time ouutt

Nýggj, krútsterk nevnd

27. mars var aðalfundur í Sinnisbata, og sostatt eisini nevndarval.

Beinta V. S. Henze og Vida A. Højgaard hava takkað fyri seg, og takka vit teimum hjartaliga fyri teirra arbeiði í felagnum. Nógv nýggj andlit eru at síggja í nevndini hjá Sinnisbata – tað gleðast vit um og bjóða vit teimum hjartaliga vælkomnum. Hesi eru Turid Christoffersen, Anna Malan Jógvansdóttir, Jógvan Thomassen, Elin Hansen, Gunnhild Persson og Alice Simonsen.

Á fyrsta nevndarfundi skipaði nevndin seg soleiðis:

Forkvinna: Róa Midjord heldur fram sum forkvinna
Næstforkvinna: Marjun J. Henze heldur fram sum næstforkvinna
Peningarøkil: Tummas Thomassen heldur fram sum peningarøkil
Skrivari: Anna Malan Jógvansdóttir er nýggj í nevndini og er skrivari
Nevndarlimir: Erla Matras Jensen, Súsanna Olsen og Turid Christoffersen
Tiltakslimir: Ragnar Petersen, Margretha Poulsen, Jógvan Thomsen, Elin Hansen, Gunnhild Persson og Alice Simonsen

Nevnd og skrivastova gleða seg til eitt nýtt, spennandi ár.

time ouutt

Forkvinnufrágreiðing 2018

27. mars var aðalfundur í Sinnisbata. Forkvinnufrágreiðingin er frásøgn um virksemið í felagnum í 2018: 

Formannsfrágreiðing 2018

Aftur í ár kunnu vit errin siga, at vit hava eitt gott og virkið ár í Sinnisbata.

Aftur í ár hava vit sett sálarsjúku á dagsskránna, og aftur í ár eru vit komin við okkara íkast til, at umstøður hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra verða betraðar. Vit hava verið í útvarpi, skipað fyri tiltøkum, rópt upp á sosialu miðlunum og verið á fundum við málaráðini. Og nógv eru tey, ið hava vent sær til Sinnisbata m.a. við spurningum um, hvar tey skulu venda sær og hvørja hjálp tey kunnu fáa.

Eitt av aðalmálunum hjá Sinnisbata, og sum vit hava brúkt nógva orku og pening upp á seinastu árini, er avvarðandiarbeiði. Vit høvdu tó bert ein avvarðandibólk í 2018 – hesuferð var hann til menn. Tað var sostatt eitt nýtt tilboð, vit bjóðaðu, og eydnaðist hetta sera væl. Tíverri høvdu vit ongan Time Out bólk – sum er bólkurin til børn og ung – í 2018. Men okkara mál og vilji er, at vit á hvørjum ári hava ein avvarðandibólk til vaksin og ein til børn/ung.

Fíggjarligi stuðulin, vit fáa, røkkur ikki til alt virksemi hjá Sinnisbata. Tí brúktu vit eisini nógva tíð og orku upp á tiltøk, sum gav pengar. Áðrenn páskir høvdu vit loppumarknað og páskatombola. Nógvar loppur komu inn og omanfyri 10.000 kr. vórðu savnaðar til barna-og ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Eitt sera stuttligt og hugnaligt tiltak, har nógv fólk vitjaðu.

Á Ólavsøku høvdu vit opið hús, har vit seldu kaffi, vafflur o.a. Eisini seldu vit lutaseðlar í býnum, og fingu vit uml. 25.000 kr. inn. Hesin peningurin fer eisini til barna- og ungdómsarbeiði.

Nú vit tosa fíggjarligan stuðul, kunnu vit nevna, at vit hava brúkt nógva tíð og orku upp á at søkja stuðul frá fyritøkum til tiltøk, sum hava verið í 2019 – serliga ráðstevnuna, sum vit høvdu fyrr í mánaðinum. Vit senda tí eina tøkk til fyritøkurnar, sum hava stuðla ráðstevnuni, og lótu vinningar til páskatombola og lutaseðlavinnigar á ólavssøku.

Eisini fingu vit stuðul frá klóvninum BUBU. Ein sonn eldsál, sum á sumri 2018 súklaði Føroyar runt, har hann savnaði pening inn til m.a. Time Out bólkarnar hjá okkum. 25.000 kr. er sanniliga ein fantastisk jólagáva hjá felagnum.

2018 er eisini merkt av útgevingum. Tí í február mánaða góvu vit barnabókina “tá mamma verður ør” út, sum Laura, aðalskrivari okkara, hevur skrivað. Hetta er fyrsta føroyska barnabókin, ið viðgerð evnið sálarsjúka. Laura hevur ferðast landið víða fyri at greiða frá um bókina, og hannara egnu upplivingum sum avvarðandi barn. Nú vit tosa um Lauru, so fór Laura í barnsburðarfarloyvi 1. august, og Turið Maria tók við starvi hennara.

Á altjóða sálarheilsudegnum, sum er 10. oktobur góvu vit fyrsta blað felagsins út. Hetta varð sent til allar limir okkara, og hava vit nú eisini selt tað í Gamla Bókhandli. Ætlanin er at geva eitt blað út á hvørjum ári. Umframt at vera eitt kunnandi blað, er hetta eisini ein liður í at koma tættari limunum í felagnum, sum vit so fegin vilja. Eisini byrjað at geva limabræv út. Fyrsta limabrævið kom út 1. desembur, og ætlanin er, at tað kemur út hvørt kvartal. Eisini fyri at hava eitt tættari samband við limirnar og kunna teir um, hvørjum vit takast við.

Umframt at geva blað út á altjóða sálarheilsudegnum, skipaðu vit eisini fyri stórum tiltaki í Østrøm saman við ørðum felagsskapum og stovnum. Har vóru fleiri góðir fyrilestrar og persónligar søgur at hoyra, umframt at vit aftur í ár kundu vitja ymisku feløgini og stovnarnar í teirra básum og fáa kunning á tann hátt. Eisini í ár bleiv sálarheilsuviðrislønin handað og fór hesuferð til Fountainhúsið fyri teirra umráðandi arbeiði.

Á Altjóða sálarheilsudegnum varð álitið um eina heildarætlan fyri psykiatriska økið í Føroyum handað. Sinnisbati var í hesum arbeiðsbólkinum. Hetta hevur verið eitt stórt og avbjóðandi arbeiði, men ikki minst spennandi og alneyðugt – eisini alneyðugt hjá Sinnisbata at vera við.

Aftur í septembur í ár vóru umboð frá Sinnisbata uttanlands á Psykiatritopfundi í Danmark. Nógv áhugavert var at hoyra um verkætlanir og gransking. Eisini gav hetta okkum inspiratión til arbeiði her heima. Sum dømi kunnu vit nevna, at vit í næstum fara at arbeiða saman við tannlæknafelagnum um eitt átak, ið skal snúgva seg um sálarsjúku og tannrøkt.

í 2018 hava vit brúkt nógva orku upp á størri tiltøk, sum hava verið í 2018 og 2919 – eitt nú blaðútgávu, altjóða sálarheilsudagin og ráðstevnuna. Men nøkur hava smærri tiltøkini eisini verið í 2018. Vit høvdu eitt tiltak við Mette Arnskov, forkvinnu í Stemmehørenetværket í septembur um stemmuhoyring. Hetta kveikti ein hug til at arbeiða meira við hesum í Føroyum, og Sinnisbati arbeiðir nú saman við fleiri um at stovna stemmuhoyribólk.

Vit luttóku á Fólksins á Reinsarínum síðst í oktobur við tiltaki, har vit settu spurningin “hví fáa alsamt fleiri fólk sálarsjúku, og hvusu broyta vit hesa gongdina?” At svara spurninginum høvdu vit bjóðað Magna Mohr, Tóru Petersen, Súsannu Olsen, Súonnu Winther Poulsen og Jákup Boga Joensen at skifta orð um hetta. Nógv fólk vóru og lýddu á áhugaverda orðaskiftið.

Kristianna Lund Dam hevði fyrilestur um hennara granskingararbeiði, har hon kannar, hvussu tað er at vera barn og vaksa upp við foreldri við svárari sálarsjúku.

Eisini hava vit havt café kvøld fyri avvarðandi – bæði tey ungu og vaksnu. Vit hava havt jólahugna, har nógv vóru fólk komu á gátt, og fingu gløgg, holukøkur og kliptu jólapynt aftur við livandi klavertónleiki.

Vit royna á ymiskan hátt at varpa ljós á sálarsjúkur og lívið við sálarsjúkum. Í størstan mun gera vit hetta á sosialu miðlunum, men vit eru eisini sloppin framat mikrofonini í Sortudýki. Vit hava verið í GMF, har vit varpaðu ljós á Time Out bólkin, og hví tað er umráðandi at avvarðandi børn fáa eina hjálp. Vit vóru í samband við altjóða sálarheilsudagin bæði í kringvarpinum og í R7. Vit vóru í Nón um innslagið hjá okkum á Fólksins, og á jólum tosaðu vit í GMF um jólakallendaran hjá okkum, sum vit høvdu á Instagram og m.a. hví tað er ok ikki at vera ok á jólum.

Vit gleðast um, at sálarsjúka og sálarheilsa verður viðgjørt í miðlunum.

 

 

Pól Huus Sólstein

TAÐ SKAL GERAST BETUR, NÓGV BETUR!

2019-04-05 - Pól Huus Sólstein

Í 2009 , tá Poul Nyrup Rasmussen vendi heima aftur til Danmarkar, eftir at hava sitið í Europaparlamentinum í nøkur ár vildi hann vísa seg sum menniskja og pápi, og ikki sum politikari. 16 ár frammanundan misti hann sína einastu dóttir, sum ikki orkaði meira og ikki vildi meira. Hon var sálarsjúk og leið av Skizofreni. Og í máttloysi tók hon sítt egna lív.
Hansara ynski var, at stovna ein felagskap, sum kundi verða við til at beina burtur fordómar og tabu í mun til tey sum eru sálarliga sárbar. Ein felagskap, sum skuldi skapa betri fatan av sálarligari sárbarheit og verða málgagn fyri tey. Og felagskapurin ”Psykisk Sårbar” sá dagsins ljós.

Vit hava Sinnisbata, sum er okkara felagskapur fyri sálarsjúk og tey sum eru avvarandi. Felagskapurin, sum varpar ljós á hetta evni, so um er við til at vit øll tora at taka hetta evnið í størri álvara. Ein rødd fyri tey, sum ikki megna at tala, og ein hond fyri tey har ongin hond er.

• Visti tú, at miðllivialdurin fyri álvarsliga sálarsjúk er 15-20 ár lægri enn fyri restina av íbúgvunum.

• Visti tú, at sannlíkindini fyri at taka sítt egna lív er 20 ferðir størri hjá sálarsjúkum enn hjá øðrum.

• Visti tú, at tað í Noregi eru 10 ferðir fleiri Sálarlæknar pr. íbúgva enn tað eru í Føroyum

Eg havi eina vón um, at vit um 10 ár kunnu hyggja hvønnannan í eyguni og siga, at sálarig sárbarheit er náttúrlig, og er ein partur av okkum øllum.
Tey sum eru sálarsjúk treingja eitt pláss til ró og umsorgan, og ikki minst serkøna hjálp at koma aftur til lívið. Hesir karmar er ikki nøktandi til staðar.

Vit hava Sinnisbata, vit hava Fountain húsið, og vit hava sjálvboðin sum gera eitt megnar arbeiði. Og vit hava eitt heilsuverk við megnar dugnaligum starvsfólkum. Men vit hava ongan politiskan vilja sum torir. Tølini tala fyri seg!

Fyrrverandi danski Forsætisráðharrin tordi; ikki bert at verða politikari, men eisini at verða eitt menniskja. Eg eri eisini bert eitt menniskja. Og eg tori væl at siga tað sum tað er. Júst sum tað er. Men eg vil eisini fegin verða røddin, sum talar at og sigur tað sum tað er. Ein klár rødd sum sigur: VIT SKULU GERA TAÐ BETUR. NÓGV BETUR!

Pól Huus Sólstein, Valevni Fólkafloksins.