Áhugafelagsskapurin Sinnisbati skipar fyri aktuellum og viðkomandi fakfyrilestri, við professara Lars Qvortrup frá Aalborg Universitet. Fyrilesturin verður í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, fríggjadagin tann 10.apríl frá kl. 10-12. Heiti á fyrilestrinum er: ”Sammenhæng imellem trivsel i daginstitution og skole og mental sundhed blandt børn fra 3 – 15 år – inklusion, læring og udvikling…” Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis!
Lars Qvortrup, ið er professari á deildini fyri Læring og Heimsspeki á Aalborg Universitet, greiðir frá um trivnaðin hjá børnum á stovni og í skúla, og í hvønn mun hetta kann setast í samband við, ella ávirka sálarheilsu teirra. Lars Qvortrup kemur við útgangsstøði í aktuellum granskingarúrslitum at greiða frá hvat er myta og fakta í hesum høpi. Í løtuni er Lars Qvortrup m.a. projektleiðari á stóru granskingarverkætlani: “Udvikling i fællesskaber 2013-2016” ið hevur fokus á samstarv ímillum skúla og dagstovn, umframt inklusjón. Eisini stendur Lars Qvortrup fyri vælumtóktu útbúgvingini “Master i Pædagogisk Ledelse” (MPL) Lars Qvortrup er eisini kendur fyri gransking, greining og hugleiðingar sínar um tað hann nevnir fyri Lærandi Samfelag og er hugfangaður av fyribrigdinum at heimurin alsamt verður meira og meira torgreiddur, serliga vegna vaksandi tíðindastreymin og kunningartøknina. Qvortrup er upphavsmaður til hugtakið “Hyperkompleksa samfelagið” Nakrar av nýggjastu útgávum hansara eru: Den myndige lærer (2012) Det lærende samfund – hyperkompleksitet og viden (2012)