time ouutt

Ársfrágreiðing formansins v/ Róu Midjord

Árið 2017 hevur verið eitt sera virkið ár hjá Sinnisbata

Í januar byrjaðu vit av álvara at kanna um grundalag var fyri eini headspace-verkætlan her heima hjá okkum í Føroyum. Laura Apol varð boðin til Danmarkar á fund í tveir dagar saman við umboðum úr Íslandi og Belgia. Kunnað varð um headspace í Danmark, hvussu tey arbeiða, mannagongdir og kanningar. Somuleiðis vóru umboðini eisini á vitjan hjá tveimum headspace sentrum. Einum í Keypmannahavn og tí í Helsingør. Nógv kom burturúr og eitt samstarv kom í lag, har Laura sum samskipari í Føroyum, skuldi kanna møguleikarnar fyri einum headspace sentri í Tórshavn, og kanna møguleikarnar fyri fíggjarligum stuðli í samstarvi við headspace Danmark.

Tað var eisini síðst í janaur. at tilmælið ”Borgarin takast uppá ráð” varð handað landsstýriskvinnuni í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen. Tilmælið er grundalagið undir einum nýggjum tænastupolitikki, har borgarar við serligum tørvi eru í miðdeplinum. Umboð úr Sinnisbata hava eisini sitið í arbeiðsbólkinum. Tænastupolitikkurin er liður í arbeiðinum at dagføra lóggávuna viðv. tænastum. Tænastupolitikkurin bleiv lagdur fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis á heysti 2017.

Árið 2017 var eisini árið, har vit fingu eina talgilda limagjaldsskipan, har longu nógvir limir hava teknað seg, men eisini limir, sum fyrr hava goldið sjálvi, eru komir inn á við at nevndin hevur ringt runt til limirnar. Hetta hevur gjørt, at vit hava fingið umleið 10.000 kr. inn í limagjøldum í 2017. Hetta er sjálvandi als ikki nokk. Í 2018 má eitt stórt stig takast fyri at fáa fleiri limir at gjalda og fáa fleiri limir sum heild. Harundir eisini fyritøkur.

Í 2017 fingu vit somuleiðis hægri játtan á fíggjarlógini, nú fáa vit sum felag 400.000 kr., har vit áðrenn fingu 200.000 kr. Hetta fegnast vit um. Tað hevur millum annað haft við sær, at vit kunnu gera fleiri avvarðandi tilboð, seta eitt starvsfólk og brúka meira orku uppá upplýsing.

22. februar var startskotið til, at ein stórur arbeiðsbólkur skuldi arbeiða við einum áliti um eina heildarætlan fyri psykiatriska økið í Føroyum. Í bólkinum vóru vit í Sinnisbata eisini umboðað. Hetta hevur verið eitt stórt og avbjóðandi arbeiði, men spennandi og neyðugt. Hetta arbeiðið var liðugt í heyst 2017. Komandi tíðina koma vit at hoyra nógv meira um innihaldið og implementeringina av átøkunum í álitinum.

1. mars bleiv Laura Apol sett í starv sum aðalskrivari í Sinnisbata í 10 tímar um vikuna. Frá 1. juli bleiv tímatalið hækkað upp í 20 tímar. Hon tekur sær av dagligu umsitingini í felagnum, fundraisar, umboða felagið í arbeiðsbólkum og samstørvum og er við til at samskipa og skipa fyri tiltøkum.

4. mars 2017 var ársaðalfundur, har Súsanna Olsen takkaði fyri seg eftir fýra ár sum forkvinna í felagnum. Róa Midjord tók við sum forkvinna. Fleiri nýggj andlit gjørdust ein partur av nevndini, og eisini bleiv samtykt at seta Lauru Apol sum starvsfólk í felagnum til at taka sær av dagliga samskiftinum, stuðli, størri tiltøkum, og sjónligheit sum heild.

18. mars høvdu vit eitt ørðvísi tiltak. Nevniliga loppumarknað. Nógvar loppur komu inn og omanfyri 13.000 kr. vórðu savnaðar til headspace-verkætlanina, umframt barna-og ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Eitt sera stuttligt og hugnaligt tiltak, har nógv fólk vitjaðu.

Aftur í 2017 høvdu vit avvarðandibólkar. Um várið fyri vaksnum og fyri ungum (Time Out) um heystið. Tað hevur verið væleydnað, og afturmeldingarnar eru góðar. Somuleiðis hevur Føroya Skótahjálp savnað 70.000 kr. inn til Time Out, sum verður brúkt til endamálið í 2018.

Eitt lítið video um at tosa við virðing um fólk við sálarsjúku bleiv eisini gjørt í 2017, og tað bleiv væl móttikið.

Í apríl høvdu vit vitjan av Toke Zandersen úr Danmark Hann var við á kafékvøldi við heitinum ”Vón og recovery”. Kafékvøldini vóru á Sandi, í Havn og á psykiatriska deplinum. Í Havn spældi Ragnar Finsson nøkur løg.

1. mai bleiv Sólmai sett í arbeiðsroynd hjá okkum, og hevur virkað sum skrivstovufólk á kontórinum saman við Lauru. Tað hevur eydnast væl, og vit hava øll verið glað fyri at hava Sólmai sum arbeiðsmegi, drívmegi og blítt anlit í Sinnisbata, altíð til dystin fús.

24. mai 2017 hevði Sinnisbati 35 ár á baki. Føðingardagshald var 27. mai í Perluni. Har vóru røður, fyrilestrar, tónleikur og sofuprát. Ein spennandi og fjølbroytt skrá. Um kvøldið, 27. mai, var stuðulskonsert í Reinsarínum, har nógvir kendir tónleikarar og bólkar spældu og stuðlaðu Sinnisbata á henda hátt. Umleið 25.000 kr. komu inn í stuðli til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum.

14. juni vóru vit við á ítrottardegnum hjá Almannaverkinum. Ein vátur, men góður dagur við nógvum góðum fólkum og lekkrum døgurða. Tað er sera týdningarmikið, at vit sum felag eisini koma út kring landið og hitta borgararnar, har sum tey eru. Tað eydnaðist væl, og vit burdu so avgjørt verið við aftur í 2018.

Sama dag vóru vit við til at hátíðarhalda at viðgerðaheimið fyri ung, Frælsi á Eiði, lat upp. Tað er Frelsunarherurin undir leiðslu av Martini Kúrberg, sum hevur staðið á odda. Eitt sera flott og neyðugt stig. Vit góvu teimum eina gávu, eitt borðspæl, sum tey sikkurt kunnu fáa nógva gleði av.

Frá 1. juli til 15. august høvdu vit summarferiu, men kortini hendu fleiri ting. Vit vóru til dømis í húsunum hjá okkum á Dalavegnum og ruddaðu út í julimánaði. Eitt stórt og neyðugt arbeiði. Vit gleða okkum at kunna fara í holt við at umvæla húsini.

Í 2017 hava vit eisini verið úti og rópt varskó. Til dømis í sambandi við, at vit enn eina ferð vilja síggja, at politikararnir raðfesta psykiatriska økið hægri og at har skal takast væl og virðiliga hond um karmarnar úti á psykiatriska deplinum. Nógv er gjørt higartil, men slættis ikki nokk. Pjøssing er ikki loysnin. Tað eru virðiligir karmar og sømdir at virka undir har úti. Hetta var serliga í samband við átalu frá løgtingsins umboðsmanni í julimánaði.

24. august vóru vit til framløgu í Smæruni um sálarheilsu hjá miðnamskúlanæmingum í Føroyum. Tað var ein kanning, sum sálarfrøðingarnir á miðnámi høvdu gjørt. Tilmælið var millum annað um, at eitt opið ráðgevingartilboð til ung hevði verið eitt gott hugskot. Tí vóna vit, at vit fáa vælvild til headspace í 2018.

Umboð úr Sinnisbata vóru við á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um kynsligan ágang, seksualitet og brek (Bryt tabút). Ein spennandi og neyðug ráðstevna um eitt øki, sum tíanverri ikki er væl lýst í Føroyum. Tað var Sig frá og Almannamálaráðið saman við Nordisk Velfærdscenter, sum stóðu fyri ráðstevnuni.

Í september gjørdust vit partur av ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. Ein verkætlan sum skal virka sálarheilsufremjandi við trimum beinum, at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin. Har eru fleiri stovnar, feløg og myndugleikar sum eru partar av samstarvinum. Laura er ABC-samskipari í Sinnisbata, men Sólmai hevur eisini verið við á fundum. Hetta samstarvið heldur áram í 2018 við eini meira ítøkiligari virkisætlan hjá felagnum.

Í heyst vóru vit boðin við á samstarvsfund hjá SSP í Føroyum. Har vóru fleiri aktørar sum arbeiða fyri at bøta um sálarheilsuna hjá teimum ungu í Føroyum. Meira verður sikkurt at frætta um hetta samstarvið í 2018.

6. oktober vóru Laura og eg (Róa) við á Psykiatritoppfundi í Keypmannahavn. Tað var sera gevandi og vit fingu fleiri hugskot til víðari arbeiði.

10. oktober høvdu vit afturvendandi tiltakið, Altjóða Sálarheilsudagur. Í 2017 bleiv tað eitt nógv størri tiltak enn áður. Fleiri stovnar og feløg vóru boðin við sum samstarvsfelagar. Har vóru: Gigni, Dugni, Blái Krossur, Reyði Krossur, Fólkaheilsuráðið, Kringvarp Føroya (Røddin), Almannaverkið, KRIS, Fountainhúsið, psykiatriski depilin, Heilsurøktarafelagið og Rachel’s Vineguard. Tað bleiv eitt stórt tiltak í Østrøm í Havn, har fleiri fyrilestrar og tónleikur vóru. Har vóru eisini básar, har fólk kundu fáa kunning um feløg og stovnar. Hugsanin aftanfyri var at skapa eina heildarmynd av psykiatriska økinum á øllum økjum, ikki bara í mun til viðgerð. Har vitjaðu omanfyri 500 fólk ígjøgnum dagin. Sum nakað nýtt handaðu vit fyrstu sálarheilsuvirðislønina til ein ella fleiri, sum hava gjørt nakað serligt í mun til sálarheilsu. Tað bleiv Martin Kúrberg sum fekk heiðurin. Ein teknikapping fyri børn var eisini. Vinningurin var eitt gávubræv á 500 kr. til BR-leikur.

Sum nakað nýtt lótu vit í novembur 2017 upp á skrivstovuni. Tað er fyrsta hósdag í hvørjum mánaði, og tað hevur higartil eydnast væl. Fólk hava havt møguleiki at fáa eitt prát og ein drekkamunn. Tað verður vónandi møguligt at halda fram við hesum í 2018.

14. november vóru vit í Hvalvík og tóku ímóti einum kekki frá Skótahjálpini. Vit eru sera takksom fyri at føroysk børn hava savnað inn till onnur føroysk børn, sum hava foreldur við sálarsjúku. Tað er gott, at dentur verður lagdur á hesi viðurskifti.

19.-20. novembur høvdu vit tvey ung umboð við á fyrsta norðurlendska ungdómstoppfundinum í Keypmannahavn. Tað var Det Sociale Netværk sum hevði tikið stig til hetta. Umleið 40 ung úr øllum Norðurlondum vóru savnað, og eitt politiskt tilmæli varð gjørt, sum bleiv lagt fram í Fólkatinginum. Í næstum er ætlanin eisini, at tað skal leggjast fram her í Føroyun,

3. desember luttóku vit á Altjóða Brekdegnum, sum MBF skipaði fyri í Løkshøll í Runavík. Eitt sera spennandi og gevandi átak, har landsstýrisfólk og onnur vitjaðu.

14. desember var almennur jólahungni í hølunum hjá Sinnisbata. Har vóru fleiri fólk á vitjanTey fingu gløgg, holukøkur og kliptu jólapynt. Ein sera hugnalig løta.

15.-17. desember vóru tvær ungar gentur sendar til Svørikis á ráðstevnu um ung og sálarheilsu. Tað var átakið Gabriel Klint sum stóð fyri hesum. Sinnisbati varð boðin, eftir at tvey umboð høvdu vitjað okkum her í Føroyum, og høvdu prátað við føroysk ung. Endamálið er at varpa ljós á ung og teirra viðurskifti, tankar og kenslur. Genturnar fingu báðar nógv burturúr teirra luttøku á ráðstevnuni.

Í 2017 fingu vit stuðul til at byrja ein mannfólkabólk fyri menn, sum eru avvarðandi. Bólkurin fer í gongd í februar 2018. Somuleiðis hava vit fingið stuðul til eina barnabók um at vera barn hjá einum foreldri við sálarsjúku. Hon er júst komin út og kann eisini keypast her í kvøld. Alt yvirskotið frá søluni fer óskert til Sinnisbata.

Men 2017 var eisini árið har miðlarnar sum ongatíð áður hava varpað nógv ljós á sálarheilsu og sálarheilsufremjandi arbeiði. Tað fegnast vit sera nógv um, tí tað merkir eisini, at okkara arbeiði ger mun. Vit eru saman við øðrum aktørum við til at seta okkara limir og teirra umstøður meira á breddan. Hetta mugu vit syrgja fyri heldur áfram.

time ouutt

Loppumarknaður í Sinnisbata, 24. mars 2018

Loppumarknaður verður í Sinnisbata 24. mars kl. 10-14 í hølunum hjá felagnum, Laðabrekka 1 í Tórshavn, omanfyri handlinum Hennara, beint við Café Natúr.

Í ár verður savnað inn til avvarðandiarbeiðið hjá Sinnisbata. Vit hava seinasta árini skipað fyri avvarðandibólkum fyri vaksin, børn og ung, og hetta arbeiðið/tilboðið ynskja vit at víðka.

Kom oman við lutum!

Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Sinnisbata við lutum mikukvøldið 21. mars og hóskvøldið 22. mars millum kl. 17-19. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Tombola, og kaffi og køkusøla verður.

GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til avvarðandiarbeiðið hjá felagnum!

time ouutt

Sinnisbati hevur fingið nýggja nevnd

Mikukvøldið 21. februar var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Róa Midjord helt eina formansrøðu, sum kann lesast á heimasíðu felagsins, sinnisbati.fo.

Róa tosaði millum annað á, at 2017 hevur verið eitt sera virkið ár fyri Sinnisbata bæði so og so. Vit hava verið í fleiri arbeiðsbólkum og skipað fyri fleiri stór tiltøk eitt nú 35 ára føðingardagshaldi, sum var 27. mai í Perluni og í Reinsarínum um kvøldið.

“10. oktober høvdu vit afturvendandi tiltakið, Altjóða Sálarheilsudagur. Í 2017 bleiv tað eitt nógv størri tiltak enn áður. Fleiri stovnar og feløg vóru boðin við sum samstarvsfelagar. Har vóru: Gigni, Dugni, Blái Krossur, Reyði Krossur, Fólkaheilsuráðið, Kringvarp Føroya (Røddin), Almannaverkið, KRIS, Fountainhúsið, psykiatriski depilin, Heilsurøktarafelagið og Rachel’s Vineguard. Tað bleiv eitt stórt tiltak í Østrøm í Havn, har fleiri fyrilestrar og tónleikur vóru. Har vóru eisini básar, har fólk kundu fáa kunning um feløg og stovnar. Hugsanin aftanfyri var at skapa eina heildarmynd av psykiatriska økinum á øllum økjum, ikki bara í mun til viðgerð. Har vitjaðu omanfyri 500 fólk ígjøgnum dagin. Sum nakað nýtt handaðu vit fyrstu sálarheilsuvirðislønina til ein ella fleiri, sum hava gjørt nakað serligt í mun til sálarheilsu. Tað bleiv Martin Kúrberg sum fekk heiðurin.”

 

Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Tummas Tomassen: Kassameistari

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Ragnar Petersen: Nevndarlimur

Erla Matras Jensen: Nevndarlimur

Beinta Victoria Sigvardsen Hentze: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vida Akselsdóttir Højgaard, Margreta Poulsen og Sofie Buchhave.

Jana Mortensen, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Regin Jóanesarson stillaðu ikki uppaftur. Vit takka stórliga fyri teirra arbeiði í nevndini.

Á myndini síggjast frá vinstru fremst: Marjun Hentze, Róa Midjord, Thomas Thomassen. Aftast frá vinstru: Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen, Ragnar Petersen, Súsanna Olsen, Beinta Sivertsen Hentze og Vida A. Højgaard. 

time ouutt

Tá mamma verður ør – Kafékvøld í Sinnisbata um at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku

Mánakvøldið 12. mars kl. 19:30-21:30 verður aftur kafékvøld í Sinnisbata. Hesa ferðina viðgera vit evnið at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku.

Kristianna Dam, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini og ph.d.-lesandi, kemur at greiða frá síni nýggju gransking um at vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku. Eisini fer hon at siga sína hugsan um týdningin av, at tosað verður tíðliga við børn um sálarsjúkur, nú barnabókin sum Sprotin hevur givið út, ”Tá mamma verður ør” júst er komin út um sama evni.

Eisini Dagmar Clothier, sum er námsfrøðingur og bólkaleiðari í Time Out, avvarðandi bólkur fyri ung, í Sinnisbata, kemur at greiða frá arbeiðnum við børnum og ungum, sum eru avvarðandi, og tankarnar tey hava, og týdningin av, at tilfar er til taks, sum viðgerð eitt slíkt evni.

Høvi verður til spurningar og kjak.

Kaffimunnur og kaka verður at fáa.

Bókin ”Tá mamma verður ør” verður til keyps til serprís hetta kvøldið – einans 100 kr. Alt yvirskotið av søluni fer óskert til Sinnisbata og avvarðandiarbeiðið.

Øll eru vælkomin!