Sinnisbati fer aftur at hava væl dámdu TIME OUT Bólkarnar í heyst. TIME OUT er eitt tilboð til tín, sum ert millum 12-18 ár, og sum hevur foreldur ella systkin við sálarsjúku.
TIME OUT er eitt frírúm hjá børnum og ungum – eitt stað har tey kunnu siga time out frá gerandisdegnum, og møta øðrum í líknandi støðu. Tú kanst tosa við onnur við somu upplivingum og deila royndir, og eisini er pláss til hugna og stuttleika í bólkinum.
Bólkurin er skipaður av royndum bólkaleiðarum, og saman taka tit ymisk evni upp at viðgera og fáa amboð til gerandisdagin. Luttakarar og bólkaleiðarar hittast eina ferð um vikuna í átta vikur í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakarum.
Sinnisbati hevur havt TIME OUT bólkar síðani 2016, og hava afturmeldingarnar frá luttakarunum verið góðar. Eitt, sum gongur aftur, er, at tey ungu ikki longur kenna seg einsamøll. Um bólkin siga tey luttakandi m.a:
– Nú veit eg, at sálarsjúka ikki smittar
– Eg havi onkran sum SKILIR, og eg føli meg ikki einsamalla longur
– Eg tori betri at hava tað, sum eg havi tað, tí eg veit at tað ikki bara eri eg
– Eg skilji betri, hvussu mamma hevur tað, og hvat sálarsjúka er
Melda til bólkin
Tilmelding fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Tað er “Først til mølle-principp”, og kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so er tað bert eitt gjald). Tað er bindandi at melda seg til.
Bólkurin byrjar í oktobur, ella tá nóg nógvar tilmeldingar eru.
Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913, ella senda ein teldupost.