SInnisbati á ferð

NÝGGJUR BÓLKUR Í SUÐUROY

Í næstum byrjar ein nýggjur sjálvhjálparbólkur í Suðuroy til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist. Hetta er triðju ferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist. Undirtøkan og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Tí bjóða vit tilboðið aftur.

Um bólkin

Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 20. mars. Luttakarar møtast 10 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 15.30. og 17.30 í hølum í Vági. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.

Melda til

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

SInnisbati á ferð

Takk fyri í ár og gott nýggjár

Vit í Sinnisbata eru ómetaliga takksom fyri allan stuðul og vælvild í 2022. Vit ynskja at takka øllum limum, samstarvspørtum, felagsskapum, fyritøkum, stovnum og landi og kommunum fyri dyggan stuðul og gott samstarv í 2022. Vit eru takksom fyri alt tað arbeiðið, og ikki minst sjálvbodna arbeiðið, ið er blivið lagt í at skapa betri rúmd og kor hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Uttan tykkum hevði okkara arbeiði ikki verið møguligt.

Tað hevur verið eitt virkið og gevandi ár hjá Sinnisbata.

Í ár fegnast vit millum annað um, at Sinnisbati hevur fingið eitt ungmannafelag. Vit vilja eisini geva teimum røsku og ágrýtnu ungu í Sinnisbata Ung eina serliga tøkk fyri teirra góða arbeiði í ár, og vit gleða okkum at síggja, hvat 2023 hevur at bjóða uppá.

Í ár søgdu vit farvæl og takkaðu Lauru Apol fyri hennara arbeiði sum aðalskrivari í felagnum ígjøgnum mong ár. Vit kundu í ár eisini hátíðarhalda 40 ára føðingardag hjá Sinnisbata við bókaútgávu um felagið, ið Grækaris Djurhuus Magnussen hevur skrivað.

Í samstarvi við Almannaverkið hava vit skipað fyri átakinum ‘Gangið í mínum skóm’, ið hevði til endamál at varpa ljós á sálarsjúku, og hvussu tað kann kennast at liva við angist, tunglyndi og skitsofreni. Saman við Norðurlandahúsinum hava vit havt fyrilestur við Peter Lund Madsen og Lotte Lykke um angist og skúlaaftran, og vit varpaðu somuleiðis ljós á skúlaaftran á altjóða sálarheilsudegnum í ár. Vit hava m.a eisini framleitt eitt poddvarp saman við Sinnisbata Ung, givið eitt limablað út og skipað fyri sjálvhjálparbólkum. Sinnisbati hevur somuleiðis verið virkið í løgtingsvalinum og skipað fyri valfundi og átaki á sosialu miðlunum.

Vit fegnast um fleiri batar á sálarheilsuøkinum í 2022 og ynskja framhaldandi at vera við til at varpa ljós á og stríðast fyri einum enn betri samfelagi fyri øll í 2023.

Vit fara við hesum at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár – við vón um góða heilsu í 2023.

– Nevndin í Sinnisbata

316959955_2318695478288300_7819021884187011069_n

VALFUNDUR: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

Mikukvøldið 30. novembur kl. 19.00 varpa vit ljós á sálarheilsu og psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.

WHO metir, at sálarheilsutrupulleikar eru ímillum størstu og kostnaðarmiklastu avbjóðingarnar, og at vit í løtuni eru í eini altjóða sálarheilsukreppu. Hóast hetta, eru møguleikarnir fyri at kunna fáa hjálp og viðger – her og nú – rættiliga sperdir.

Vit síggja eitt stórt trýst á almennu skipanunum í Føroyum við longum bíðirøðum til m.a útgreining, sálarhjálp og viðger, vardum bústøðum, umlætting og frítíðartilboðum.

Tað er umráðandi at fáa loyst ítøkiligu trupulleikarnir, soleiðis at tey, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálp. Vit standa tó eisini við stórum skipanarligum avbjóðingum, ið tørva heildarloysnir og langtíðarætlanir fyri at kunna lyfta alt økið og røkka á mál.

Sinnisbati ynskir tí at skipa fyri einum kvøldi, har vit skifta orð um hesar avbjóðingar, og hvussu hesar kunnu loysast. Tí verandi støða er ikki nøktandi.

Kvøldið verður skipað í tveimum umførum. Fyrst verður orðaskifti við viðkomandi fakfólk á økinum.

Tey, ið koma at skifta orð, eru:
– Asta Marjunardóttir, trivnaðarstjóri í Almannaverkinum
– Signhild Johannesen, forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar
– Suni Poulsen, verkætlanarleiðari fyri royndarskipanini við ókeypis sálarhjálp til ung
– Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum
– Margreth Olsen, stjóri á Sernámi

Í næsta umfari sleppa valevnini í politisku flokkunum framat og fara at tosa um, hvørjar ætlanir tey hava í einum komandi løgtingsskeiði (valevnini verða kunngjørd seinni).
Møguleiki verður fyri at seta valevnunum spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at síggja nógv fólk.

SInnisbati á ferð

Nýggjur bólkur: Børn og ung, ið eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku

Sinnisbati fer aftur at hava væl dámdu TIME OUT Bólkarnar í heyst. TIME OUT er eitt tilboð til tín, sum ert millum 12-18 ár, og sum hevur foreldur ella systkin við sálarsjúku.

TIME OUT er eitt frírúm hjá børnum og ungum – eitt stað har tey kunnu siga time out frá gerandisdegnum, og møta øðrum í líknandi støðu.  Tú kanst tosa við onnur við somu upplivingum og deila royndir, og eisini er pláss til hugna og stuttleika í bólkinum.

Bólkurin er skipaður av royndum bólkaleiðarum, og saman taka tit ymisk evni upp at viðgera og fáa amboð til gerandisdagin. Luttakarar og bólkaleiðarar hittast eina ferð um vikuna í átta vikur í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakarum.

Sinnisbati hevur havt TIME OUT bólkar síðani 2016, og hava afturmeldingarnar frá luttakarunum verið góðar. Eitt, sum gongur aftur, er, at tey ungu ikki longur kenna seg einsamøll. Um bólkin siga tey luttakandi m.a:

 – Nú veit eg, at sálarsjúka ikki smittar

 – Eg havi onkran sum SKILIR, og eg føli meg ikki einsamalla longur

– Eg tori betri at hava tað, sum eg havi tað, tí eg veit at tað ikki bara eri eg

– Eg skilji betri, hvussu mamma hevur tað, og hvat sálarsjúka er

Melda til bólkin 

Tilmelding fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Tað er “Først til mølle-principp”,  og kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so er tað bert eitt gjald). Tað er bindandi at melda seg til.

Bólkurin byrjar í oktobur, ella tá nóg nógvar tilmeldingar eru.

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913, ella senda ein teldupost.

Bólkaleiðarar eru álagdir tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
SInnisbati á ferð

Bólkur fyri ung, ið kenna ótta og angist, byrjar eftir summarfrítíðina

Í næstum byrjar ein nýggjur sjálvhjálparbólkur fyri ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist. Hetta er næstuferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist. Undirtøkan og afturmeldingarnar fyri seinasta bólk vóru sera góðar. Tí bjóða vit tilboðið aftur.

 

 

Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent. Tað hevur sannført meg um, at eg ikki eri einsamøll.

 
Um bólkin

Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 22. August, ella tá hann er fult teknaður. Luttakarar møtast 12 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 16.00 og 18.00 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.

 

Melda til

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

 

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

SInnisbati á ferð

Gangið í mínum skóm

 

Átakið 'Gangið í mínum skóm' verður fyrstu ferð 12. juni í samband við Tórshavn Marathon. Endamálið við átakinum er at varpa ljós á sálarsjúku, og hvussu tað kann kennast at liva við sjúkueyðkennunum; í hesum førum við tunglyndi, angist og skizofreni.

Um tú luttekur til Tórshavn Marathon sunnudagin 12. juni, so fert tú møguliga at síggja fólk við gulum ballónum og faldarum - hetta eru starvsfólk hjá Almannaverkinum og Sinnisbata. Vit fara at býta faldarar út við eini QR-kotu á, og við at skanna QR-kotuna, fært tú atgongd til trý ljóðbrot um tunglyndi, angist og skizofreni. Ljóðbrotini skulu ímynda, hvussu tað kann kennast at liva við hesum sjúkueyðkennum á egnum kroppi og sinni. Tú kanst lurta ímeðan tú rennur ella gongur, og fáa eina uppliving av, hvussu avbjóðandi tað kann vera at ganga nakrar metrar við sálarsjúku.

GG* Ljóðbrotini kunnu kennast ógvuslig og vekja neiligar kenslur og minnir. Kjattráðgevingin hjá Sinnisbata er opin hvørt kvøld kl. 20.00-22.00 á Sinnisbati.fo

 

Stutt um diagnosurnar:

Tunglyndi

Tunglyndi er ein av teimum mest útbreiddu sálarsjúkunum. Fimti til sætti hvør persónur hevur ella fer at fáa sjúkueyðkenni fyri tunglyndi eina ferð í lívinum. Øll kunnu blíva rakt av sjúkuni, ung sum gomul. Orsakirnar til tunglyndi kunnu vera ógvuliga ymiskar. Summi av sjúkueyðkennunum kunnu vera: dapurskygni, kenslan av vónloysi, møði og manglandi orka í longri tíð, umframt lítil til ongin lívshugur. Tað verður bólkað sum lætt, moderat og tungt tunglyndi.

Angist (ótti)

Kenslan av ótta er ein natúrlig reaktión uppá eina uppliving av vanda, og hon tryggjar at vit handla skjótt. Í summum førum er tann natúrliga reaktiónin nógv størri enn tað, ið vandin krevur. Tá er talan um patologiskan ótta. Tað eru nógv stig av ótta, t.d. frá lættum nervøsiteti til deyðsótta, og tað eru ymisk sløg av ótta, t.d. sosialfobi, panikótti og generaliseraður ótti.

Skizofreni

Skizofreni kann ávirka tankar, kenslur og sansir. Ofta byrja sjúkueyðkennini fyri skizofreni í ungdómsárunum. Í sambandi við sálarsjúkuna kann ein uppliva sjúkueyðkennini: ranghugsan, apati og hallusinatiónir, t.d. at hoyra røddir. Skizofreni vísir seg ymiskt frá persóni til persón. Summi hava áhaldandi psykotisk sjúkueyðkenni, meðan onnur sleppa av við tey psykotisku sjúkueyðkennini.

Átakið er eitt samstarv ímillum Almannaverkið og Sinnisbata.

 

Hoyr ljóðbrotini longu nú, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

Tunglyndi: https://soundcloud.com/user-923866353/tunglyndi-1?utm_source=clipboard&utm_medium=text&utm_campaign=social_sharing

Angist: https://soundcloud.com/user-923866353/otti?utm_source=clipboard&utm_medium=text&utm_campaign=social_sharing

Skizofreni: https://soundcloud.com/user-923866353/skizofreni-1?utm_source=clipboard&utm_medium=text&utm_campaign=social_sharing

 

Ella við at skanna QR-koturnar:

SInnisbati á ferð

Sinnisbati móttikið stuðul

Alt vikuskiftið hevur Norðurlandahúsið verið karmur um FO TATT FEST. Til festivalin hevur uppboðsøla verið av málningi, sum Livar Nysted hevur málað, og í dag endaði sølan. Málningurin varð seldur fyri 20.000 krónur, og allur peningurin verður latin til arbeiðið hjá Sinnisbata.

Vit í Sinnisbata takka mangar ferðir fyri stuðulin, og eru vit sera rørd av hesi flottu gávu. Allur stuðul ger stóran mun í okkara arbeiði.

Vit vilja takka fyriskiparunum av Fo Tatt fest, Livari Nysted og keyparanum av málninginum.

SInnisbati á ferð

Gunnhild Persson er nýggjur aðalskrivari í Sinnisbata

Gunnhild Persson

Gunnhild Persson er sett í starv sum aðalskrivari í Sinnisbata. Hon tók við starvinum 1. apríl 2022.

Gunnhild Persson er 27 ára gomul, býr í Tórshavn og er útbúgvin innan politikk og umsiting. Gunnhild hevur gott innlit í føroyskar áhugafelagsskapir og hevur fleiri ára royndir í nevndararbeiði. Hon hevur eitt breitt innlit í føroysk samfelagsviðuskifti og politisku skipanina.

8 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari í Sinnisbata.

Gunnhild fer sum aðalskrivari í Sinnisbata at hava ábyrgd av dagligu umsitingini og samskipan av størri verkætlanum og tiltøkum, umframt átøkum og kunningararbeiði. Harafturat fer hon at arbeiða við limarøkt og fundraising.