time ouutt

Bubu á ferð

Føroyskt átak, við føroyingum, kring um í Føroyum á súkklu, og við smáum konsertum við føroyskum sangum. Hetta eru eyðkennini fyri nýggjastu verkætlanina hjá Klovninum BUBU, sum saman við fleiri fara at súkkla kring um í Føroyum, fyri at savna inn pening fyri børn í Føroyum.

“BUBU á ferð”, ið verkætlanin kallast sær dagsins ljós mikukvøldið undan Summarfestivalinum, tá ið súkklarnir leggja leiðina av Viðareiði til Klaksvíkar, og væntandi koma á bátabrúgvarnar um 20.00 tíðina. Tá ið toymið kemur til Klaksvíkar, fer BUBU at syngja nakrar sangir, eins og at tað verður sagt nakað um verkætlaina, sum í ár verður savnaður peningur inn til, eins og at áhoyrarnir kunnu lata eitt oyra.

Tað er soleiðis at Klovnurin BUBU hevur í eina tíð hugsa um at gjørt eitt súkklulið, ið súkklar ymsastaðni í Føroyum, og varpar ljós á viðurskifti ið hava við børn og ung at gera, og sum á ein hvønn hátt, kanska ikki fáa nokk rúmd og umrøðu, men sum veruliga hava tørv á bæði umrøðu og fíggjarligum stuðli.

Í ár fer allur stuðulin, ið latin verður, bæði av Kommunum, fyritøkum, stovnum og einstaklingum til hesar verkætlanirnar: Barnabati, Tú &  Eg Ráðgevingin. Sinnisbati, Time Out. Blái Krossur, Øll hava rætt til góð barnaár.

Eyðkennini fyri nøkur av hesum áhugafeløgum og felagsskapum er, at almennurstuðul ofta verður veittur tá ið skaðin er hendur, ella fólk eru komin í svárar avbjóðingar. Við teimum verkætlanum BUBU og vinir hansara fara at savna inn til nú, ber til hjá hesum felagsskapum og áhugafeløgum at møta trupuleikanum tíðliga, og vónandi kunna hjálpa áðrenn skaðin er ov umfatandi ella ger ov nógv um seg, so at øll børn í Føroyum, kunnu fáa trygg og góð barnaár, merkt av umsorgan, gleði og stuttleika.

BUBU, vinir hansara og súkklufelagar ynskja heilsa, at til ber at fylgja við á facebook Klovnurin BUBU og undir hendingini BUBU á ferð, har eisini kunning um møguleikar at luttaka, stuðla og annað sæst.

Vónandi vísa eisini øll í ferðsluni ábyrgd, tá ið súkkluliðið við vaksnum súkklarum er á ferð, og tá ið børnini koma luttaka seinasta teinin til málið, nú mikukvøldið í Klaksvík. Fleiri túrar verða gjørdir, men lýst verður nærri aftaná fyrsta túrin, hvar og nær súkkla verður.

time ouutt

Time Out byrjar aftur í næstum

Sinnisbati hevur tey seinasta tvey árini skipað fyri avvarðandibólkum fyri børnum og ungum, sum eru avvarðandi at fólki við sálarsjúku. Vit hava nú skipað fyri trimum avvarðandi bólkum, afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið i bólki, eru sera góðar.
Bólkarnir verða stuðlaðir av tveimum fakfólkum, sum hava serkunnleika innan økið.

Um mamman ella pápin hava sálarsjúku, kann tað verða trupult at vera barn, og tað kann eisini verða torført at tosa við vinfólk ella familjun um tað. Somuleiðis kann tað vera ringt at vera systkin at einum, sum hevur sálarligar avbjóðingar, tí hetta ofta fyllir nógv hjá allari familjuni.

Tilboðið hjá Sinnisbata er eitt “hvílirúm” hjá børnum og ungum, har tey fáa eitt stað, har tað ber til at tosa við onnur í líknandi støðum, og saman við stuðlandi fakfólkum. Tilboðið eitur “Time Out”, tí hetta er staðið, har tey ungu kunnu siga “time out” frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um tingini, deila royndir, men eisini eitt stað, har tey kunnu hava tað stuttligt saman og hugna sær.

Vit ynskja at so nógv fólk sum møguligt fáa kunning um “Time Out”, so tey, sum hava hug og tørv á tí, kunnu fáa eitt pláss í fyrsta bólkinum, sum byrjar mikudagin 21. september kl. 16-18 í hølunum hjá Sinnisbata. Har eru avmarkað pláss í bólkinum, so tilmelding fer fram eftir “først til mølle”-prinsippinum.

Freistin at melda til er 15. august!

Til ber at lesa meira um tilboðið, og melda seg til umvegis tilmeldingarskjalið á heimasíðuni hjá Sinnisbata, http://sinnisbati.fo/taenastur/sjalvhjalparbolkar-fyri-avvardandi/time-out/. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.

time ouutt

Hevur tú vunnið? Kanna tað her!

Nú er tíð at kanna, um tú hevur vunnið ein av vinningunum sum var at vinna til okkara lutaseðlasølu á ólavsøku!

Vinnararnir kunnu venda sær til Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo (svarað verður skjótast gjørligt) ella við at ringja til tlf.: 597913 týsdagar og hósdagar millum klokkan 10-12. Tá ber til at avtala nærri nær vinningarnar kunnu avhentast.

UNDANTAK! Vit taka eisini telefonina mikudagin 1. august frá 13-14! 

Hesi tøl hava vunnið!

  • Gómagott gávukort 400,-…………………………………………………….. 68
  • Silvursnið oyraringar…………………………………………………………… 790
  • Trin 27 gávukort 300,-………………………………………………………… 459
  • Køtlum gávukort 200,-………………………………………………………….. 47
  • Salong Shair, gávukort 300,-……………………………………………….. 153
  • Akkuleya gávukort 300,-……………………………………………………… 404
  • Árstíðirnar gávukort 500,-…………………………………………………… 531
  • Jógvan Weihe gávukort 500,-……………………………………………… 508
  • Hennara gávukort 1000,-…………………………………………………….. 851
  • THE TARV, eta og Etika 3x gávukort á 300,-………………………. 900
  • ………………………………………………………………………………………………… 63
  • ………………………………………………………………………………………………. 498
  • Frumbiti gávukort 300,- ………………………………………………………. 367
  • Umami gávukort 330,-………………………………………………………….. 625
  • Irish Pub gávukort 400,-……………………………………………………….. 273
  • G&G eitt blátt turruklæðið virði yvir 1000 kr,-…………………………. 9
  • Sirkus gávukort 500,-………………………………………………………………. 30
  • Útilív eitt skateboard virði 1000,-…………………………………………. 242
  • Javnvág gávukort á 450,-………………………………………………………. 780
  • Javnvág gávukort á 450,-………………………………………………………. 873
  • Myndlist eina lilDavinci rammu virði 399,-…………………………… 397
  • Cafe mormor gávukort á 300,-……………………………………………… 187
  • Mia H. Smith, listakvinna, akvarel málning stødd A4…………… 930
  • Conrad, høsnarungapakka virði 239,-…………………………………… 203
  • Blábarr gávukort 500,-…………………………………………………………….. 35
  • Burn gávubræv 4xbrunch virði………………………………………………. 720
  • Eldborg Fiski, gávurkort á 500,-…………………………………………….. 407
  • Gávan, 1 eskja av fiskaflak……………………………………………………….. 33
  • Rib62 túr fyri 2 Hestur Kittywakes and caves virið 800,-………. 88
  • Niels J. Arge, gávukort á 200,-……………………………………………….. 431
  • Bob & Marilyn’s Suitcase gávukort 500,-…………………………………… 7
  • Norðlýsið Seeightseeing gávukort 300,-………………………………… 852
  • Guðrið Poulsen, Leirlist…………………………………………………………… 206
  • No10, leirvasi…………………………………………………………………………… 800
  • Smakka, gávukort 2xbrunch……………………………………………………. 727
  • Jacqson, gávukort 2xjacqson burgara og sodavatn……………….. 617
  • Myndaboks, gávukort 800,-……………………………………………………. 188