SInnisbati á ferð

Laura takkar fyri seg

Laura Apol, ið hevur arbeitt sum aðalskrivari í Sinnisbata síðani 2017, takkar fyri seg:

Síðani 2017 havi eg arbeitt sum aðalskrivari í Sinnisbata. Eitt arbeiði eg havi verið sera takksom og glað fyri. Eg havi lært so ómetaliga nógv. Um samfelagið, og ikki minst um meg sjálva. Eg hevði ikki vilja verið allar royndirnar fyri uttan, og eg eri vís í, at tær koma at hjálpa mær frameftir. Eg eri ómetaliga takksom fyri álitið felagið hevur víst mær, fyri gott samstarv við samstarvsfelagar og fyri øll tey fantastisku fólkini, eg havi hitt gjøgnum mítt arbeiði gjøgnum seinastu árini. Ikki minst tey mongu tiltøkini, vit hava skipað fyri og átøkini, vit hava sett í verk. Eg eri sera errin av at hava verið partur av øllum hesum.

At arbeiða fyri og við menniskjum við sálarligum avbjóðingum, fólkum við brekum, og at vera við í bardaganum fyri javnstøðu og rættvísi, stendur mínum hjarta sera nær. Tað verður ikki broytt, hóast eg nú fara at gevast í Sinnisbata. Men tíðin er komin til at royna nakað nýtt og lata nýggjar kreftir sleppa framat.

Hvat nú skal henda er ikki heilt komin upp á pláss enn, men keða meg fari eg nokk neyvan. Eg havi fleiri jørn í eldinum, fleiri verkætlanir, eg arbeiði við, og fleiri eg ynski at fara í holt við. Til dømis vil eg fegin brúka meira orku upp á tað kreativa, ið eg elski at fáast við.

Tað er sjálvsagt kensluborið, at siga farvæl við eitt starv, ið er so nógv meira enn eitt starv. At arbeiði í einum áhugafelag, einum hjálparfelagsskapi, ein NGO, er ein lívsstílur. Tað krevur, at tú brennir fyri økinum og fyri at broyta samfelagið til tað betra, og tað krevur, at tú áhaldandi trýr uppá, at broytingarnar kunnu henda, og gleðast um tær smáu sigrarnar.

Sinnisbati fyllir 40 ár 24. mai, og nógv er hent gjøgnum øll hesi árini. Eg eri takksom fyri og errin av, at eg havi verið ein partur av arbeiðnum í 17% av hesum árinunum. Men tað er eisini 23% av mínum egna lívi. Nógv er hent á psykiatriska økinum bara ta tíðina, eg sjálv havi verið í felagnum. Nógv er hent í mun til hugburð í samfelagnum, og sum heild eru vit á góðari leið til eitt meira javnbjóðis samfelag, eisini fyri fólki, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Nakað er tó enn á mál, til enn vit kunnu siga, at Sinnisbati hevur røkt sína skyldu og politiska raðfestingin er har, hon átti at verið. Nógv kann henda uppá stutta tíð, um bara viljan og dirvið er har. Eg hopi og vóni, at ein føðingardagsgáva til Sinnisbata verður eina psykiatrisk skaðastovutilbúgving, ið felagið hevur arbeitt fyri og ynskt í nógv ár. At tað verður hægri játtan, soleiðis at felagið kann styrka starvsfólkaorkuna í felagnum, nú vit fingu eitt methøgt tal av áheitanum í 2021. Yvir 1300 fólk vendi sær til felagið. Og so ynski eg, at fyribyrgjandi ráðgevingartilboðið ætlað ungum føroyingum, Headspace, fær eina játtan, og verður sett á stovn innan stutta tíð, soleiðis at vit kunnu fyribyrgja, at ung fáa so ilt í sálini, at tey hava tørv á sálarligari og psykiatriskari viðgerð.

31.mars er mín seinasti starvsdagur í Sinnisbata. Eg gleði meg at síggja, hvør fer at røkja hetta týdningarmikla starvið í hesum fantastiska felagagnum, ið rúmar nógvar eldsalir, dirvi og áhaldni.

Alt tað besta til tykkum øll. Takk fyri meg.

SInnisbati á ferð

Nýtt poddvarp fer í luftina!

Nýggja poddvarpið TØGN um tað, ið vit ikki tosa um, kemur út mikudagin 2. mars!
Sinnisbati hevur í longri tíð arbeitt við eitt poddvarp, ið skal lýsa sálarheilsuøkið úr ymiskum sjónarhornum. Nú eru vit langt um leingi klár, og kann í samstarvi við Sinnisbata Ung, gleða okkum til mikudagin, har fyrsti partur verður almennur.

Poddvarpið TØGN snýr seg um tað, ið er torført at tosa um. Tað, ið er tabu. Men ikki longur - nú bróta vit tøgnina.

Partur 1 ber heitið "Ung og sálarheilsa". Í poddinum verður prátað við Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum, eitt Voxpop er gjørt millum ung, har spurt var um teirra tankar. Eisini verður prátað  við Tóru Petersen, sálarfrøðingur og trivnaðarráðgevi í NÁMI. At enda lurta vit eftir sanginum, ið kemur at mynda hesa poddvarpsrøð.

Lagt til rættis: Anna Joensen-Næs og Laura Apol.

Poddurin verður at hoyra á Spotify og SoundCloud:

SInnisbati á ferð

Aðalskrivari til Sinnisbata

Vilt tú vera við til at menna og standa á odda fyri Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra í Føroyum? Eitt áhugavert, mennandi og avbjóðandi starv sum aðalskrivari hjá Sinnisbata er leyst at søkja.

Um Sinnisbati

Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Hvønn dag arbeiða vit fyri at bøta um korini hjá teimum, umframt at kunna um sálarsjúku og skipa fyri átøkum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Starvið

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, áhugavert og avbjóðandi starv, har tú hevur stóra ávirkan á virksemi í felagnum. Saman við nevndini hevur tú ábyrgd av øllum virkseminum í felagnum. Virksemið í felagnum er nógv økt síðstu árini, og økist støðugt. Hetta krevur, at tú ert førur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstíðis uttan at missa yvirlitið.

Sum aðalskrivari arbeiðir tú við:

– At hava ábyrgdina av at avgerðir hjá nevndini verða framdar í verki.

– At kanna møguleikar fyri at fremja ynskjum hjá nevndini.

– At økja um inntøkurnar hjá felagnum.

– At hava samband og samskifti við MEGD, myndugleikar, samstarvsfeløg og viðkomandi stovnar.

– At samskipa verkætlanir og tiltøk.

– At skriva kunningar- og tíðindaskriv, umframt hoyringsskriv og svar.

– At sita í arbeiðsbólkum, sum umboð fyri Sinnisbata.

Vit ynskja hesar førleikar:

– Tú ert eldhugaður og hevur kunnleika til psykiatriska økið.

– Tú hevur gott innlit í føroysk politisk- og samfelagsviðurskifti.

– Tú dugir væl at málbera teg á føroyskum.

– Tú hevur góð samstarvsevni og ert álítandi.

– Tú er fyrikomandi og sinnaður til at traðka fram í miðlum um neyðugt.

– Tú tekur stig til nýggj tiltøk og brúkar títt hugflog.

– Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.

– Tú hevur góðan telduførleika.

– Tú er struktureraður, hevur yvirlit og góðar fyrisitingarførleikar.

– Fyrimunur er, um tú hevur umsitingar- og leiðsluroyndir, tó ikki eitt krav.

Á skrivstovu felagsins arbeiðir eisini eitt skrivstovufólk 10 tímar um vikuna, umframt at fleiri sjálvboðin og fríyrkisstarvsfólk eru knýtt at felagnum. Hesi hevur aðalskrivarin dagligu ábyrgdina av.

Løn/setanartreytir

Starvið er normerað til 30 tímar um vikuna, starvsbrøkur 3/4. Starvssetanin er frá 1. apríl 2022 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjamálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lauru Apol, á tlf 597913 ella á teldupostinum sinnisbati@sinnisbati.fo Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Sinnisbata, umvegis teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Viðmerk “umsókn” á teldupostin.

Umsóknarfreistin er 22. mars 2022 kl. 12:00. Meira kunning um arbeiðið hjá Sinnisbata kann finnast á heimasíðu felagsins: www.sinnisbati.fo

SInnisbati á ferð

Nýggj nevnd er vald

(Frá vinstru: Joan Pousen, Elisabeth Carlsson, Súsanna Olsen, Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen og Rannvá Dam Thomsen. Vivian Sjóðklett og Súsanna Herdalur Tausen).

22. februar var ársaðalfundin í Sinnisbata hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.

Súsanna Olsen, forkvinna, legði fram sína formannsfrágreiðing, har hon legði dent á stóra virksemið, ið hevur verið seinasti árið, hóast virksemið hevur verið rakt av korona. Hon takkaði fyri stóra vælvildin og stuðulin, ið felagið upplivdi, tá Sinnisbati saman við KRIS, høvdu stóra sjónvarpsinnsavningartiltak í Kringvarpinum 6. novembur 2021.

Formannsfrágreiðing og ársfrágreiðing frá skrivstovuni, verður í næstum teldutøk á heimasíðuna.

Nýggj nevnd bleiv á fundinum vald, og fleiri takkaðu fyri seg. Millum onnur Tummas Thomassen, ið hevur verið virkin í Sinnisbata í nærum 30 ár. Vit takka honum fyri alt tað hann hevur givið og verið fyri felagið. Hansara arbeiði hevur gjørt stóra mun gjøgnum øll hesi árini. Vit vilja somuleiðis takka Elin Hansen fyri hennara arbeiði seinasti árini, nú hon ikki stillaði upp aftur.

Vit bjóða trý nýggj anlit vælkomin: Joan Poulsen, Elisabeth Carlsson og Rannvá Dam Thomsen.

Á fyrstu nevndarfundinum, 1. mars, skipaði nevndin seg soleiðis:

  • Súsanna Olsen, afturvald sum forkvinna
  • Oda Jóhansdóttir, afturvald sum 2. næstforkvinna
  • Erla Matras Jensen, afturvaldursum 2. næsforkvinna
  • Súsanna Herdalur Tausen, vald sum nevndarskrivari og kassameistari
  • Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
  • Rannvá Dam Thomsen, nevndarlimur
  • Joan Pousen, tiltakslimur
  • Elisabeth Carlsson, tiltakslimur

Nevndin er til reiðar at fara til verka við eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert virksemi er á skránni. Millum annað fyllir Sinnisbati 40 ár 24. mai.

Meira verða at frætta leypandi á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum

SInnisbati á ferð

Hevur tú hug at ráðgeva og hjálpa fólkum, ið hava avbjóðingar?

Ert tú ein av okkara nýggju ráðgevum?

Seinasti tvey árini hevur Sinnisbati bjóðað talgilda ráðgeving til borgarar. Ráðgevingin hevur verið væl vitjað og avbjóðingarnar hjá fólki, sum hava vent sær til ráðgevingin, hava verið sera fjølbroyttar. Felags fyri allar samrøðurnar hevur verið, at talan eru um menniskju, ið hava tað trupult, og tað ger, at tey hava tørv á ráðgeving og vegleiðing. Flestu samrøðurnar eru ein ráðgevingarsamsrøða, meðan nakrar eru afturvendandi. Øll, sum venda sær til ráðgevingina, kunnu verða dulnevnd, eins væl og ráðgevarnar eru tað.

Kjatt-ráðgevingin er opin hvørt kvøld frá kl. 20-22, og er at finna á www.sinnisbati.fo.

Vit leita eftir fleiri ráðgevum til okkara toymi, sum er mannað við dugnaligum fakfólkum innan ymisk yrkisøki, t.d. námsfrøði, misbrúkviðgerð, psykoterapi, sálarfrøði og sosialar ráðgeving.

Talan er um eitt toymi av óløntum ráðgevum.

Les meira um talgilda ráðgeving hjá Sinnisbata á www.sinnisbati.fo. Har ber eisini til at finna hagtøl og nærri greining av teimum avbjóðingum tey, ið skriva inn, dragast við.

Vit vænta:

  • at tú hevur heilsu-, námfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving. Onnur við viðkomandi royndum innan líknandi ráðgeving eru vælkomin at søkja. Lesandi innan heilsu, námfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving eru vælkomin at søkja.
  • at tú hevur viðkomandi starvsroyndir innan ráðgeving og vegleiðing av fólki.
  • at tú hevur gott innlit í samfelagsviðuskifti og psykiatri.
  • at tú hevur góðar førleikar innan skriftligt samskifti, tí tað ofta hevur stóran týdning, at viðkomandi, sum skrivar, fær skjótt svar.
  • at tú hevur góðar menniskjaligar førleikar og ynskir at vera og gera nakad gott fyri onnur.
  • at tú ikki hevur drigist við sálarliga sjúku seinastu tvey árini (viðgerð/innleggingarkrevjandi).
  • at tú kann taka mininum eina ráðgevingarvakt á 2 tímar um vikuna.

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og avbjóðandi sjálvboðið starv
  • Góða upplæring í talgildari ráðgeving
  • Sálarlig fyrstuhjálparskeið
  • Loypandi supervisjón
  • Góðar og lærurík royndir til framtíðarstørv

Umsókn og freist:

Ljóðar hetta spennandi, og er hetta nakað fyri teg? So er at senda tína umsókn til sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú hjáheftir prógv og lívsrensl.

Freistin at søkja sjálvbodnu ráðgevingarstørvnini er mánadagin 3. januar 2022 á miðdegi.  Starvssamrøður verða hildnar í viku 2, 2022.

Hevur tú spurningar til sjálvbodna ráðgevingarstarvið, kjatt-ráðgevingina ella til Sinnisbata, ber til at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivari, á teldupost laura.apol@sinnisbati.fo.

SInnisbati á ferð

Bólkar fyri ung, ið kenna ótta og angist byrja í desembur 2021

 

Sum nakað nýtt fer Sinnisbati í næstum at bjóða stuðulsbólkar út til ung við angist.

Bólkarnir eru ætlaðir ungum frá 18 ár og uppeftir, ið kenna ótta og angist.

Bólkarnir eru skipaðir sum sjálvhjálparbólkar, har luttakararnir fáa høvið at hitta øðrum, sum eru í líknandi støðu, deila royndir, tankar og kenslur. Endamálið er, at luttakararnir saman við øðrum finna amboð, ið kunnu minka um teirra óttan og angist.

Bólkarnir eru skipaðir í samstarvi við Kunstterapi.fo við Vivian Sjóðklett, ið er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Eisini verður tað Vivian, ið kemur at leiða bólkarnar. Amboð innan eitt nú kunstterapi og meditatión verða nýtt.

Luttakararnir hittast við bólkaleiðara eina ferð vikuliga í tíggju vikur gjøgnum desembur 2021 og januar 2022. Pláss er fyri 8 luttakarum í einum bólki. Luttaka​​r​ar​nir og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Fyrsti bólkur byrjar týsdagin 7. desembur kl. 17-19 í hølum í Tórshavn.

Tað er ókeypis at luttaka í bólkunum, men avmarkað pláss er.

Ávísing og diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

SInnisbati á ferð

Stuðulstiltak: Pubquiz-kvøld á Maggies til frama fyri Sinnisbata og KRIS

Í samband við stuðulstiltakið hjá Sinnisbata og KRIS, skipar Maggies fyri einum hugnaligum Pub Quiz-kvøldi. Kvøldið byrjar kl 17 við vælkomudrykki. Síðani verður borðreitt við vælumtókta burgaranum hjá Hannisi, onkrum góðum afturvið og kaffi omaná.

Pub-Quizin er kl 20:00-22:00, og onkur uppboðsøla verður eisini.

Les meira her: Matur og Pub Quiz. Stuðulstiltak fyri Sinnisbata og KRIS – Maggies Café

Tú kanst melda til her: – Maggies Café