Loppumarknaður verður í Sinnisbata 24. mars kl. 10-14 í hølunum hjá felagnum, Laðabrekka 1 í Tórshavn, omanfyri handlinum Hennara, beint við Café Natúr.
Í ár verður savnað inn til avvarðandiarbeiðið hjá Sinnisbata. Vit hava seinasta árini skipað fyri avvarðandibólkum fyri vaksin, børn og ung, og hetta arbeiðið/tilboðið ynskja vit at víðka.
Kom oman við lutum!
Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Sinnisbata við lutum mikukvøldið 21. mars og hóskvøldið 22. mars millum kl. 17-19. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.
Tombola, og kaffi og køkusøla verður.
GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til avvarðandiarbeiðið hjá felagnum!