Mánakvøldið 12. mars kl. 19:30-21:30 verður aftur kafékvøld í Sinnisbata. Hesa ferðina viðgera vit evnið at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku.
Kristianna Dam, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini og ph.d.-lesandi, kemur at greiða frá síni nýggju gransking um at vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku. Eisini fer hon at siga sína hugsan um týdningin av, at tosað verður tíðliga við børn um sálarsjúkur, nú barnabókin sum Sprotin hevur givið út, ”Tá mamma verður ør” júst er komin út um sama evni.
Eisini Dagmar Clothier, sum er námsfrøðingur og bólkaleiðari í Time Out, avvarðandi bólkur fyri ung, í Sinnisbata, kemur at greiða frá arbeiðnum við børnum og ungum, sum eru avvarðandi, og tankarnar tey hava, og týdningin av, at tilfar er til taks, sum viðgerð eitt slíkt evni.
Høvi verður til spurningar og kjak.
Kaffimunnur og kaka verður at fáa.
Bókin ”Tá mamma verður ør” verður til keyps til serprís hetta kvøldið – einans 100 kr. Alt yvirskotið av søluni fer óskert til Sinnisbata og avvarðandiarbeiðið.
Øll eru vælkomin!