Sinnisbati hevur fingið nýggja nevnd

Mikukvøldið 21. februar var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Róa Midjord helt eina formansrøðu, sum kann lesast á heimasíðu felagsins, sinnisbati.fo.

Róa tosaði millum annað á, at 2017 hevur verið eitt sera virkið ár fyri Sinnisbata bæði so og so. Vit hava verið í fleiri arbeiðsbólkum og skipað fyri fleiri stór tiltøk eitt nú 35 ára føðingardagshaldi, sum var 27. mai í Perluni og í Reinsarínum um kvøldið.

“10. oktober høvdu vit afturvendandi tiltakið, Altjóða Sálarheilsudagur. Í 2017 bleiv tað eitt nógv størri tiltak enn áður. Fleiri stovnar og feløg vóru boðin við sum samstarvsfelagar. Har vóru: Gigni, Dugni, Blái Krossur, Reyði Krossur, Fólkaheilsuráðið, Kringvarp Føroya (Røddin), Almannaverkið, KRIS, Fountainhúsið, psykiatriski depilin, Heilsurøktarafelagið og Rachel’s Vineguard. Tað bleiv eitt stórt tiltak í Østrøm í Havn, har fleiri fyrilestrar og tónleikur vóru. Har vóru eisini básar, har fólk kundu fáa kunning um feløg og stovnar. Hugsanin aftanfyri var at skapa eina heildarmynd av psykiatriska økinum á øllum økjum, ikki bara í mun til viðgerð. Har vitjaðu omanfyri 500 fólk ígjøgnum dagin. Sum nakað nýtt handaðu vit fyrstu sálarheilsuvirðislønina til ein ella fleiri, sum hava gjørt nakað serligt í mun til sálarheilsu. Tað bleiv Martin Kúrberg sum fekk heiðurin.”

 

Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Tummas Tomassen: Kassameistari

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Ragnar Petersen: Nevndarlimur

Erla Matras Jensen: Nevndarlimur

Beinta Victoria Sigvardsen Hentze: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vida Akselsdóttir Højgaard, Margreta Poulsen og Sofie Buchhave.

Jana Mortensen, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Regin Jóanesarson stillaðu ikki uppaftur. Vit takka stórliga fyri teirra arbeiði í nevndini.

Á myndini síggjast frá vinstru fremst: Marjun Hentze, Róa Midjord, Thomas Thomassen. Aftast frá vinstru: Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen, Ragnar Petersen, Súsanna Olsen, Beinta Sivertsen Hentze og Vida A. Højgaard.