Bubu á ferð_mynd

Áheitarnarskriv: Virðiligar sømdir at virka undir

Mynd: Álvur Haraldsen

Vit eru nú í fimtu viku av verkfallinum, og enn tykist eingin semja at vera í eygsjón millum Føroya Pedagogfelag, KAF og Fíggjarmálaráðið. Tað er spell. Ikki bara hjá teimum nógvu familjunum, sum eru raktar, tí børnini ikki sleppa á stovn. Hetta hevur eisini sera neiliga ávirkan á støðuna hjá borgarum við sálarsjúkum og kropsligum brekum, sum búgva heima og hava tørv á sosialpedagogiskari hjálp. Fleiri teirra hava antin ikki fingið vitjan ella í minni mun enn teimum tørva. Tað er ofta nærum einasta samband hesir borgarar hava regluliga við umheimin, og vandin fyri afturstigi í teirra viðgerð er størri, jú longri tíð gongur uttan tann stuðul tey hava tørv á.

Somuleiðis eru mong, ið búgva á sambýlum og búfelagsskapum, eisini rakt av verkfallinum. Tey fáa ikki ta hjálp teimum tørvar og eiheldur tann tryggleika, ið eitt slíkt búpláss eigur at hava við sær. Tað er týdningarmikið, at hava virðing fyri tí arbeiði, sum hvønn dag verður gjørt á hesum økinum, og tískil skulu starvsfólk, har undir námsfrøðingar, sjálvsagt hava virðiligar sømdir at virka undir. Tað er eingin loynidómur, at námsfrøðisliga arbeiðið er nakað av tí týdningarmesta vit hava í samfelagnum, um tað so snýr seg um arbeiðið við børnum, ungum, vaksnum við serligum tørvi ella eldri. Sinnisbati vil við hesum enn einaferð heita á partarnir um at koma aftur til samráðingarborðið og finna eina semju, sum tænir øllum pørtum best.

Vegna nevndina í Sinnisbata

 

Bubu á ferð_mynd

Nýtt tilboð: Avvarðandi bólkur fyri menn

Sum nakað nýtt, verður avvarðandi bólkur fyri menn!

Ert tú, ella kennir tú ein, sum er avvarðandi at einum, sum hevur sálarsjúku? So er her eitt tilboð ætlað mannfólkum! Har er avmarkað pláss, so tað er um at tekna seg til sum skjótast. Freistin er 1. februar – har er eitt gjald uppá 300 kr.

Erling Fles, sálarfrøðingur, kemur at leiða bólkin, les meira um Erling her.

Nú er at tekna seg, tí avmarkað pláss er!

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. ​Tey​ avvarðandi​ kunnu tosa opið og erligt um uppliving​ar​, trupul​leikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera.

Bólkur fyri avvarðandi mannfólk.

Endamálið er:

– at møta monnum í líknandi støðu

– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt

– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)

– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egna støðu

Tað verður bygt upp við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.

Freistin at tekna seg til er 1. februar 2018.

Les meira her.