Almennur fyrilestur um “Sálarheilsu – zoneterapi og yoga” verður hóskvøldi 26.03.15 kl. 19.00 hjá Sinnisbata. Marianna Vang Simonsen, ergoterapeutur, zoneterapeutur og yogalærari fer at greiða frá, hví tað kann vera áhugavert at tosað um zoneterapi og yoga í mun til sálarheilsu.
Fyrilesturin byggir á hennara upplivingar og royndir gjøgnum arbeiði við amboðum úr yoga og zoneterapi, og tí gagnliga hon sær og hoyrir menniskju fáa burturúr, tá dentur verður lagdur á sálarheilsu. Samfelagið í dag har avrik, effektivitetur, eftirlit, og tað útatrættaða verður virðismett sera høgt, koma vit í summum førum at brúka meira orku, enn vit savna inn. Hetta kann hava við sær sera negativar avleiðingar fyri sálarheilsuna og kroppin sum heild. Tú kann koma at føla teg læstan fastan og missa sambandið við andadrátt, kropp, tína rútmu og tín tørv. Fyri at vera í fullum blóma er neyðugt eisini at savna og uppbyggja orku, m.a. gjøgnum njótilsi, at steðga á, fáa djúpa hvíld og góðan svøvn. Zoneterapi og yoga kunnu vera ein góð mótvekt til rákið og kunnu geva nøkur týdningarmikil amboð til aftur at koma í samband við andadrátt, kropp, egna rútmu og djúpa hvíld. Her snýr tað seg ikki um at brúka orku, men meira um at leysgeva bundna orku og byggja uppaftur orku í kroppinum. Tað kann nærmast síggjast sum ein kanningarfer, har tú lærir at arbeiða við kroppinum og ikki ímóti honum. Tú økir tína tilvitan og styrkist sum heild, fyri betur at kunna møta gleði og avbjóðingum í lívinum. Høvið verður at seta spurningar aftaná fyrilesturin. Marianna Vang Simonsen hevur í fleiri ár arbeitt m.a. á Psykiatriska deplinum og arbeiðir í dag við yoga, zoneterapi og ergonomi í egnari fyritøku “Javnvág”. Fyrilesturin verður á Laðabrekku 1, Tórshavn – við Áarvegin, á fyrstu hædd, har handilin “Hennara” heldur til. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.