Nevndarmynd 2026

Nýggj nevnd í Sinnisbata

Aðalfundur hjá Sinnisbata varð hildin 17. mars og tríggir nevndarsessir stóðu fyri vali.

Í nevndini hjá Sinnisbata skulu sjey nevndarlimir veljast og tveir tiltakslimir. Til aðalfundin valdi Oddbjørg Johansen at takka fyri seg. Oddbjørg hevur sitið í nevndini í Sinnisbata í tvey ár, og vit takka henni fyri hennara góða arbeiði hesi árini, málbólkinum at frama. Elisabeth Carlsson og Joan B. Poulsen tóku við afturvali og Monika Hjelm Joensen er nýggj í nevndini. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við valinum og Moniku vælkomnari í nevndina.

 

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Joan B. Poulsen, kassameistari
– Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
– Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
– Nuka Heinrich Eidesgaard, nevndarlimur
– Monika Hjelm Joensen, nevndarlimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Vivian Sjóðklett, tiltakslimur

 

Nýggja nevndin hevur sett sær fleiri mál fyri og er til reiðar at fara til verka til nevndarárið 2026/2027. Í 2026 fór Sinnisbati undir nýggja fyrilestrarrøð, og fara vit at halda áfram við hesum leisti og hava tiltøk runt í Føroyum. Nýggja Ungdómsráðgevingin er á gáttini, og fer hetta serliga at eyðmerkja nevndarárið. Vit eru takksom fyri allan stuðulin og álitið, og gleða okkum at skapa eitt fyribyrgjandi tilboð, ið kann vera við til at basa á mistrivnaði millum ung.

 

Les ársfrágreiðing 2025 her

Starvslýsing Leiðari til Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

Starvslýsing: Leiðari til Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

Vilt tú vera við til at menna og standa á odda fyri nýggju Ungdómsráðgevingini og gera ein veruligan mun í lívinum hjá ungum í Føroyum?

Eitt áhugavert og avbjóðandi starv er leyst at søkja hjá Sinnisbata.

Um Ungdómsráðgevingina
Sinnisbati setur á stovn eina ungdómsráðgeving við íblástri frá Headspace í Íslandi og Danmark.
Ungdómsráðgevingini arbeiðir fyri, at øll ung skulu hava eitt trygt stað at venda sær til, tá teimum tørvar hjálp ella onkran at tosa við. Talan er um eitt lággáttartilboð, sum er ókeypis og dulnevnt. Endamálið er at skapa eitt fyribyrgjandi og lætt atkomuligt tilboð, har ung kunnu fáa skjóta ráðgeving.

Starvið
Starvið er til tín, sum brennir fyri trivnaði hjá ungum og hevur evni og hug at ganga á odda. Starvið er fjølbroytt, og tú kemur at spæla ein týðandi leiklut í at menna og byggja upp eitt nýtt tilboð til ung.

Sum leiðari hevur tú ábyrgd av dagligu leiðsluni og virkseminum í Ungdómsráðgevingini. Tú hevur ábyrgd av at skapa góðar karmar fyri ráðgevingina og tryggja, at ung, sum venda sær til hana, verða møtt við opinleika, virðing og fakligari dygd.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at:
– Hava ábyrgd av dagligu leiðsluni, við tilvísing til aðalskrivarin
– Skapa góðar karmar fyri ráðgevingina
– Tryggja fakliga grundarlagið
– Framleiða kunningartilfar til ung
– Samstarva við viðkomandi myndugleikar og felagsskapir
– Økja um fíggjarliga grundarlagið hjá Ungdómsráðgevingini

Vit vænta, at tú:
– Hevur viðkomandi útbúgving innan sosial-/heilsufakliga økið, s.s sálarfrøði ella líknandi. Fyrimunur er, um tú hevur leiðsluroyndir
– Góðar fyrisitingarligar førleikar og fíggjarliga fatan
– Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
– Dugir væl at málbera teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
– Hevur royndir við ráðgeving
– Góðar førleikar við at brúka talgildar pallar
– Hevur góð samstarvsevni og dugur at byggja góðar relatiónir
– Ert nýhugsandi og skapandi og dugir at finna loysnir og bróta upp úr nýggjum
– Góðan kunnleika til barna- og ungdómsøkið í Føroyum herundir psykiatriska økið
– Gott innlit í føroyska samfelagið

Vit bjóða tær:
– Eitt fjølbroytt og meiningsfult starv við einum týdningarmiklum endamáli
– At standa á odda fyri at menna eitt nýtt tilboð til ung í Føroyum
– Møguleika fyri fakligari menning og luttøku í skeiðum og ráðstevnum

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður fyribils sett 30 tímar um vikuna og miðað verður eftir, at tað verður eitt fulltíðarstarv. Starvið verður sett fyri eitt ár við møguleika at leingja.

Starvið verður sett skjótast tilber ella eftir avtalu.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Roknast kann við at arbeiðið til tíðir fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir §4 stk. 3 skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn setanin verður framd.

Umsóknarfreist
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til sinnisbati@sinnisbati.fo seinast 23. apríl 2026 kl. 12.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnhild Persson, aðalskrivara, á gunnhild@sinnisbati.fo ella á tlf. 597913.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær og vóna, at tú vilt vera við til at skapa eitt gott og trygt umhvørvi fyri ung í Føroyum.

Sinnisbati er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Fyribyrging er lykilin, tá talan er um at forða fyri at fólk gerast álvarsliga sjúk og illa fyri. Sinnisbati stuðlar undir fyribyrgjandi verklætlanum og átøkum, gransking og øðrum, ið kann virka sálarheilsufremjandi.

495596769_10165407066517907_2590102810987929616_n

Nær fara politikarar at javnseta sálarliga og kropsliga heilsu?

Í Føroyum er talið av innleggingum í psykiatriini økt við umleið 12% frá 2016 til 2024. Tað merkir, at fleiri enn nakrantíð stríðast so mikið sálarliga, at tey hava brúk fyri einari innlegging. Men samstundis skal psykiatriski depilin spara.

Hvussu kann eg, sum brúkari á psykiatriska deplinum, góðtaka tað?

Menniskju, ið stríðast sálarliga, missa ofta vónina, tá tey hoyra um langar bíðitíðir til útgreining, langar bíðitíðir til sálarfrøðing, ein psykiatriskan depil, sum longu er fult upptikin, og eitt øki, sum hevur verið niðurraðfest í alt ov langa tíð.

Tí hetta er tann beiski veruleikin: flestu bíðitíðir á psykiatriska deplinum eru langar, og tá ið vit tosa um sálarliga hjálp, eru tilboðini fá. Samstundis verður ábyrgdin ov ofta løgd á einstaklingin og familjuna, sum frammanundan eru sperd, heldur enn á eina skipan, sum í einum vælferðarsamfelagi eigur at lofta.

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um starvsfólkini á psykiatriska deplinum, sum gera eitt fantastisk arbeiði, men sum eru undir einum risa trýsti. Fleiri sjúklingar mugu deila kamar, og uppaftur fleiri verða útskrivaðir ov tíðliga, tí fleiri verða innlagdir. Soleiðis mugu tey dagliga raðfesta, hvør skal út, áðrenn viðkomandi yvirhøvur er komin seg so mikið, at tað er trygt at lata hann fara.

Sama høvdu vit ongantíð góðtikið á einum somatiskum øki. Eingin hevði sagt, at tað er í lagi at skriva ein hjartasjúkan út, áðrenn hann er stabilur, tí plássið skal brúkast til ein annan. Men tá tað snýr seg um sálarliga heilsu, tykist tað kortini verða meira góðtikið.

Fólk við sálarligum líðingum og avbjóðingum skulu hava eins góðan rætt og øll onnur, og mann skal ongantíð føla seg sum eina byrðu fyri heilsuverkið, tí ein hevur tørv á hjálp.

Eg sum brúkari ynski so inniliga, at tey, sum stilla upp til løgtingsvalið veruliga raðfesta sálarheilsu og arbeiða fyri at hjálp eru til tey, ið hava tørv á henni, og at tey steðga sparingini á einum øki, har tørvurin bara sær út til at veksa.

Framyvir eiga tey at tryggja nøktandi karmar, so sjúklingar ikki verða útskrivaðir ov tíðliga, og at leggja eina greiða ætlan fyri at stytta bíðitíðir og byggja út fyribyrgjandi tilboð.

Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, sum ger lívið vert at liva.

Tí er ikki nokk at taka orðini í munn um, at “sálarliga heilsa fara vit at raðfesta” nú eiga politikarar at vísa tað í verki og javnseta sálarliga og kropsliga heilsu, bæði í raðfestingum, fígging og lógum.

 

Nuka Heinrich Eidesgaard

35 ár, mamma, lesandi.

Brúkari á psykiatriska deplinum / nevndarlimur í Sinnisbata

SAMRØÐUBÓLKUR FYRI AVVARÐANDI

Samrøðubólkur fyri avvarðandi

Ert tú avvarðandi til ein, sum hevur sálarsjúku og ert eldri enn 18 ár? So er avvarðandibólkurin hjá Sinnisbata møguliga fyri teg

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlað og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í bólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu í tryggum kørmum deila kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Luttakarar fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.


Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum í líknandi støðu
– at læra at handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá tínum avvarðandi
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur


Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi. Bólkurin byrjar 24. mars (ella tá fullteknað er) og møtist týsdagar kl. 17.00-19.00.

Bólkurin er leiddur av faklærdum bólkaleiðara við hollum royndum í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.


Melda til

Tað er ókeypis at luttaka í bólki hjá Sinnisbata. Einasta krav er, at tú ert limur í felagnum. Tekna teg til lim her

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

SInnisbati á ferð (Facebook-opslag)

Mammuskepilsið í Klaksvík og Vágum

Skisofreni er helst tann sálarlíðingin, ið flestu fordómar og misskiljingar eru knýttar at, hetta, hóast nógv fólk liva við sjúkuni. Sinnisbati bjóðar til filmskvøld og prát við tema skisofreni. Tað verður sýning við heimildar stuttfilminum ‘Mammuskepilsið’, prát við leikstjóran og fyrilestur um skisofreni.

Sýningar verða:
Í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík mánadag 2. mars kl. 19.00

í Listastovuni í Miðvági týsdag 3. mars kl. 19.00.

*vegna stóran áhuga og avmarkað pláss í Listastovnuni hava vit valt at gera eina tilmelding, so vit tryggja okkum at tey sum koma, fáa pláss at sita: https://atgongumerki.fo/3580976/mammuskepilsi

Tiltøkini eru ókeypis og øll eru vælkomin.

Skrá fyri kvøldini:
Kl. 19:00: Vælkomin
Kl. 19:05: Marin Magnusardóttir Østerø: Hvat er skisofreni?
Kl. 19:30: Sýning av heimildarfilminum Mammuskepilsið
Kl. 20:00: Samrøða við Mariu Tórgarð

Hvat er skisofreni?
Áðrenn filmssýningina fer Marin Magnusardóttir Østerø í stuttum at greiða frá eyðkennunum við skisofreni og loysa nakrar av misskiljingunum knýttar at líðingini.

Filmskvøld og prát:
Mammuskepilsið er endafilmurin hjá Mariu Tórgarð frá Stockholm University of the Arts. Filmurin er í uppskoti til Geytavirðislønina 2026. Høvuðsleikarar í filminum eru: Maria Tórgarð, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.

Samandráttur: Mammuskepilsið vaknar. Dóttirskepilsið roynir at nærkast henni. Mamma Mariu hevur altíð tosað um sína skisofreni sum eitt skepilsi. Leikstjóri, Maria, roynir at bjóða skepilsinum vælkomið í hesum hybrid heimildarfilminum.

At enda verður samrøða við Mariu Tórgarð, leikstjóra, um tilgongdina til filmin, samt at vera avvarðandi. Høvi verður at seta leikstjóranum spurningar.

Yrkingasavnið ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe verður til sølu á kvøldinum.

trailari:

Klaksvíkar kommuna og Vága kommuna stuðla tiltøkunum

Fylgið við á síðunum hjá Sinnisbata fyri kunning um komandi sýningar og tiltøk.

SInnisbati á ferð xpng

Sinnisbati á ferð: hvat er tunglyndi?

Sinnisbati fer í næstum undir eina fyrilestrarrøð runt í Føroyum, har endamálið er at upplýsa um sálarligar avbjóðingar, men ikki minst at birta vón um, at tað er hjálp at heinta.

Fyrsti fyrilestur verður á Bókasavninum við Løkin í Runavík mikukvøldið 28. januar kl. 19.00. Øll eru vælkomin.

Óluva Poulsen og Kala R Debes, ið báðar starvast á Psykiatriska deplinum og millum annað hava bólkaviðgerð fyri tunglyndi, koma at hava framløgu hetta kvøldið. Óluva og Kala fara at greiða frá um eyðkennini við tunglyndi, og hvussu tú kanst koma teg aftur.

Eftir fyrilesturin verður kaffi, har umboð fyri Sinnisbata eisini vera til staðar, og møguleiki verður at seta spurningar og práta.

Hóast tað er vorðið alsamt lættari at tosa opið um lívið við sálarligum avbjóðingum, eru fordómar og stigma enn ein stórur trupulleiki í gerandisdegnum hjá fólki, sum stríðast, og teirra avvarðandi. Tí arbeiðir Sinnisbati áhaldandi við upplýsing og at skapa størri tilvit í samfelagnum um hesi viðurskifti.

 

Fylgið við á síðunum hjá Sinnisbata, har vit fara at leggja út um komandi fyrilestrar.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

 

 

AVVARÐANDIBÓLKAR Í HEYST (1000 × 500px) (Facebook-opslag (Liggende)) (Facebook-opslag)

Bólkur til tín, ið kennir ótta og angist

Angist er ein kensla, sum er ætlað at hjálpa okkum at yvirliva og ávara okkum um vandar. Hetta er ein natúrlig kensla, sum kann vera ógvuliga torfør at fáa tamarhald á. Angist er pínufult, men ikki farligt í sjálvum sær. Tað ber til í allar flestu førum at vinna á óttanum og fáa eitt betri lív. Tað er góð hjálp at fáa, um tú stríðist við angist.

Í bólkunum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir við hvønn annan. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum. Amboð innan kunstterapi og mindfulness verða nýtt í bólkinum.

Bólkurin byrjar 11. novembur. Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakandi í hvørjum bólki. Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur.

Luttakandi um bólkin:

– Eg haldi, at fleiri kundu fingið hjálp við at møtast við øðrum

– Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent

– Læruríkt, og tað hevur verið gott at kunna snakka við onnur, sum kenna til støðuna

– Deiligt at kunna brúka onnur tól enn at tosa


Melda til

Tað er avmarkað pláss, og tí er best at melda til sum skjótast.

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðarin síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðaranum at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ikki er neyðugt við ávísing ella diagnosu fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

Agnes Marie F

Altjóða sálarheilsudagur: Sálarsjúka ella sálarlíðing?

Á altjóða sálarheilsudegnum í ár fáa vit vitjan av Agnes Marie Frey og Anders Sørensen (DK).

Agnes Marie Frey hevur fleiri hundraðtúsund vísingar á TikTok, og er tilnevnd virðislønir fyri at varpa ljós á sálarheilsu – millum annað Simba virðislønina “Årets brug af stemme”.

Agnes varð mett langtíðarsjúk við diagnosuni paranoid skitsofreni. Eingin spurdi hana um lívsviðurskiftini hjá henni: hon var bara sjúk. Í fyrilestrinum fer Agnes at greiða frá um sína ferð inn í og út úr líðing, heilivági og psykiatri.

Anders Sørensen, sálarfrøðingur og ph.d í psykiatri, sær, hvussu fleiri sálarlíðingar ofta verða misskiltar í donsku psykiatriini. Hann sigur: “man starir seg ofta blindan á sjúkueyðkenni og diagnosur og sær ikki, hvørji lívsviðurskifti liggja aftanfyri eyðkennini.

Kom við til eitt upplýsandi kvøld, tá persónliga sjónarmiðið møtir granskingini.

Tiltakið verður í Smæruni 10. oktobur kl. 19.00. Øll eru vælkomin


Fá meira innlit í søguna hjá Agnes Marie Frey her

Hoyr um tilgongdina hjá Anders Sørensen til sálarlíðing her


ÁRSINS SÁLARHEILSUVIRÐISLØN 2025
Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak. Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi.

Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo.

Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.

1

Bólkar í heyst – eitt trygt stað at deila kenslur og finna megi

Ert tú vaksin upp í einum heimi, har ein av tínum nærmastu hevur ella hevur havt sálarligar avbjóðingar?

Í heyst byrja fýra bólkar:

  • Bólkur til avvarðandi yvir 18 ár: Ein bólkur í Havn og ein í Klaksvík
  • Bólkur til ung, ið kenna ótta og angist: Ein bólkur í Havn og ein í Suðuroy

Bólkur til avvarðandi, ið eru yvir 18 ár:

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni ella nær teimum gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlað og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í bólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu í tryggum karmum deila kenslur, avbjóðingar og royndir við hvønn annan. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðanum at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.

Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egnu støðu

Luttakararnir møtast 6 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn (týsdag) og Klaksvík (mánadag) kl. 17.00-19.00. Pláss er fyri 8 luttakandi í hvørjum bólki.

Bólkarnir verða leiddir av faklærdum bólkaleiðara við hollum royndum í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Tað kostar 300 kr at luttaka í bólkinum hjá Sinnisbata.


Bólkaterapi til ung, ið kenna ótta og angist:

Í bólkunum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir við hvønn annan. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum. Amboð innan kunstterapi og mindfulness verða nýtt í bólkinum.

Bólkurin byrjar 30. septembur. Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn og í Suðuroy. Pláss er fyri 10 luttakandi í hvørjum bólki. Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur.

Luttakandi um bólkin:

– Eg haldi, at fleiri kundu fingið hjálp við at møtast við øðrum

– Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent

– Læruríkt, og tað hevur verið gott at kunna snakka við onnur, sum kenna til støðuna

– Deiligt at kunna brúka onnur tól enn at tosa


Melda til

Tað er avmarkað pláss, og tí er best at melda til sum skjótast.

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðarin síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðaranum at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ikki er neyðugt við ávísing ella diagnosu fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

67d16e835a1321d483376b28_2795ca09-d471-4dcb-9d60-3100b88a8399-p-1600

Undurfull vika

Í viku 12 varpa feløg kring heimin ljós á neurodiversitet, og hóskvøldið 20. mars kl. 19-21 fara Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sinnisbati, ADHD-felagið, Autismufelagið og Lesihúsið eisini at hátíðarhalda neurodiversitet og ymisleika!

Hetta kvøldið verður bókin Undurfullir heilar eftir Louise Gooding løgd fram. Bókin er ein eyðskild og hugkveikjandi innleiðing í autismu, ADHD, OCD, angist, orðblindni og mangt annað, sum bæði lítlir og stórir lesarar kunnu læra nógv av.

Aftan á bókarframløguna verður livandi tónleikur, og síðan fara nakrir fyrimyndarligir, neurodivergentir einstaklingar at bera fram sínar søgur.

Til ber at ogna sær bókina Undurfullir heilar fyri serprís hetta kvøldið og at fáa eitt gott prát um ymiskar og undurfullar heilar.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sinnisbati, ADHD-felagið, Autismufelagið og Lesihúsið skipa fyri.