frá kl. 10-12. Heiti á fyrilestrinum er: ”Sammenhæng imellem trivsel i daginstitution og skole og mental sundhed blandt børn fra 3 – 15 år – inklusion, læring og udvikling…” Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis!

Lars Qvortrup, ið er professari á deildini fyri Læring og Heimsspeki á Aalborg Universitet, greiðir frá um trivnaðin hjá børnum á stovni og í skúla, og í hvønn mun hetta kann setast í samband við, ella ávirka sálarheilsu teirra. Lars Qvortrup kemur við útgangsstøði í aktuellum granskingarúrslitum at greiða frá hvat er myta og fakta í hesum høpi. Í løtuni er Lars Qvortrup m.a. projektleiðari á stóru granskingarverkætlani: “Udvikling i fællesskaber 2013-2016” ið hevur fokus á samstarv ímillum skúla og dagstovn, umframt inklusjón. Eisini stendur Lars Qvortrup fyri vælumtóktu útbúgvingini “Master i Pædagogisk Ledelse” (MPL) Lars Qvortrup er eisini kendur fyri gransking, greining og hugleiðingar sínar um tað hann nevnir fyri Lærandi Samfelag og er hugfangaður av fyribrigdinum at heimurin alsamt verður meira og meira torgreiddur, serliga vegna vaksandi tíðindastreymin og kunningartøknina. Qvortrup er upphavsmaður til hugtakið “Hyperkompleksa samfelagið” Nakrar av nýggjastu útgávum hansara eru: Den myndige lærer (2012) Det lærende samfund – hyperkompleksitet og viden (2012)

time ouutt

Almennur fyrilestur um “Sálarheilsu – zoneterapi og yoga”

Almennur fyrilestur um “Sálarheilsu – zoneterapi og yoga” verður hóskvøldi 26.03.15 kl. 19.00 hjá Sinnisbata. Marianna Vang Simonsen, ergoterapeutur, zoneterapeutur og yogalærari fer at greiða frá, hví tað kann vera áhugavert at tosað um zoneterapi og yoga í mun til sálarheilsu.

Fyrilesturin byggir á hennara upplivingar og royndir gjøgnum arbeiði við amboðum úr yoga og zoneterapi, og tí gagnliga hon sær og hoyrir menniskju fáa burturúr, tá dentur verður lagdur á sálarheilsu. Samfelagið í dag har avrik, effektivitetur, eftirlit, og tað útatrættaða verður virðismett sera høgt, koma vit í summum førum at brúka meira orku, enn vit savna inn. Hetta kann hava við sær sera negativar avleiðingar fyri sálarheilsuna og kroppin sum heild. Tú kann koma at føla teg læstan fastan og missa sambandið við andadrátt, kropp, tína rútmu og tín tørv. Fyri at vera í fullum blóma er neyðugt eisini at savna og uppbyggja orku, m.a. gjøgnum njótilsi, at steðga á, fáa djúpa hvíld og góðan svøvn. Zoneterapi og yoga kunnu vera ein góð mótvekt til rákið og kunnu geva nøkur týdningarmikil amboð til aftur at koma í samband við andadrátt, kropp, egna rútmu og djúpa hvíld. Her snýr tað seg ikki um at brúka orku, men meira um at leysgeva bundna orku og byggja uppaftur orku í kroppinum. Tað kann nærmast síggjast sum ein kanningarfer, har tú lærir at arbeiða við kroppinum og ikki ímóti honum. Tú økir tína tilvitan og styrkist sum heild, fyri betur at kunna møta gleði og avbjóðingum í lívinum. Høvið verður at seta spurningar aftaná fyrilesturin. Marianna Vang Simonsen hevur í fleiri ár arbeitt m.a. á Psykiatriska deplinum og arbeiðir í dag við yoga, zoneterapi og ergonomi í egnari fyritøku “Javnvág”. Fyrilesturin verður á Laðabrekku 1, Tórshavn – við Áarvegin, á fyrstu hædd, har handilin “Hennara” heldur til. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.