Stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata og kjattvirkseminum

Sinnisbati er einsvæl og onnur feløg og stovnar raktur, nú Koronafarsóttin ger um seg. Tað hevur gjørt, at meginparturin av virkseminum hjá felagnum liggur lamið og fleiri tiltøk, sum skuldu geva felagnum fígging , kunnu ikki verða hildin. Tó er kjattvirksemið hjá Sinnisbata víðkað nógv, og vit hava opið fýra tímar gerandisdagar og 4 tímar í vikuskiftinum. Fleiri skriva og hava tørv á at tosa við onkran um ymisk viðuskifti, og vit hava eitt gott og professionelt ráðgevingartoymi, sum hvønn dag, eru til reiðar at lurta, ráðgeva og stuðla. Viðuskiftini ,sum kunnu gera seg galdandi, eru einsemi, ótti, harðskapur, kynsligur ágangur, misnýstla, spurningar viðvíkjandi Korona og mangt annað.
Til ber at kjatta á www.sinnisbati.fo hvønn gerandisdag kl. 10-12 og 20-22, umframt um vikuskiftið kl. 20-22.
 
Fyri at halda gongd í hjólunum og alla tíðina at kunna menna virksemið og arbeiðið hjá felagnum, er neyðugt, at felagið er væl fyri fíggjarliga, eisini tá hjálparátøkini steðga aftur.
 
Tí ynskja vit, at øll, sum hava hug og áhuga fyri arbeiðinum hjá Sinnisbata, kunnu lata eini peningargávu.
 
Peningurin kann flytast á ein av hesum kontum. Viðmerk vinaliga ”gáva”:
 
Betri Banki: 9181-0001330898
Bank Nordik: 6460-0001639465
Suðuroyar Sparikassi: 9870-0001017757
Norðoyar Sparikassi: 9865-0001024242
 
Ein hjartans tøkk til tykkum!