Sinnisbati fer komandi tíðina at varpa ljós á, hvussu vit í hesi tíðini, sum kennist tung og torførð, kunnu hjálpa hvørjum øðrum.
Hetta fara vit at gera soleiðis, at okkara fylgjarar á Facebook og Instagram kunnu skriva til okkara um, hvat hjálpir teimum, tá alt kennist ómøguligt og svárt.
Øll sum skriva til okkara eru sjálvandi dulnevnd.
Flest menniskju hava sín egna máta at megna lívið og støðuna hjá sær og vit ynskja at deila hesi góðu amboðini, so vit kunnu hjápla hvørjum øðrum.
Hvat hjálpir tær?
Tú kanst skriva tíni tankar niður og senda til okkum á Facebook, Instagram ella sinnisbati@sinnisbati.fo