NEVNDIN HEVUR SKIPAÐ SEG

Frá vinstru: Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Elisabeth Carlsson, Súsanna Olsen, Minna Sólfinnsdóttir, Nuka Heinrich Eidesgaard og Joan B. Poulsen (Oddbjørg Johansen, Vivian Sjóðklett og Annetta Saltá vanta á myndini).
frá vinstru: Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Elisabeth Carlsson, Súsanna Olsen, Minna Sólfinnsdóttir, Nuka Heinrich Eidesgaard og Joan B. Poulsen (Oddbjørg Johansen, Vivian Sjóðklett og Annetta Saltá vanta á myndini).

 

Aðalfundur hjá Sinnisbata varð hildin 25. mars, og stórur áhugi var at koma í nevndina. Fýra sessir stóðu fyri vali, og tvey nýggj fólk stillaðu upp.

Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu sjey nevndarlimir sita, ið vera valdir fyri tvey ár, og í minsta lagi tveir tiltakslimir, ið verða valdir á hvørjum ári. Nuka Heinrich Eidesgaard og Annetta Saltá eru nýggjar í Sinnisbata, og ynskja vit teimum hjartaliga vælkomnar í nevndina.

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
– Joan B. Poulsen, kassameistari
– Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
– Oddbjørg Johansen, nevndarlimur
– Nuka Heinrich Eidesgaard, nevndarlimur
– Vivian Sjóðklett, tiltakslimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Annetta Saltá, tiltakslimur

Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til nevndarárið 2025/2026  og hevur sett sær fleiri mál fyri. Tað fyrsta, sum stendur fyri framman, er at gera eina nýggja virkisætlan fyri komandi árini.

Ársfrágreiðing 2024 kann lesast her