Forkvinnufrágreiðing 2018

27. mars var aðalfundur í Sinnisbata. Forkvinnufrágreiðingin er frásøgn um virksemið í felagnum í 2018: 

Formannsfrágreiðing 2018

Aftur í ár kunnu vit errin siga, at vit hava eitt gott og virkið ár í Sinnisbata.

Aftur í ár hava vit sett sálarsjúku á dagsskránna, og aftur í ár eru vit komin við okkara íkast til, at umstøður hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra verða betraðar. Vit hava verið í útvarpi, skipað fyri tiltøkum, rópt upp á sosialu miðlunum og verið á fundum við málaráðini. Og nógv eru tey, ið hava vent sær til Sinnisbata m.a. við spurningum um, hvar tey skulu venda sær og hvørja hjálp tey kunnu fáa.

Eitt av aðalmálunum hjá Sinnisbata, og sum vit hava brúkt nógva orku og pening upp á seinastu árini, er avvarðandiarbeiði. Vit høvdu tó bert ein avvarðandibólk í 2018 – hesuferð var hann til menn. Tað var sostatt eitt nýtt tilboð, vit bjóðaðu, og eydnaðist hetta sera væl. Tíverri høvdu vit ongan Time Out bólk – sum er bólkurin til børn og ung – í 2018. Men okkara mál og vilji er, at vit á hvørjum ári hava ein avvarðandibólk til vaksin og ein til børn/ung.

Fíggjarligi stuðulin, vit fáa, røkkur ikki til alt virksemi hjá Sinnisbata. Tí brúktu vit eisini nógva tíð og orku upp á tiltøk, sum gav pengar. Áðrenn páskir høvdu vit loppumarknað og páskatombola. Nógvar loppur komu inn og omanfyri 10.000 kr. vórðu savnaðar til barna-og ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Eitt sera stuttligt og hugnaligt tiltak, har nógv fólk vitjaðu.

Á Ólavsøku høvdu vit opið hús, har vit seldu kaffi, vafflur o.a. Eisini seldu vit lutaseðlar í býnum, og fingu vit uml. 25.000 kr. inn. Hesin peningurin fer eisini til barna- og ungdómsarbeiði.

Nú vit tosa fíggjarligan stuðul, kunnu vit nevna, at vit hava brúkt nógva tíð og orku upp á at søkja stuðul frá fyritøkum til tiltøk, sum hava verið í 2019 – serliga ráðstevnuna, sum vit høvdu fyrr í mánaðinum. Vit senda tí eina tøkk til fyritøkurnar, sum hava stuðla ráðstevnuni, og lótu vinningar til páskatombola og lutaseðlavinnigar á ólavssøku.

Eisini fingu vit stuðul frá klóvninum BUBU. Ein sonn eldsál, sum á sumri 2018 súklaði Føroyar runt, har hann savnaði pening inn til m.a. Time Out bólkarnar hjá okkum. 25.000 kr. er sanniliga ein fantastisk jólagáva hjá felagnum.

2018 er eisini merkt av útgevingum. Tí í február mánaða góvu vit barnabókina “tá mamma verður ør” út, sum Laura, aðalskrivari okkara, hevur skrivað. Hetta er fyrsta føroyska barnabókin, ið viðgerð evnið sálarsjúka. Laura hevur ferðast landið víða fyri at greiða frá um bókina, og hannara egnu upplivingum sum avvarðandi barn. Nú vit tosa um Lauru, so fór Laura í barnsburðarfarloyvi 1. august, og Turið Maria tók við starvi hennara.

Á altjóða sálarheilsudegnum, sum er 10. oktobur góvu vit fyrsta blað felagsins út. Hetta varð sent til allar limir okkara, og hava vit nú eisini selt tað í Gamla Bókhandli. Ætlanin er at geva eitt blað út á hvørjum ári. Umframt at vera eitt kunnandi blað, er hetta eisini ein liður í at koma tættari limunum í felagnum, sum vit so fegin vilja. Eisini byrjað at geva limabræv út. Fyrsta limabrævið kom út 1. desembur, og ætlanin er, at tað kemur út hvørt kvartal. Eisini fyri at hava eitt tættari samband við limirnar og kunna teir um, hvørjum vit takast við.

Umframt at geva blað út á altjóða sálarheilsudegnum, skipaðu vit eisini fyri stórum tiltaki í Østrøm saman við ørðum felagsskapum og stovnum. Har vóru fleiri góðir fyrilestrar og persónligar søgur at hoyra, umframt at vit aftur í ár kundu vitja ymisku feløgini og stovnarnar í teirra básum og fáa kunning á tann hátt. Eisini í ár bleiv sálarheilsuviðrislønin handað og fór hesuferð til Fountainhúsið fyri teirra umráðandi arbeiði.

Á Altjóða sálarheilsudegnum varð álitið um eina heildarætlan fyri psykiatriska økið í Føroyum handað. Sinnisbati var í hesum arbeiðsbólkinum. Hetta hevur verið eitt stórt og avbjóðandi arbeiði, men ikki minst spennandi og alneyðugt – eisini alneyðugt hjá Sinnisbata at vera við.

Aftur í septembur í ár vóru umboð frá Sinnisbata uttanlands á Psykiatritopfundi í Danmark. Nógv áhugavert var at hoyra um verkætlanir og gransking. Eisini gav hetta okkum inspiratión til arbeiði her heima. Sum dømi kunnu vit nevna, at vit í næstum fara at arbeiða saman við tannlæknafelagnum um eitt átak, ið skal snúgva seg um sálarsjúku og tannrøkt.

í 2018 hava vit brúkt nógva orku upp á størri tiltøk, sum hava verið í 2018 og 2919 – eitt nú blaðútgávu, altjóða sálarheilsudagin og ráðstevnuna. Men nøkur hava smærri tiltøkini eisini verið í 2018. Vit høvdu eitt tiltak við Mette Arnskov, forkvinnu í Stemmehørenetværket í septembur um stemmuhoyring. Hetta kveikti ein hug til at arbeiða meira við hesum í Føroyum, og Sinnisbati arbeiðir nú saman við fleiri um at stovna stemmuhoyribólk.

Vit luttóku á Fólksins á Reinsarínum síðst í oktobur við tiltaki, har vit settu spurningin “hví fáa alsamt fleiri fólk sálarsjúku, og hvusu broyta vit hesa gongdina?” At svara spurninginum høvdu vit bjóðað Magna Mohr, Tóru Petersen, Súsannu Olsen, Súonnu Winther Poulsen og Jákup Boga Joensen at skifta orð um hetta. Nógv fólk vóru og lýddu á áhugaverda orðaskiftið.

Kristianna Lund Dam hevði fyrilestur um hennara granskingararbeiði, har hon kannar, hvussu tað er at vera barn og vaksa upp við foreldri við svárari sálarsjúku.

Eisini hava vit havt café kvøld fyri avvarðandi – bæði tey ungu og vaksnu. Vit hava havt jólahugna, har nógv vóru fólk komu á gátt, og fingu gløgg, holukøkur og kliptu jólapynt aftur við livandi klavertónleiki.

Vit royna á ymiskan hátt at varpa ljós á sálarsjúkur og lívið við sálarsjúkum. Í størstan mun gera vit hetta á sosialu miðlunum, men vit eru eisini sloppin framat mikrofonini í Sortudýki. Vit hava verið í GMF, har vit varpaðu ljós á Time Out bólkin, og hví tað er umráðandi at avvarðandi børn fáa eina hjálp. Vit vóru í samband við altjóða sálarheilsudagin bæði í kringvarpinum og í R7. Vit vóru í Nón um innslagið hjá okkum á Fólksins, og á jólum tosaðu vit í GMF um jólakallendaran hjá okkum, sum vit høvdu á Instagram og m.a. hví tað er ok ikki at vera ok á jólum.

Vit gleðast um, at sálarsjúka og sálarheilsa verður viðgjørt í miðlunum.