Fyrsta Sálarheilsuvirðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2017

Fyri fyrstu ferð verður virðisløn handað einstaklingi ella felagi, sum hava gjørt arbeiði ella tiltøk, sum eru við til at varpa ljós á sálarheilsu, er sálarheilsu fremjandi ella bøtir um korini hjá fólki við sálarsjúku og/ella avvarðandi teirra.

Stórt arbeiði verður gjørt kring landið á hesum økinum hvønn dag, men vit hoyra tíanverri sjálvdan tær góðu søgurnar. Nógv fólk gera hvønn dag eitt stórt íkast, sum hevur uppiborðið at blíva heiðrað. Tí fer Sinnisbati fyri fyrstu ferð at handa ársins Sálarheilsuvirðisløn.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. ​Ein dómsnevnd ger síðani av​, hvør ​skal hava heiðurin av at fáa ​fyrstu Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum.

Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár verður hildin í Østrøm í Tórshavn tann 10. oktober 2017.

Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mikudagin 1. oktober.