Innbjóðing til norðurlendskan psykiatritoppfund fyri ung

Sunnudagin 19. november og mánadagin 20. november verður fyrsti norðurlenski psykiatritoppfundur fyri ung avhildin í Keypmannahavn. Tað er Det Sociale Netværk í Danmark, sum skipar fyri.

Endamálið til hendan ungdómstoppfundurin er, at styrkja samstarvið millum tey norðurlendsku londini á økinum, sum snýr seg um sálarliga heilsu hjá ungum. Á fundinum fáa ung úr norðurlondum møguleikan fyri at deila tankar og hugskot, umframt at menna politikk á økinum yvir tveir dagar. Tað er sera tydningarmikið at ung hoyrast í hesum kjakinum og deila teirra royndir, soleiðis at tey saman kunnu skapa loysnir og menning. Tíverri er tað soleiðis, at sálarligar avbjóðingar millum ung er ein vaksandi trupulleiki. Tað mugu vit gera okkara til at broyta. Sinnisbata sendir aðalskrivara felagsins, Laura Apol, sum hevur fingið persónliga innbjóðing. Harumframt skal Sinnisbati finna eitt annað ungdómsumboð, sum kann verða við at umboða Føroyar á fundinum. Hetta umboðið skal verða millum 15 og 30 ár. Hava tit eitt umboð, tit ynskja at senda avstað, so er at senda eina umsókn til sinnisbati@sinnisbati.fo áðrenn 10. oktober kl. 15:00, har viðkomandi, sum hevur hug og eldhuga innan øki, skrivar eitt sindur um seg sjálva/n.

Krøvini eru hesi:

  • Gjarna hava innlit í arbeiðsøkið í tínum landi; antin politiskt, sum avvarðandi ella sum fyrrverandi ella núverandi brúkari av psykiatriini
  • Tú skal hava áhuga innan arbeiðsøki
  • Vera millum 15-30 ár
  • Skriva eina umsókn á í mesta lagi 2400 tekn

Flogferðaseðlar og hotel frá sunnudagin til mánadagin verða goldið av Sinnisbata og Det Sociale Netværk. Viðkomandi verður útvald/ur av einari nevnd, sum er óheft av feløgunum. Spurningar kunnu sendast til laura.apol@sinnisbati.fo

Fyribils skrá kann downloadast her: DSN_A4_Nordisk-Ungetopmøde- program_aug17