Tillagað starv: Somu løn fyri sama arbeiði

– Terji Beder

15. desember 2020 staðfesti sitandi samgonga, at hon ikki metir, at øll fólk eiga at fáa somu løn fyri sama arbeiði. Skipanin við tillagaðum størvum varð broytt, soleiðis at fólk, ið bera brek ella hava aðrar avbjóðingar, ið gera at tey ikki kunnu arbeiða sum vant, nú fáa munandi minni í løn.

Loftið á ískoytinum varð lækkað frá 22.000 krónum til 18.552 krónur um mánaðin. Samstundis varð sett inn, at fólk stigvíst fáa eitt munandi minni ískoyti, so hvørt lønin veksur. Hetta merkir t.d. at eitt hjálparfólk við 10% arbeiðsførleika, ið undir gomlu skipanini hevði fingið 24.595 krónur, nú fær 20.969 krónur um mánaðin. Ein limur í BLF, ið sambært gomlu skipanini hevði fingið 45.722 krónur, fær nú 34.013 krónur.

Hetta er ein minking í løn, sum kann raka okkum øll. Ert tú fyri einum óhappi, upplivir okkurt, ið gevur álvarslig sálarlig mein, ella hevur eina arvaliga sjúku, ið brádliga byrjar at gera um seg, so rakar hetta teg. Rakar tað ikki teg, so rakar tað ógvuliga sannlíkt onkran tú kennir.

Samgongan segði, at tað var alneyðugt at spara nakrar milliónir í skipanini fyri at tryggja haldførið hjá landskassanum. Hóast tað skuldi eitast at vera alneyðugt at taka hesar pengarnar frá fólki, ið bera brek, hava sálarligar avbjóðingar ella eru álvarsliga sjúk, so kom samgongan í seinasta fíggjarlógaruppskoti við einum skattalætta, ið serliga gagnar teimum ríkastu í samfelagnum. Hvussu kann hetta vera rætt ella rættvíst?

Fólk, ið noyðast at vera í tillagaðum størvum, hava eisini fíggjarligar skyldur. Lán, leiguútreiðslur, útreiðslur til mat og so framvegis. Tey hava familjur. Tey hava eina vón um ikki bara at yvirliva, men at hava eitt gott lív, hóast at tey hava avbjóðingar við heilsuni. Hesum vildi samgongan ikki stuðla. Hon hevur heldur lagt stein oman á byrðu. Landsstýrismenn skulu hinvegin, sambært skattalættauppskotinum hjá samgonguni, fáa 3.500 krónur meira um árið.

Hetta kann enn broytast. Nú fíggjarlógaruppskotið neyvan verður góðkent í verandi líki, og undanfarna samgonga hevur funnið tíggjutals milliónir til ein skattalætta til tey, ið frammanundan fáa mest, er upplagt, at ein komandi reyð samgonga brúkar hesar pengarnar til at rætta tann skeivleikan, sum undanfarna samgonga voldi brekøkinum. Verður hugt at teimum upphæddum, sum skattalætti skuldi veitast eftir, er ikki bert ráð til at rulla broytingarnar aftur, men eisini at fara inn at hyggja at skipanini, fyri at betra hana. Tey, ið hava minst arbeiðsførleika, fingu áðrenn broytingina hjá samgonguni ongantíð nakran fíggjarligan vinning í at útbúgva og førleikamenna seg, tí tey raktu táverandi loftið á 22.000 krónur. Nú so nógvar milliónir eru tøkar, skulu vit tí bæði rulla broytingarnar aftur, og hyggja at ójavnum sum hesum.

Tað kann ikki vera rætt, at alt fíggjarliga grundarlagið verður rykt undan einum, tí ein noyðist at flyta í eitt tillagað starv. Tað kann ikki vera rætt, at vit hava eina skipan, ið trýstir fólk at arbeiða væl meira og longri í einum vanligum starvi, enn tað heilsan loyvir teimum, tí tey annars fara so nógv niður í løn. Serliga ikki nú vit opinbart hava 70 milliónir krónur til ein skattalætta til tey ríkastu.

Eg vil tí stríðast fyri at basa tí grundleggjandi órættvísi, sum hesi fólk eru fyri, og nýta høvið at rætta feilin, sum samgongan gjørdi í 2020.

 

Terji Beder,

Valevni fyri Javnaðarflokkin