Tað var fimtu ferð, at Sinnisbati, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, handaði Ársins Sálarheilsuvirðisløn.
Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Møguligt var at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið. Almenningurin, einstaklingar og feløg hava fingið hetta høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.
Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein óheft dómsnevnd avger síðan, hvør skal hava heiðurin, at fáa Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum. Virðislønin varð handað á Altjóða Sálarheilsudegnum í gjár, 10. oktobur.
Í ár valdi dómsnevndin at Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, skuldi móttaka virðirslønina. Tað var Sinnisbati Ung, sum í ár handaði virðisløninia.
Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður latin Katrini Joensen-Næs:
Katrin Joensen-Næs hevur við sínum listarliga arbeiði varpað ljós á lívið við sinnisligari sjúku við serligum denti á teimum, ið standa nær; teimum avvarðandi. Katrin varpar, við novellufilmi sínum “Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært.
Leikluturin hjá tí, ið stendur hjá, verður ofta lýstur sum hjáleiklutur í frásøgnum um lívið við sinnsligari sjúku og órógvi, men í hesum filmsverkinum dregur Katrin myndatólið mótvegis tí avvarðandi, sum í støðum kann kenna seg bæði mátt- og ráðaleysan. Í filmsverkinum gevur Katrin tí avvarðandi eina rødd og rúmd at verða í teimum kenslunum, ið kunnu uppstanda, tá ein elskaður lýðir av álvarsligari sinnisligari sjúku. Katrin gevur tí avvarðandi loyvi at kenna tær kenslur, ið kunnu vísa seg: einsemi, vreiði og sorg. Samstundis sum hon lýsir áhaldandi og treytaleysan kærleika, gleði og vón.
Katrin Joensen-Næs hevur við filmsverkinum “Ábyrgd” latið upp einar dyr, sum í mong ár einans hevur staðið á glopp. Hon hevur, við nøkrum av teimum førandi føroysku filmsfólkunum, verið við at skapa eina trúliga mynd av, hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.
Vit ynskja við hesari virðisløn, at heiðra Katrinar dirvi og hennara ágrýtni og eldhuga, at taka upp evni, ið hava stórt samfelagsligt virði og týdning.