Screenshot_2022-11-17_at_20.41.41

Tillagað starv: Somu løn fyri sama arbeiði

– Terji Beder

15. desember 2020 staðfesti sitandi samgonga, at hon ikki metir, at øll fólk eiga at fáa somu løn fyri sama arbeiði. Skipanin við tillagaðum størvum varð broytt, soleiðis at fólk, ið bera brek ella hava aðrar avbjóðingar, ið gera at tey ikki kunnu arbeiða sum vant, nú fáa munandi minni í løn.

Loftið á ískoytinum varð lækkað frá 22.000 krónum til 18.552 krónur um mánaðin. Samstundis varð sett inn, at fólk stigvíst fáa eitt munandi minni ískoyti, so hvørt lønin veksur. Hetta merkir t.d. at eitt hjálparfólk við 10% arbeiðsførleika, ið undir gomlu skipanini hevði fingið 24.595 krónur, nú fær 20.969 krónur um mánaðin. Ein limur í BLF, ið sambært gomlu skipanini hevði fingið 45.722 krónur, fær nú 34.013 krónur.

Hetta er ein minking í løn, sum kann raka okkum øll. Ert tú fyri einum óhappi, upplivir okkurt, ið gevur álvarslig sálarlig mein, ella hevur eina arvaliga sjúku, ið brádliga byrjar at gera um seg, so rakar hetta teg. Rakar tað ikki teg, so rakar tað ógvuliga sannlíkt onkran tú kennir.

Samgongan segði, at tað var alneyðugt at spara nakrar milliónir í skipanini fyri at tryggja haldførið hjá landskassanum. Hóast tað skuldi eitast at vera alneyðugt at taka hesar pengarnar frá fólki, ið bera brek, hava sálarligar avbjóðingar ella eru álvarsliga sjúk, so kom samgongan í seinasta fíggjarlógaruppskoti við einum skattalætta, ið serliga gagnar teimum ríkastu í samfelagnum. Hvussu kann hetta vera rætt ella rættvíst?

Fólk, ið noyðast at vera í tillagaðum størvum, hava eisini fíggjarligar skyldur. Lán, leiguútreiðslur, útreiðslur til mat og so framvegis. Tey hava familjur. Tey hava eina vón um ikki bara at yvirliva, men at hava eitt gott lív, hóast at tey hava avbjóðingar við heilsuni. Hesum vildi samgongan ikki stuðla. Hon hevur heldur lagt stein oman á byrðu. Landsstýrismenn skulu hinvegin, sambært skattalættauppskotinum hjá samgonguni, fáa 3.500 krónur meira um árið.

Hetta kann enn broytast. Nú fíggjarlógaruppskotið neyvan verður góðkent í verandi líki, og undanfarna samgonga hevur funnið tíggjutals milliónir til ein skattalætta til tey, ið frammanundan fáa mest, er upplagt, at ein komandi reyð samgonga brúkar hesar pengarnar til at rætta tann skeivleikan, sum undanfarna samgonga voldi brekøkinum. Verður hugt at teimum upphæddum, sum skattalætti skuldi veitast eftir, er ikki bert ráð til at rulla broytingarnar aftur, men eisini at fara inn at hyggja at skipanini, fyri at betra hana. Tey, ið hava minst arbeiðsførleika, fingu áðrenn broytingina hjá samgonguni ongantíð nakran fíggjarligan vinning í at útbúgva og førleikamenna seg, tí tey raktu táverandi loftið á 22.000 krónur. Nú so nógvar milliónir eru tøkar, skulu vit tí bæði rulla broytingarnar aftur, og hyggja at ójavnum sum hesum.

Tað kann ikki vera rætt, at alt fíggjarliga grundarlagið verður rykt undan einum, tí ein noyðist at flyta í eitt tillagað starv. Tað kann ikki vera rætt, at vit hava eina skipan, ið trýstir fólk at arbeiða væl meira og longri í einum vanligum starvi, enn tað heilsan loyvir teimum, tí tey annars fara so nógv niður í løn. Serliga ikki nú vit opinbart hava 70 milliónir krónur til ein skattalætta til tey ríkastu.

Eg vil tí stríðast fyri at basa tí grundleggjandi órættvísi, sum hesi fólk eru fyri, og nýta høvið at rætta feilin, sum samgongan gjørdi í 2020.

 

Terji Beder,

Valevni fyri Javnaðarflokkin

316940700_5657487554335134_1460787803989319781_n

PSYKIATRISKA ØKIÐ MÁ RAÐFESTAST ALT FYRI EITT

– Laura Apol

Eg taki fult undir við valskránni hjá Sinnisbata, ið inniheldur 12 ítøkilig ynski til eitt betri psykiatriskt øki.

Í fyrrverandi starvi mínum sum aðalskrivari í Sinnisbata hevur tað absolutt verið hjartaskerandi at vera vitni til, hvussu nógv fólk stríðast við at fáa ta hjálpina teimum tørvar, og ikki minst, hvussu tey avvarðandi ofta standa hjálparleys, tá ein av teirra kæru gerst sinnisliga sjúkur.

Oman fyri 250 børn og ung standa á bíðilista til útgreining. Tað er neyvan nakar, sum heldur, at tað er rímiligt ella í lagi. Tað ER harmiligt, syrgiligt og heilt ótrúligt, at vit í Føroyum ikki megna at lofta hesum børnum. Serliga eisini áðrenn teirra støða versnar so mikið, at psykiatrisk viðgerð er neyðug. Trupulleikarnir við bíðilistum, bæði hjá børnum og vaksnum, er so nógv meira kompleksir enn so. Tað snýr seg ikki einans um fleiri pengar til útgreiningar, ella fleiri psykiatarar og sálarfrøðingar. Tað snýr seg eisini um, hvussu vit síggja alla skipanina. Alt fyri eitt mugu vit síggja psykiatriina sum ein part av øðrum skipanum. Faktiskt kann ein uttan at blunka samanbera tað við eina ringrás av fleiri skipanum, stovnum og myndugleikum, ið mugu blíva betri til at tosa sama mál, samstarva og á tann hátt fyribyrgja, at serliga børn og ung fáa tað so torført, at tey ikki megna gerandisdagin uttan psykiatriska viðgerð.

Tá alt kemur til alt, so snýr tað seg um, at tað má vera okkurt heilt galið við mátanum, vit dríva okkara samfelag. Hvussu vit undirraðfesta ymsastaðni, frá tá børnini eru heilt smá. Vit mugu tí leita eftir heildarloysnum!

Eg havi 10 heilt ítøkilig boð uppá, hvussu vit kunnu fyribyrgja og styrkja sálarheilsuna hjá børnum og ungum:

▪️Vit mugu styrkja Gigni og heilsufrøðingaskipanina meira, soleiðis at heilsufrøðingar longu áðrenn barnið er føtt, kunnu stuðla og styrkja familjur, har eyka stórur vandi er fyri, at avbjóðingar kunnu stinga seg upp.

▪️Tilboðið um fyribyrging av barnsburðartunglyndi, ið er og hevur verið knýtt at psykiatriska deplinum í samstarvi við føðideilini, má styrkjast og raðfestast. Tilboðið má eisini fevna enn meira um páparnar.

▪️Vit SKULU styrkja dagstovnarnar við meira fakligheit, og tí mugu vit gera tað enn meira lokkandi at gerast námsfrøðingur, geva teimum betri sømdir at arbeiða undir, so tey hava hug at verða verandi, og vera við til at skapa stabilitet fyri børn okkara.

▪️Vit mugu stytta arbeiðsvikuna fyri løntakarnar, soleiðis at tímar verða frígivnir, har foreldur kunnu vera saman við børnum sínum, soleiðis tey ikki skulu vera á stovni í so nógvar tímar.

▪️Barsilsskipanin skal styrkjast og útbyggjast, soleiðis at børn ikki skulu byrja á stovni ov tíðliga.

▪️Okkara fólkaskúli skal vera enn meira rúmligur. Vit hava sera dugnaligar lærarar, men teir skulu latast enn betur í til at vera við at lofta børnum, ið kunnu hava ella fáa tað trupult. Tí skal tíð hjá lærarum frígevast til at brúka saman við nærmingunum.

▪️Sálarfrøðilig ráðgeving skal knýtast at fólkaskúlanum sum ein fyribyrgjandi innsatsur og stuðul til heilsufrøðingar og lærarar. Skipananin, sum er á miðnámsskúlunum, skal styrkjast.

▪️Sernámsskipanin má endurskoðast og stykjast, soleiðis at Sernám aftur kann veita ráðgeving til skúlar, familjur og stovnar.

▪️Sálarligt fyrstuhjálparskeið skal implementerast á almennum stovnum, og eisini vera fyri næmingar á miðnámi.

▪️Sálarlig skaðastovutilbúgving skal setast á stovn sameind við eina bráðfeingis telefonlinju. Tað skal vera opið alt samdøgrið – gjarna knýtt at 1870.

Ynskir tú eisini varandi og góðar heildarloysnir á psykiatriska økinum? Set X við meg til løgtingsvalið 8. desember!

🌹

315006747_10159027204791512_6186751444319976909_n

Standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi!!

– Bjørg Dam

8.desember bjóði eg meg at ganga fremst í stríðnum fyri børnum og vaksnum við serligum tørvi og breki í Føroyum!

Eg ynski innarliga at gera tað sama fyri alt ser- og brekøkið, sum eg havi staðið á odda fyri saman við øðrum góðum fólkum á ADHD økinum seinastu 3,5 árini.

Eg geri tó einki einsamøll, tað krevur at vit foreldur, havandi og avvarandi standa saman um børn og vaksin við serligum tørvi 8.des!

Sum foreldur at barni við serligum tørvi kenni eg alt ov væl stríðið í móti stirvnum skipanum, máttloysi og tær frustratiónir øll familjan stríðist við. Men við málrættaðum arbeiði, sterkum felagsskapi, samstarvi og pragmatiskum loysnum, kunna vit broyta tað! – men tað krevur tín stuðul 8.des.

Nøkur av átroðkandi málunum, sum skula loysast eru:

-Eina hurð til allar tænastur!
-Bíðikøir til psykiatri, umlating, stuðul o.a. tænastur skula burtur skjótast!
-Øll børn skula tryggjast rætta skúla- og frítíðartilboð
-Øll sum megna, skula sleppa at arbeiða
-Vit skula hava eitt brektalsfólk
-Feløgini undir MEGD skula styrkjast,
-Tí felagsskapurin styrkir og mennir
-Tí politiska skipanin tørvar sterkar felagsskapir
-Sjálvboðin í MEGD og líknandi felagsskapum skula fáa somu skattafría samsýning, ájavnt ítróttarregluna

Eini 15-20% av øllum børnum í Føroyum tørva serliga hjálp einaferð ella varandi. Tí er tað sera týdningarmikið at vit lætta, betra og tryggja okkara skipanir, soleiðis at peningurin í mesta mun fer til børnini.

-Tí øll hava rætt til at hava ein góðan dag!

Les meir um míni hjartamál: Børn og vaksin við serligum tørvi, umhvørvi og føroyska framleiðslu á bjorgdam.blogspot.com

Vælkomin at seta mær spurningar.

Bjørg Dam

Vel Javnaðarflokkin, vel eina serliga eldsál 8.des.

#GangIkkiØrgVelBjørg
#øllhavarætttileingóðandag
#javnrættindi

311145491_5620869014601493_9064348515882680646_n

Hurð til hurð við børnum

– Annita á Fríðriksmørk

Fólk, sum varða av børnum og vaksnum við avbjóðingum av ymsum slag, renna seg ofta í múrar og opna eina hurð fyri og aðra eftir. Hetta hoyra vit nokkso javnan um, og tað ljóðar ikki til, at trupulleikarnir verða loystir – heldur ikki um fleiri pengar verða givnir til økið.

Pengar eru nevniliga ikki altíð loysnin. Vit noyðast alla tíðina at gera broytingar og reformar innan almannaverkið og barnaverndarøkið.

Er tað so, at børn ikki sleppa til umlætting, ella ikki fáa hjálp, tí skipanirnar ímillum land og kommunur ikki tosa saman, so hevur éin at skera ígjøgnum, og tað er landsstýrismaðurin í almannamálum.

Eg veit ikki, um verandi ella undanfarin landsstýrisfólk hava verið vitandi um, at tað er mangul uppá reformar ella uppá flyting av málsøkjum, sum viðhvørt er avbjóðingin. Men so mugu myndugleikar og leiðslur, sum varða av økinum kunna landsstýrismannin um avbjóðingina; og um at tað er ikki pengar tit koma eftir men eini umstrukturering.

Tað kann ikki passa, at børn verða flutt frá fosturforeldrum, sum tey eru knýtt at, og sum tey hava verið hjá í fleiri ár, verða koyrd á stovn, sum er ein verri loysn fyri barnið – OG umleið 5 ferðir dýrari – bara í fyrstu syftu – pluss verri vælveru, minni tryggleika, meðan barnið veksur seg til.

Og tað kann ikki passa, at foreldur, sum hava børn við avbjóðingum, og sum hava rætt til hjálp, ikki fáa hjálpina, tí skipanirnar ikki tosa saman.

Hesi, sum eisini eru millum tey, sum rinda sín skatt og mvg til land og kommunur við tí lyfti, at tey afturfyri fáa eitt almannaverk og heilsuverk, sum er har fyri tey, tá ið tey hava brúk fyri tí.

Slíkar søgur mugu skjótt verða søga!

Annita á Fríðriksmørk