Bólkar í heyst – eitt trygt stað at deila kenslur og finna megi

Ert tú vaksin upp í einum heimi, har ein av tínum nærmastu hevur ella hevur havt sálarligar avbjóðingar?

Í heyst byrja fýra bólkar:

  • Bólkur til avvarðandi yvir 18 ár: Ein bólkur í Havn og ein í Klaksvík
  • Bólkur til ung, ið kenna ótta og angist: Ein bólkur í Havn og ein í Suðuroy

Bólkur til avvarðandi, ið eru yvir 18 ár:

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni ella nær teimum gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlað og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í bólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu í tryggum karmum deila kenslur, avbjóðingar og royndir við hvønn annan. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðanum at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.

Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egnu støðu

Luttakararnir møtast 6 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn (týsdag) og Klaksvík (mánadag) kl. 17.00-19.00. Pláss er fyri 8 luttakandi í hvørjum bólki.

Bólkarnir verða leiddir av faklærdum bólkaleiðara við hollum royndum í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.

Tað kostar 300 kr at luttaka í bólkinum hjá Sinnisbata.


Bólkaterapi til ung, ið kenna ótta og angist:

Í bólkunum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir við hvønn annan. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum. Amboð innan kunstterapi og mindfulness verða nýtt í bólkinum.

Bólkurin byrjar 30. septembur. Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn og í Suðuroy. Pláss er fyri 10 luttakandi í hvørjum bólki. Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur.

Luttakandi um bólkin:

– Eg haldi, at fleiri kundu fingið hjálp við at møtast við øðrum

– Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent

– Læruríkt, og tað hevur verið gott at kunna snakka við onnur, sum kenna til støðuna

– Deiligt at kunna brúka onnur tól enn at tosa


Melda til

Tað er avmarkað pláss, og tí er best at melda til sum skjótast.

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðarin síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðaranum at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ikki er neyðugt við ávísing ella diagnosu fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.