Samrøðubólkur

Sinnisbati fingið nýggja nevnd og forkvinnu

 

Leygardagin 4. mars var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Súsanna Olsen helt eina formansrøðu, har hon millum annað legði dent á arbeiðið við eini heildarætlan fyri psykiatriska økið, ið er tiltrongd. Harumframt nevndi hon, at Sinnisbati seinastu árini hevur ment seg nógv, og er í dag ein sjónligur áhugafelagsskapur við nógvum virksemi.

Sinnisbati hevur arbeitt nógv við avvarðandi arbeiði, við sjálvhjálparbólkum bæði til vaksin, børn og ung, eisini rópt ”Time Out”. Hetta er eitt økið felagið framvegis fer at arbeiða fyri, tí tað hevur víst seg at vera sera gevandi. Sinnisbati fer framvegis at arbeiða fyri, at betra um støðuna hjá avvarðandi.

Súsanna Olsen kom eisini inn á, at Sinnisbati í løtuni arbeiðir við at byrja eitt nýtt ráðgevingartilboð til ung, sum skal virka fyribyrgjandi. Tíverri síggja vit í kanningum, eins og í arbeiðinum hjá Sinnisbata, at talið av ungum við sálarheilsu trupulleikum er vaksandi. Trýstið er stórt, og ung hava alt fleiri avbjóðingar innan fleiri øki. Tað kann vera trupult at tosa við foreldur og vinir um hesar avbjóðingarnar, og tí er tað gott at hava eitt stað, har onkur altíð er at tosa við.

Súsanna Olsen endaði við, at boða frá, at hon takkar fyri seg sum forkvinna í felagnum. Súsanna hevur verið forkvinna í Sinnisbata í fýra ár, har hon hevur staðið á odda fyri at fáa gjørt Sinnisbata til eitt sjónligt felag, ið verður tikið við uppá ráð. Felagið takkaði Súsonnu fyri sítt stóra og góða arbeiði, við at geva henni eina gávukurv og ein grafiskan málning.

Røðan hjá Súsonnu Olsen kann lesast á heimasíðu felagsins.

Nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Jana Mortensen: Skrivari

Tummas Tomassen: Kassameistari

Anna Nolsøe Joensen: Nevndarlimur

Olga Maria undir Skarði: Nevndarlimur

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vanja S. R. Davidsen, Margreta Poulsen og Regin Jóanesarson.

Laura Apol stillaði ikki uppaftur. Hon er sett í starv sum samskipari hjá felagnum í nakrar tímar um vikuna, til millum annað at fáa ráðgevingartilboðið upp at standa. Harumframt skal hon taka sær av samskiftisuppgávum, samskipa tiltøk og taka sær av skrivstovuuppgávum.

Á myndini síggjast frá vinstru: Marjun J. Hentze, Vanja S. Davidesen, Regin Jóanesarson, Róa Midjord, Jana Mortensen, Margretha Poulsen, Súsanna Olsen, Tummas Thomassen, Anna Nólsøe Joesen og Olga Maria undir Skarði.

Samrøðubólkur

Samstarv ímillum Sinnisbata og Bústaðir

Í samstarvi við Bústaðir, og sum partur av einari størri bústaðarverkætlan við Berjabrekku í Tórshavn, verða um stutta tíð fleiri møguleikar hjá fólki við sálarsjúku, at leiga í Tórshavn. Talan er um trý hús við fýra íbúðum í hvørjum húsi. Meira kunning um íbúðirnar verður at lesa í blaðnum hjá Bústøðum, sum verður borið út í hvørt hús í næstum.

Samstarvið er komi í lag, vegna at Sinnisbati hevur verið eigari av einum størri grundstykki við Berjabrekku, har sum Bústaðir hevur ætlanir um at byggja ein størri býling av leiguíbúðum. Kravið fyri at lata grundstykkið bíliga til Bústaðir hevur verið, at ein partur av íbúðunum eru til fólk, ið eru fevnd av endamálsorðingini hjá Sinnisbata, um bústaðir (t.v.s. at arbeiða fyri at fólk, ið eru komin fyri seg, partvíst av sálarsjúku, og sum megna at búgva og húsast sjálvstøðugt, fáa møguleikan til tess). Almannaverkið umsitur íbúðirnar, tá tað er klárt at flyta inn. Sinnisbati hevur tí ikki møguleikan at seta fólk á bíðilista, ella lata fólk flyta inn í íbúðurnar.

Í alt verða 38 íbúðir bygdar í Berjabrekku, soleiðis at grundstykkið, sum Sinnisbati hevur átt, verður ein partur av einum størri stykki, har fleiri íbúðir verða bygdar. Við hesum blíva tær 12 íbúðirnar, sum Almannaverkið fer at ráða yvir, ein partur av einum vanligum bústaðarøki. Hetta er eitt tekin um, at vit í samfelagnum vilja fjølbroytni, stimbra tollyndi og góðtøku á ein góðan og skynsaman hátt. Í longdini vinna vit øll av hesum.

Tá Sinnisbati á fyrsta sinni bleiv sett á stovn í 1982, var endamálið hjá felagnum millum annað, at arbeiða fyri fleiri og betri bústaðarmøguleikum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Sinnisbati hevur í mong á havt ein sjálvsognarstovn, ið umsitur og rekur tvey hús í Tórshavn, har stovnarnir Sólteigur og Eysturstræti húsast, sum eru bústovnar fyri fólk, ið hava sálarsjúku.

At byggja íbúðir hevði tó ikki borið til, um tað ikki var, at Bústaðir hevur bjóðað seg fram og sagt ja til, at taka hesa uppgávuna á seg. Sum áhugafelag, hevði tað ikki verið møguligt hjá Sinnisbata at bygt á grundstykkinum. Tí fegnast nevndin um, at Bústaðir átekur sær hesa sosialu ábyrgdina, og gevur fólki, ið hava sálarsjúku, fleiri bústaðarmøguleikar.

Hetta er ein teimum bestu gávunum, sum ein áhugafelagsskapur sum Sinnisbati kundi fingið. Sinnisbati vil takka felagnum Bústaðir fyri at tey hugsa um okkara limir, og vísa sosiala ábyrgd.

 

Samrøðubólkur

Gleðiligt at bústaðarmøguleikar verða raðfestir

Sinnisbati gleðist um, at samgongan raðfestir bústaðarmøguleikar hjá fólki við serligum avbjóðingum. Hetta er eitt økið, har stórur tørvur er á tilboðum, og íløgurnar fara at gera serstakliga stóran mun hjá teimum, ið fáa møguleikan fyri bústaði.

Tí gleðast vit í Sinnisbata um, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgun Samuelsen, vil raðfesta økið við 60 milliónum krónum. Bústaðir til menniskjum við serligum tørvi, er ein stór mangul vøra í Føroyum, og nógvir av verandi bústaðarmøguleikum eru í alt ov ringum standi, og ikki nóg væl innrættaðir til endamálið.

Vit eru greið um, at hesar 60 milliónirnar ikki nøkta allan tørvin, men peningurin fer at gera góðan mun. Í Sinnisbata eru vit glað fyri, at nakað hendir á økinum nú, so hesi fólkini kunnu fáa góðar umstøður at liva í – og vit vóna, at hendan raðfestingin er tekin um, at økið verður raðfest hægri næstu nógvur árini.

Samrøðubólkur

Sinnisbati hevur fingið nýggjan nevnd

Leygardagin 5. mars hevði Sinnisbati, sum er ahugafelag teirra, íð hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, aðalfund. Á aðalfundinum var nýggj nevnd vald.

Forkvinnan, Súsanna Olsen, stóð ikki fyri vali, og er tískil framhaldandi forkvinna í felagnum. Harumframt blivu Róa Midjord, Barbara Gaardlykke Apol og Laura Kathrine Apol nevndarlimir. Súna Mørk fór úr nevndini, og Súsanna Wither Poulsen og Beinta Kollslið stillaðu ikki upp aftur. Tummas Thomassen, Regin Jóanesarson og Margretha Poulsen stóðu ikki fyri vali og eru framhaldandi nevndarlimir.

Nevndin er skipað soleiðis, at Laura Kathrine Apol er næstforkvinna og miðla- og samskiftisfólk, Barbara Gaardlykke Apol er kunningar- og átaksfólk, Róa Midjord er bólkasamskipari fyri avvarðandi bólkarnar, Tummas Thomassen er kassameistari, Regin Jóanesarson er nevndarlimur og Margretha Poulsen er nevndarlimur við ábyrgd fyri hølisviðurskiftunum hjá felagnum. Tær sum eru farnar úr nevndini, skulu hava stóra tøkk fyri tann góða innsats, tær hava gjørt fyri felagið!

Nýggja nevndin fer at halda fram við at skipa fyri tiltøkum, sum kunna um og lýsa sinnisórogv. Somuleiðis verður skipað fyri fleiri avvarðandi bólkum, ið eru fyri fólki, sum eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku. Hesir bólkarnir hava verið serstakliga væl dámdir av teimum, sum hava verið í bólki higartil. Nevndin ynskir at víka um virksemið hjá felagnum, við millum annað at útgeva meira kunnandi tilfar um lívið við sinnisórogv og tað at vera avvarðandi, eins og felagið ætlar at skipa fyri átøkum í tráð við endamáli felagsins.