time ouutt

Niclas Heri hevur orðið: Hesturin fer ongan veg

HESTURIN FER ONGAN VEG

Á okkara ferð í gjøgnum lívið, kemst ikki undan, at vit onkuntíð verður slongd av hestinum.

Í hesum døgum, kunnu vit vera fleiri sum hava eina kenslu av, at vit eru slongd av hestinum og fallin í svørin. Ja, tað kennist, sum vit eru endaði í einum runudýki av tankum og kenslum, sum hava hug at eta okkum upp. Um tú merkir hesa pínu - ligg í runudýkinum og merk skræpuna - og ikki minst, merk pínuna í tínum heila og tínum kroppi. Ja, lurta eftir hvørjari kenslu og tanka, sum tín kroppur og heili roynir at skríggja til tín. Fevn sálarligu pínuna, og bjóða henni vælkomna - ja, sjálvt um sálarliga pínan er ein gestur, sum ikki er vælkomin á gátt. Tað er einki quickfix - og eingin annar “tænk positiv hestur” at síggja. Ver tolin og ver nærverandi við tínari pínu. Tín hestur fer ongan veg. Og meðan tú liggur har, gev tær tíð at eygleiða øll tey, sum ríða fram við tær. Tey eru øll skitin av sálarligum falli. Nei, ikki eitt livandi menniskja, sum ríður í gjøgnum lívsins dal, sleppur undan at vera slongt av hestinum. Tú ert ikki áleinaður við meistlaðari sál. Um tú góðtekur fallið, og lurtar eftir tínum tankunum og kenslunum - og rúma teimum, betur fær tíðin hjálpt tær aftur á føtur. Hesturin fer ongan veg - og tú og vit skulu nokk koma upp á hestin aftur.

 

/Niclas Heri Jákupsson, 31. mars 2020

 

 

 

 

 

 

time ouutt

KJATT VIRKSEMIÐ ER ØKT MUNANDI OG VERÐUR NÚ VÍÐKAÐ

Sinnisbati hevur síðani septembur 2019 veitt kjatt ráðgeving umvegis heimasíðuna www.sinnisbati.fo. Í 2019 høvdu vit gjøgnum fýra mánaðir 35 kjatt samrøður, har tær flestu vóru í oktobur. Vanliga hevur Sinnisbati mest virksemi í oktobur. Altjóða Sálarheilsudagur er eisini hendan mánaðin og felagið skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum mánaðan og einum stórum tiltaki á sjálvum degnum tann 10. oktobur. Men vit síggja longu nú, at kjatt virksemið er økt munandi. Vit hava havt 45 kjatt samrøður, har 60% av samrøðunum hava verið í mars mánaða. Alt bendur á, at støðan samfelagið í løtuni er í, er orsøkin til, at fleiri venda sær til felagið.

Flestu samrøðurnar snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ymiskum slagi, meðan summar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar. Tað sum serliga ávirkar fólk, er kreppan kring Koronu og hvussu tey skulu og kunnu handfara støðuna. Tað sum er felags fyri tær flestu samrøðurnar er, at tey sum skriva hava tørv á onkrum sum lurtar, uggar tey og sum kann práta og ráðgeva teimum um teirra støðu. Fleiri dáma væl at hava møguleika at samskrifta skrivliga og samstundis sleppa at vera dulnevnd.

Sinnisbati hevur valt at víðka upplatingartíðinar fyri kjattinum á heimasíðuni soleiðis, at tað eisini er virkið gerandiskvøld frá 20-22 og um vikuskiftið frá kl. 20-22. Umframt hesar tíðir ber sum áður eisini til at seta seg í samband við felagið umvegis kjattið og telefon gerandisdagar frá klokkan 10-12.

Tað er eitt sjálvboðið toymi, sum hevur kjattið um hendi og ráðgevarnir hava drúgvar royndir í at ráðgeva fólki í ymiskum viðuskiftum og lívsumstøðum. Tað er eitt toymi av fólki frá ymiskum yrkisgreinum. Ráðgevarnar arbeiða í vaktum.

Til ber at venda sær til felagið við øllum sløgum at fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum. Eru spurningar, sum ráðgevin ikki sjálv/sjálvur kann svara uppá, verður viðkomandi vístur til onnur tilboð sum kunnu veita røttu vegleiðing og hjálp. Arbeitt verður út frá galdandi reglum um tagnaðarskyldu og øll sum venda sær til felagið eru dulnevnd.
Øll í øllum aldrum eru vælkomin at skriva til okkum!

time ouutt

At vera avvarðandi hjá fólki við sinnisligum sjúkum undir Korona-kreppuni

Tá vit nevna støðuna, sum vit eru í í løtuni, fyri eina “kreppu”, er tað tí, at støðan er sera lík eini kreppustøðu á fleiri økjum. Eitt nú, eru vit avmarkað í okkara vanliga frælsi. Hendan støðan rakar okkum øll, skúlar, stovnar og arbeiðspláss eru stongd, og okkara gerandisdagur við frítíðarítrivum er sera avmarkaður. Tey flestu halda seg innandura í tí, vit kalla “sjálvboðið sóttarhald”, meðan onnur eru áløgd at fara í sóttarhald.

Hjá teimum flestu er hetta ein sera torfør tíð. Fleiri verða rakt fíggjarliga, summi fáa ikki gjørt sítt arbeiði, gingið í skúla, verið saman við vinfólkum og sínum kæru. Tað kann kennast einsamalt at vera inni, og samfelagið er latið aftur. Ein kann kenna seg ørkymlaðan og bangnan, tí ein ikki veit, hvat ein kann vænta í nærmastu framtíð.

Hjá fólki, sum stríðast við sinnisligar avbjóðingar, kann hetta vera ein eyka hørð tíð, bæði av óvissuni, og tí at vit í stóran mun eru avbyrgd í heiminum.

At vera avvarðandi undir Korona

Hóast tað hevur stóran týdning, at tey avvarðandi ikki yvirtaka viðgerðarábyrgdina fyri sínum kæru, kann tað vera gott javnan at kunna seg um, hvussu viðkomandi hevur tað. Í hesum tíðum er vandin fyri einsemi og at gerast verri fyri sinnisliga væl størri. Um avvaðrandi ikki býr saman við tí sjúka, kann tað vera gott, um viðkomandi kann ringja til tann sjúka oftari enn vanligt. Eitt gott prát ella ein gongutúrur í náttúruni við frískari luft og góðari frástøðu, eru í sær sjálvum góð fyri sálarheilsuna.

Landsfelagið Sind í Danmark, systurfelag okkara, hevur savnað nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst hjálpa tær sjálvum og øðrum í hesum døgum.

  • Práta við onkran: Tosa við onnur um angist og stúranir. Um tú býrt einsamallur/einsamøll, brúka so telefonina og netið. Um tú kennir onkran sum er einsamur, royn so at varveitá sambandið við viðkomandi.
  • Halda steðg frá tíðindaflutninginum: Tað er týdningarmikið at halda ein steðg frá tíðindunum um koronavirus. Tað er nóg mikið at kanna hesi tíðindi einar tvær ferðir um dagin og at minnast til, ikki at gera hetta beint áðrenn songartíð.
  • Sov nóg nógv: Minst til at hvíla teg og at sova 8 tímar hvørja nátt. Vantandi svøvnur kann økja um angist.
  • Brúka kroppin og hendurnar: set tær fyri at gera ymiskt heima, sum fær teg at slappa av. Til dømis kanst tú lurta eftir tónleiki, gera ymiskar venjingar, binda, lesa ella okkurt heilt annað.
  • Ver skeptiskur mótvegis slatri: Ansa eftir leysatíðindum, sum skjótt kunnu spreiða seg á eitt nú sosialum miðlum. Halt teg dagførdan við álítandi keldum.
  • Royn ikki at vera stúrin um heiligvág: Apotekini hava sett átøk í verk móti ”hamstring”, eins og handlar hava boðað frá, at teir hava nokk av mati. So hetta er ikki neyðugt at vera stúrin um.
  • Ver tolin viðvíkjandi viðgerð: Ver tolin og skiljandi um torføru støðuna, bæði tá tað kemur til sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi.

Kelda Sind.dk

Fleiri tilboð í Føroyum

Í Føroyum eru í løtuni fleiri feløg, sum veita tilboð.

Barnabati hevur eina telefonlinju fyri børn og ung, har ein kann ringja hvønn gerandisdag kl. 9-16 og um kvøldarnar klokkan 20-22. Har kann ein práta við ein sálarfrøðing um sínar tankar. Tað er ókeypis at ringja, og ein er dulnevndur. Telefonnummarið er 116 111.

Reyði Krossur bjóðar eisini sálarfrøðiliga ráðgeving við løggildum sálarfrøðingi umvegis telefon. Til ber at ringja til teirra Hjálparanetverk á telefon 78 88 70. Ráðgevingin er tøk frá kl. 10:00 til kl. 15:00 í vikuskiftunum og frá kl. 8:00 til kl. 21:00 gerandisdagar.

Sinnisbati hevur síðani septembur 2019 veitt kjatt-ráðgeving og prát umvegis heimasíðu okkara, www.sinnisbati.fo mánadagar og hósdagar klokkan 10-12. Tað verður nú víðkað soleiðis, at ein kann skriva allar gerandisdagar kl. 10-12. Tað er starvsfólk hjá Sinnisbata, sum svarar. Um tørvur er á meira hjálp, so hjálpa vit við at finna tað. Eisini ber til at ringja á 59 7913 hesar tíðir.

time ouutt

Reyði Krossur bjóðar sálarliga ráðgeving

Reyði Krossur fer nú undir at bjóða øllum, ið hava sálarligar avbjóðingar, orsakað av støðuni við Koronasmittuni, ókeypis samrøður við løggildan sálarfrøðing.

Ráðgevingin er tøk frá kl. 10:00 til kl. 15:00 í vikuskiftinum, og frá kl. 8:00 til kl. 21:00 gerandisdagar.

Hevur tú tørv á sálarligari ráðgeving, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi á 78 88 70.

time ouutt

AVLÝSINGAR: Fleiri tiltøk verða avlýst

Í gjár fingu tit eitt kunningarskriv frá okkum, har við boðaðu frá um ymisk tiltøk, sum verða komandi tíðina. Støðan er nú ein onnur, og vit ynskja, eins væl sum tey flestu onnur, at fylgja tilmælunum hjá Heilsumyndugleikunum, og tí eru tiltakið sum skuldi hava verið í kvøld um foreldraskap og barnsburðareaktiónir, í Klaksvík, avlýst. Eins væl er aðalfundurin sum skuldi verið tann 26. mars í Perluni í Havn, eisini avlýst og útsettur á óbestemta tíð.

Vit standa í eina sera óvantaða støðu, og hava sum øll onnur, sera ringt við at forútsíggja, hvussu lagið verður um 14 dagar. Vit fara at boða tykkum nærri frá um fleiri tiltøk verða avlýst inn í apríl á eitt seinni tíðspunkt, eins væl sum vit seinni fara at geva tykkum boð um nær ársaðalfundurin verður ásettur til at blíva avhildin.

Skrivstovan hevur enn telefontíð mánadagar og hósdagar frá kl. 10-12, har tit kunnu fáa samband við okkum á tlf.: 597913. Eisini ber til at kjatta/skriva við okkum umvegis heimasíðu okkara, www.sinnisbati.fo í sama tíðsrúm. Harafturat kunnu tit altíð senda áheitanir umvegis telduposti, um tit hava eitt hvørt, har vit stremba eftir at svara aftur skjótast til ber.

Alt tað besta til tykkum øllum og ansa væl eftir tykkum sjálvi og hvørjum øðrum.

Vinaliga

Laura Apol
Aðalskrivari/General Secretary

time ouutt

AVLÝST: Kafékvøld í Klaksvík: Foreldraskapur og barnsburðareaktiónir

Hóskvøldið 12. mars klokkan 19-21 verður aftur kafékvøld hjá Sinnisbata, hesuferð í Klaksvík. Evnið fyri kvøldið er foreldraskapur, barnsburðareaktiónir og tunglyndi í tí sambandinum.

Evnið er valt út frá, at tað hevur verið eitt ynski, sum limir hava víst í limakanningum felagsins fyri 2018 og 2019.

Tiltakið verður á bókasavninum á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Endamálið við kafékvøldinum er at seta foreldraskap í eyðsjón vit denti á alla familjuna. Tað at blíva foreldur er ein stór broyting í lívinum og hevur við sær nógvar kenslur og reaktiónir. Flestu eru natúrligar og vanligar, og eru trupuleikar viðvíkjandi hesum, eru fleiri tilboð, sum ein kann taka av. Sinnisbati ynskir at vísa á hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, herundir barnsburðatunglyndi.

Við okkum at greiða frá hesum eru umboð úr sertoyminum á psykiatriska depilinum og Gigni, sum koma at greiða frá um, hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, hvussu vit ansa eftir okkum sjálvi og hvørjum øðrum sum foreldur og nærumhvørvi, um foreldurskapur og tey tilboðini sum eru í føroyska samfelagnum.

Endamálið við kvøldinum er har afturat at elva til meira opinleika kring natúrligar viðuskifti í lívinum, tá ein verður foreldur, og skapa eitt rúm fyri upplýsing, kjak og prát í eitt hugnaligt umhvørvi.

Gevið gætur: Kafékvøldið um foreldraskap og barnsburðareaktiónir er eitt av trimum kafékvøldum um hetta evni. 23. apríl verður kafékvøld á Sandi og 30. apríl verður kafékvøld í Tórshavn.

--

Fleiri nevndarlimir í Sinnisbata fara at vera við hetta kvøldið, og høvi verður til at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við uppskot til virksemi felagsins.

Kaffi, the og okkurt gott til góman verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin - møtið fjølment!