Farin er undir at byggja í Berjabrekku

Sinnisbati fegnast um, at ætlanina um at byggja ein nýggjur býlingur í Berjabrekku, er byrjað!

Verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bul, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.

Bústaðir fóru undir stóru verkætlanina Berjabrekka 3 í 2018.

Talan verður um 38 nýggjar íbúðir, her fýra ymisk íbúðarsnið verða fingið til vega. Byggingin fer at minna um hana sum hava verið av teimum 22 íbúðunum á Óðinshædd, sum Bulur somuleiðis hevur staðið á odda fyri.
Byggiverkætlanin hjá Buli fevnir um trý byggistig, har 12 íbúðir verða í fyrsta byggistigi, 16 í øðrum og 10 í triðja og seinasta. Fyrstu 12 íbúðirnar eru tær hjá okkum í Sinnisbata.
Fundamentini eru nú stoypt og Bulur fer nú at seta fyrstu húsini upp.
Sí myndir her og lesið meira: Bústaðir - Berjabrekka 1