SInnisbati á ferð

Altjóða Sálarheilsudagur 2019

Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum aftur í ár, fyri triðju ferð, verður hildin í Öström í Tórshavn 10. oktober 2019.

Upplegg, tónleikur og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, eru við á degnum. Evnið fyri dagin í ár er "sálarlig heilsufremjan og fyribyrging av sjálvmorði", sum WHO hevur valt sum altjóða evni.

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.
Tiltakið byrjar kl. 14, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Skráin fyri dagin sær út soleiðis:
Kl. 14:00: Dyrnar lata upp.

Kl. 14:25 Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata bjóðar vælkomin.

Kl. 14:30 Recovery spælir nøkur løg

Kl. 14:45: "Avleiðingar av fosturtøku kunnu vera lívshóttandi. Hvussu hjálpa vit?" v/ Mariu Forrestal úr Rachel's Vineyard Føroyar

Kl. 15:15: "Kanning um sjálvmorðsroyndir í Føroyum í einum 5 ára tíðarskeiði frá 2014 – 2018" v/ Sólrun Joensen og Jórun Højgaard, intensivir sjúkrarøktarfrøðingar við master í heilsuvísund.

Kl. 15:45: Steðgur + kaffi + básar.

Kl. 16:30: "At liva við sjálvmorðstonkum, og tað sum gjørdi at eg valdi lívið framum" v/ Sondy Simonsen

Kl. 17:00: “ Sjálvmorð og fyribyrging – fakta og mýta “ v / Birgit Andresen & Jana Mortensen

Kl. 17:30: "Barna bati seinastu 40 árini" v/ Djóna Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata

Kl. 18:00: "Meining og vón í líðing" v/ Róland í Skorini.

Kl. 18:30: Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður handað (Sinnisbati).

Kl. 19:00: Takk fyri hesuferð - síggjast í 2020!

Feløg og stovnar, sum hava hug at hava ein bás hendan dagin, eru vælkomin at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbata við at ringja á 597913 ella við at skriva til laura.apol@sinnisbati.fo. At hava bás er ókeypis.

Feløg og stovnar sum eru við á hendan dagin eru (GG: fleiri feløg verða løgd afturat): psykiatriska depilin, Almannaverkið, Fountainhúsið, Gigni, Heilsurøktarafelagið, Dugni, Fólkaheilsuráðið, Blái Krossur, Rachel´s Vineyard Føroyar, KRIS, Føroya Politi, Barnabati, ADHD-felagið og Sinnisbati.

SInnisbati á ferð

Fyrsta Sálarheilsuvirðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2017

Fyri fyrstu ferð verður virðisløn handað einstaklingi ella felagi, sum hava gjørt arbeiði ella tiltøk, sum eru við til at varpa ljós á sálarheilsu, er sálarheilsu fremjandi ella bøtir um korini hjá fólki við sálarsjúku og/ella avvarðandi teirra.

Stórt arbeiði verður gjørt kring landið á hesum økinum hvønn dag, men vit hoyra tíanverri sjálvdan tær góðu søgurnar. Nógv fólk gera hvønn dag eitt stórt íkast, sum hevur uppiborðið at blíva heiðrað. Tí fer Sinnisbati fyri fyrstu ferð at handa ársins Sálarheilsuvirðisløn.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. ​Ein dómsnevnd ger síðani av​, hvør ​skal hava heiðurin av at fáa ​fyrstu Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum.

Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár verður hildin í Østrøm í Tórshavn tann 10. oktober 2017.

Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mikudagin 1. oktober.

SInnisbati á ferð

Sálarheilsudagur 10.10.2015, Reinsaríið í Tórsgøtu

Skrá:

Kl. 19.00 Kristian Fróði Djurhuus, syngur 2 løg

Kl. 19.15 BÁRÐUR PERSSON, yrkisleikari sigur frá egnum royndum við sálarheilsutrupulleikum og týdninginum av heiluvági

Kl. 19.45 ”Fountaintónar” spæla 3 løg

Steðgur

Kl. 20.15 Fyrilestur við POUL VIDEBECH, professari á Glostrup Sjúkrahúsi í KBH.

EVNI: Tunglyndi og viðgerð av tunglyndi: FUP ella FAKTA? Hvat er tunglyndi? Hví gerst ein tunglyntur? Hvat vita vit um ymisku viðgerðarhættirnar: Terapi, heiluvág, kost og rørslu?

Kl. 21.00 Fountaintónar spæla 3 løg

Møguleiki er fyri at keypa kaffi og te.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

 

/Nevndin í Sinnisbata

SInnisbati á ferð

Sálarheilsudagin 10.10.15 – fyrilestur við Poul Videbech

Í samband við Sálarheilsudagin 10.10.15., skipar Sinnisbati fyri 2 fyrilestrum við professara og granskara innan psykiatri Poul Videbech.

www.videbech.dk

Endamálið við hesum tveimum fyrilestrum er at varpa ljós á týdningin av, at nøkur eru tengd at heiluvági fyri sálarheilsuavbjóðingar, og neyðugt er at taka hendan heiluvág nøkur skifti, ella alla tíðina, fyri at hava tamarhald á teimum sálarheilsuavbjóðingum ein hevur. Nógv kjak hevur verið fyri og móti heiluvági seinastu tíðina og vit í Sinnisbata halda at neyðugt er, at fáa innlit í hvat er “upp og niður her”, og í heila tikið at skapa eitt meira fjølbroytt kjak hesum viðvíkjandi.

Tann almenni fyrilesturin 10.10.15, verður í Gamlareinsaríð, í Tórsgøtu kl. 19-21.30.

Ymiskt annað er eisini á skránni 10.10.15 – sjá heimasíðuna hjá Sinnisbata www.sinnisbati.fo

Heitið á almenna fyrilestrinum:

“Tunglyndi og viðgerð av tunglyndi: FUP ella FAKTA? Hvat er tunglyndi? Hví gerst ein tunglyntur? Hvat vita vit um ymisku viðgerðarhættirnar: Terapi, heiluvág, kost og rørslu?”

Tann fakligi fyrilesturin 12.10.15, verður í Auluni á Námsvísindadeildini, á Fróðskaparsetur Føroya, kl.

10-12 (Aulan á fyrrverðandi Føroya Læraraskúla, á Frælsinum, í Tórshavn).

Heitið á fakliga fyrilestrinum:

“Hvat vita vit um tunglyndi og tunglyndisviðgerð? Hvat hjálpir, og hvat eiga vit, at gera fyri tey har heiluvágurin ikki bítur á?”

Tiltøkini eru ókeypis – Øll eru vælkomin!