IMG_3357

AVLÝST: Kafékvøld í Klaksvík: Foreldraskapur og barnsburðareaktiónir

Hóskvøldið 12. mars klokkan 19-21 verður aftur kafékvøld hjá Sinnisbata, hesuferð í Klaksvík. Evnið fyri kvøldið er foreldraskapur, barnsburðareaktiónir og tunglyndi í tí sambandinum.

Evnið er valt út frá, at tað hevur verið eitt ynski, sum limir hava víst í limakanningum felagsins fyri 2018 og 2019.

Tiltakið verður á bókasavninum á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Endamálið við kafékvøldinum er at seta foreldraskap í eyðsjón vit denti á alla familjuna. Tað at blíva foreldur er ein stór broyting í lívinum og hevur við sær nógvar kenslur og reaktiónir. Flestu eru natúrligar og vanligar, og eru trupuleikar viðvíkjandi hesum, eru fleiri tilboð, sum ein kann taka av. Sinnisbati ynskir at vísa á hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, herundir barnsburðatunglyndi.

Við okkum at greiða frá hesum eru umboð úr sertoyminum á psykiatriska depilinum og Gigni, sum koma at greiða frá um, hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, hvussu vit ansa eftir okkum sjálvi og hvørjum øðrum sum foreldur og nærumhvørvi, um foreldurskapur og tey tilboðini sum eru í føroyska samfelagnum.

Endamálið við kvøldinum er har afturat at elva til meira opinleika kring natúrligar viðuskifti í lívinum, tá ein verður foreldur, og skapa eitt rúm fyri upplýsing, kjak og prát í eitt hugnaligt umhvørvi.

Gevið gætur: Kafékvøldið um foreldraskap og barnsburðareaktiónir er eitt av trimum kafékvøldum um hetta evni. 23. apríl verður kafékvøld á Sandi og 30. apríl verður kafékvøld í Tórshavn.

--

Fleiri nevndarlimir í Sinnisbata fara at vera við hetta kvøldið, og høvi verður til at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við uppskot til virksemi felagsins.

Kaffi, the og okkurt gott til góman verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin - møtið fjølment!

IMG_3357

Ung um kvøldið, mikukvøldið 19. februar

Mikukvøldið tann 19. februar kl. 19-21:45 verður aftur kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn. Í kvøld verður spælt spøl og etið fastalávintsbollar!

Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.

Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, og karmarnar eru óformellir og hugnaligir.

Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið – Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.

Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.

Komandi mikukvøld er skráin hendan: 

  • 26 februar: filmskvøld og popkorn 

IMG_3357

AVLÝST: Loppumarknaður í Sinnisbata, 4. apríl

Loppumarknaður verður í Sinnisbata 4. apríl kl. 10-14 í Perluni í Tórsgøtu, í Tórshavn.

Savnað verður inn til barna- og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata.

Kom oman við lutum!
Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Perluni við lutum.. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Kaffi og køkusøla verða.

GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum!

IMG_3357

AVLÝST/ÚTSETT: Ársaðalfundur í Sinnisbata, 26. mars 2020

Við hesum verður kallað inn til árliga aðalfundin hjá Sinnisbata, hósdagin 26. mars kl. 19:30. Fundurin verður í Perluni, Tórsgøta, í Tórshavn.

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:

  • Val av orðstýrara
  • Ársfrágreiðing formansins
  • Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
  • Møguligar lógarbroytingar
  • Limagjald fyri komandi ár
  • Nevndarval
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

Umframt vanligu dagskránna, verður spennandi fyrilestur. Evnið verður lýst seinni.

Hevur tú hug at gerast partur av nevndini í Sinnisbata?

– kom og verð partur av einum spennandi og mennandi arbeiði!

Vit hava altíð tørv á góðum fólki, sum hava hug at vera við til at bøta um korini hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Nevndin skipar saman við aðalskrivara felagsins fyri ymiskum kunnandi tiltøkum, sum til dømis árliga sálarheilsudagin 10. oktober og onnur upplýsandi tiltøk. Sum nevndarlimur hevur tú møguleiki fyri at umboða Sinnisbata á ráðstevnum í Føroyum og uttanlands, tú ert við til at mynda eitt virkið áhugafelag við nógvum fjølbroyttum uppgávum, og so ert tú við til at seta dagskránna á økinum og gera mun fyri nógv fólk, sum felagið hvønn dag varðar av. At vera nevndarlimur í Sinnisbata er spennandi, mennandi og avbjóðandi. Nevndarfund er 1 ferð um mánadin.

Sinnisbati hevur í løtuni eitt fast lønt starvsfólk, aðalskrivari felagsins, sum er sett 30 tímar um vikuna. Umframt hetta hevur felagið eitt fólk í lestrarstarvi 10 tímar um vikuna. Hesi sita á skrivstovuni í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C, Tórshavn.

Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt!

Les meira <<  

IMG_3357

Tiltakið “Ung um kvøldið” verður í kvøld!

Í kvøld, mikukvøldið tann 5. februar kl. 19-21:45 verður aftur kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn. Í kvøld verður spælt spøl og etið pitsa!

Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.

Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, og karmarnar eru óformellir og hugnaligir.

Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið - Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.

Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.

Komandi mikukvøldini er skráin hendan: 

  • 12 februar: spurnarkapping og drekkamuður
  • 19 februar: fastalávintsbollar og spæl
  • 26 februar: filmskvøld og popcorn 

IMG_3357

TIME OUT bólkur byrjar aftur í mars 2020

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum hevur systkin, foreldur ella onkran annan góðan, sum hevur sálarsjúku.

Avvarðandi bólkur fyri børn og ung, ið eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku.

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum ert í aldrinum 12-18 ár. Tað er eitt frírúm – eitt stað, har tú kanst siga “TIME OUT”. Dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, sum tú kennur teg væl til rættis í. Í bólkinum hittur tú onnur í líknandi støðu, so tit kunnu tosa um tykkara royndir og hugsanir – og alt møguligt annað, tit vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Tað eru tveir fittir og dugnaligir bólkaleiðarar, sum stýra bólkinum. Teir taka ymisk evni upp við tykkum, og sum tit í felag viðgera. Eisini fáa tit amboð at fáa tí røtu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

Sinnisbat hevur havt TIME OUT fleiri ferðir, og vit hava fingið góðar afturmeldingar frá luttakarunum. Eitt, sum gongur aftur, er, at lutakararnir ikki kenna seg einsmøll longur, at tey kenna seg afur í støðuni hjá hinum luttakarunum. Eisini hava fleiri nevnt, at sambandið millum tey og heimið er betrað, og tey hava lært at góðtaka truplu støðurnar, sum til tíðir kunnu vera í heiminum.

Set teg í samband við Sinnisbata, um tú kundi hugsað
tær at fræt meira um TIME OUT.

 

 

Luttakarar hava m.a. sagt:

- “Nú veit eg at sálarsjúka ikki smittar”
- “eg havi funnið ting eg eri góð til “
- “eg havi onkran sum SKILIR og eg føli meg ikki einsamalla longur”
- “Eg tori beturr at hava tað sum eg havi, tí eg veit at tað ikki bara eri eg”
- “eg havi ein dag um vikuna, at tosa við fólk um trupuleikan hjá mær”
- “eg skilji betri hvussu mamma hevur tað. Og eg skilji betri hvat sálarsjúka er “

Gevið gætur!

Tilmelding:

“Først til mølle-principp”. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so kostar bara tað eina barnið). Tað er bindandi at melda seg til.

Næsti bólkur verður 16. mars 2020 – um tú hevur hug at tekna eitt barn ella ung, so er at skriva til sinnisbati@sinnisbati.fo.

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913.

Møtast verður átta ferðir:

  • 16. mars kl. 17-19
  • 23. mars kl. 17-19
  • 30. mars kl. 17-19
  • 20. apríl kl. 17-19
  • 27. apríl kl. 17-19
  • 4. mai kl. 17-19
  • 11. mai kl. 17-19
  • 18. mai kl. 17-19

Møtast verður í Tórshavn.

Freistin at tekna seg til er mánadagin 2. mars 2020.

IMG_3357

Ung um kvøldið – hvørt mikukvøld

Mikukvøldið tann 22. januar kl. 19-21:45 verður kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn.
 
Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.
 
Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, og karmarnar eru óformellir og hugnaligir.
 
Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið - Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.
 
Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri. Til ber at lesa meira um toyminum her: https://www.av.fo/fo/taenastur/allar/sosialpsykiatri-sudurstreymoy/

Tíð: mikukvøld kl. 19.00-21.45

Stað: Magnus Heinasonargøta 20. Men fari verður eisini út úr húsinum t.d. biltúrar, biograf, kafétúrar o.a.

Málbólkur: ung yngri enn 25 ár við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum

Endamál: Fyribyrgja einsemi, menna sosialar førleikar, knýta sosial bond

Innihald: t.d. borðspøl, biltúrar, cafetúrar, filmskvøld, kreativt virksemi, drekkamuður o.a. Ein skrá verður gjørd fyri 4 vikur í senn og løgd út á facebook ”ung um kvøldi”. Møguligt er eisini at koma við ynskjum. 2 starvsfólk luttaka hvørja ferð.

Tilmelding: ikki neyðug. Øll eru vælkomin. Um ein hevur trupult við at koma sjálv/sjálvur er gjørligt at blíva heintaður av starvsfólki.

IMG_3357

Kunning: Sólblómubandið

Um tú hevur eitt ósjónligt brek ella eina fjalda diagnosu, sum kann gera túrin gjøgnum flogvøllin til eina størri avbjóðing enn annars, kannst tú frá 1 januar 2020 bera “sólblómubandið” (solsikkesnoren).

Hesin gevur tekin til starvsfólk á flogvøllinum í Keypmannahavn at tú kannst hava tørvn á eyka tíð, tolsemi ella onnur atlit.

Tey spyrja ikki hvørja diagnosu ella brek tú hevur, men tey spyrja heilt víst hvussu tey best kunnu hjálpa tær.

Snórurin er fyri teg um tú hevur ADHD, angist, autismu, alzheimers, ert orðablindi, gikt ella aðrar diagnosur sum sum gera túrin gjøgnum flogvøllun torførari fyri teg enn fyri onnur.

Sólblómubandið er fyri teg sum kann og ynskir at ferðast sjálv/ur.

Er títt brek ella diagnosa so mikið darvandi fyri teg, at tú ikki megnar túrin gjøgnum flogvøllin, kannst tú bíleggja persónligan stuðul og tænastu gjøgnum flogfelagið hjá tær, tá tú bíleggur flogferðaseðilin, les meira her.

Tú kannst heinta sólblómubandið frá 1. Januar 2020 í kunningina í Terminal 3. Hann fæst eisini flestu check in støðini.

Kelda: CPH Airport

IMG_3357

Keypið “Tá mamma verður ør” her!

Manglar tær gávuna til barnið tú ert góð/ur við, ommu- ella abbabarnið guðsonin ella guðdóttrina?

Til ber at keypa barnabókina “Tá mamma verðu ør” fyri einans 100 kr. -. Vit senda hana eisini heim til tín fyri 40 kr. – býrt tú í Havn er ókeypis útbering!

Skriva til sinnisbati@sinnisbati.fo og bíllegg áðrenn 19. desembur 🙂

GG! Bókin kann einans keypast gjøgnum Sinnisbata.

Les meira um bókina her og lesið bókaumæli: www.sinnisbati.fo

Um bókina

Bókin snýr seg um at vera barn hjá einum foreldri við sinnis- og sálarsjúku. Tað skuldi, eftir tí sum sagt verður, verið fyrsta bókin av sínum slagi, sum er skrivað á føroyskum. Hon er ætlað børnum í barnagarðsaldri og yngstu flokkunum í fólkaskúlanum.

Bókin er somuleiðis skrivað sum eitt amboð hjá vaksnum at tosa við børn um hetta evnið, sum hjá nógvum tykist at vera torført at práta um og seta orð á. Bókin kann geva lesarunum fleiri orð at seta á tað at hava eina sinnissjúku, og hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.

Laura Apol er sjálv uppvaksin við eini mammu, sum var rættiliga illa fyri sinnisliga, og tí var tað natúrligt hjá henni at skriva eina barnabók um evnið. Hon vildi sjálv ynskt, at har var slíkt tilfar ætlað børnum og vaksum, tá hon var barn, tí eingin hjálpti við at seta orð á støðuna hjá henni og mammuni.

Lesið bókaummælið hjá Marna Jacobsen her: https://marnakj.wordpress.com/2018/02/16/reiggjan/?fbclid=IwAR2DAPYUI-pgaH5Dtw7WMGqiQiOQeo2-Oa6oBqSJszplATUQKvdi3B2nGQ4

Millum annað skrivar hon:

“Ein væl skrivað, einføld søga, eitt nýbrot í føroyskum barnabókum, sum høvundan og Sprotin kunnu vera errin av.”

Til ber eisini at lurta eftir umrøðu í Nón frá 21. februar 2018: https://kvf.fo/non?sid=77835&page=5

IMG_3357

Á fundi við landsstýrismanninum í Heilsumálum

Í gjár vóru við á fundi við landsstýrismanninum í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Vit greiddu frá okkara virksemi og vístu á ynski til framtiðar tiltøk og átøk, sum vit ynskja at seta í verk - eitt nú headspace - fyri at vit í felag kunnu bøta um sálarheilsuna hjá børnum, ungum og eldru.

Eisini varð prátað um at seta eitt áratal uppá nær heildarætlanin fyri sálarliga heilsu skal vera sett í verk. Okkara boð er innan komandi 10 árini. Har afturat løgdu vit dent á at eldru við sálarsjúku, og sum eru fysiskt røktarkrevjandi, mangla røktarheimspláss. Vit nevndu at vit ynskja at minimum 2 % av føroyingunum í framtíðina hava skeið í sálarlarliga fyrstuhjálp, og betri normering í psykiatriini. Afturat hesum var prátað um at lofta teimum sum liva við tvídiagnosum, sum detta niðurímillum.

Landsstýrismaðurin virkaði jaligur, og greiddi frá, at hann í løtuni arbeiðir við fleiri ætlanir, sum eitt nú psykiatriska skaðastovu og ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung millum 15-35 ár.

Sum umboð fyri Sinnisbata vóru: Róa Midjord, forkvinna, Laura Apol, aðalskrivari og Rannvá Dam í Baianstovu, skrivstovufólk.