Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Ókeypis filmsýning á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktobur

Sunnukvøldið 10. oktobur kl. 19, bjóða vit til ókeypis filmsýning í Perluni í Tórshavn!

10. oktobur er Altjóða Sálarheilsudagur. Vit sýna um kvøldið svenska filmin "Psykos i Stockholm", sum er ein spælifilmur frá 2020. Rithøvundur og leikstjóri, Maria Bäck, innleiðir filmin.

Sýningin er ÓKEYPIS, men vegna avmarkað pláss, biða vit tykkum tekna tykkum til her:

Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Stórt innsavningartiltak í sjónvarpinum 30. oktobur!

Felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati skipa í felag fyri stórum innsavningartiltaki leygarkvøldið 30. oktober, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Í sendingini verða fleiri hjartanemandi søgur, gestir, innsløg um arbeiðið hjá KRIS og Sinnisbata, umframt fleiri skemtilig innsløg og góður tónleikur.

Alt kvøldið kunnu einstaklingar og felagsskapir stuðla stóra og umráðandi arbeiðinum hjá KRIS og Sinnisbata. Til ber at flyta pening á netbankanum ella við at ringja og flyta pengar á konto. Eisini verður møguligt at stuðla við at senda sms.

Øll, ið stuðla, kunnu m.a. vinna ein spildurnýggjan bil, føroysk klæðir, silvur til føroysk klæðir og ein málning.

Vikuna undan stóra sjónvarpskvøldið vera tiltøk kring landið, ið fólk sjálvi taka stig til. Øll eru vælkomin at skipa fyri sínum egnu innsavningum og soleiðis vera við at stuðla arbeiðinum hjá KRIS og Sinnisbata.

Vertir á kvøldinum vera John Johannesen og Sára Jógvansdóttir.

 

 

Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Stuðulstiltak: Pubquiz-kvøld á Maggies til frama fyri Sinnisbata og KRIS

Í samband við stuðulstiltakið hjá Sinnisbata og KRIS, skipar Maggies fyri einum hugnaligum Pub Quiz-kvøldi. Kvøldið byrjar kl 17 við vælkomudrykki. Síðani verður borðreitt við vælumtókta burgaranum hjá Hannisi, onkrum góðum afturvið og kaffi omaná.

Pub-Quizin er kl 20:00-22:00, og onkur uppboðsøla verður eisini.

Les meira her: Matur og Pub Quiz. Stuðulstiltak fyri Sinnisbata og KRIS – Maggies Café

Tú kanst melda til her: – Maggies Café

Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Tiltak í Suðuroy 22. septembur: Filmsýning av filminum ‘’Ábyrgd’’ og kunning um avvarðandibólkar

Sinnisbati bjóðar í samstarvi við SALT til filmframsýning og kunningartiltak.
Sinnisbati vitjar Suðuroynna mikukvøldið 22. septembur, tá ljós verður varpað á lívið við sálarsjúku, sæð gjøgnum eyguni á teimum ið standa nær; teimum avvarðandi.
Í samband við at Sinnisbati í næstum fer at byrja avvarðandibólkar í Suðuroy, fyri avvarðandi at menniskjum við sálarsjúku, bjóðar felagið, í samstarv við SALT, til filmsframsýning av føroyska novellufilminum ‘’Ábyrgd’’ av Katrin Joensen-Næs.
Aftaná filmin verður orðaskifti og sofuprát við Katrina og Lindu Jepsen, sálarfrøðing, um týdningin av at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum avvarðandi, tá sálarsjúka rakar í familjuni og í nærumhvørvinum.
Linda Jepsen er løggildigur sálarfrøðingur við kliniskari viðgerðastovu á Argjum og á Tvøroyri, og hevur hon millum annað serkunnleika og royndir við avvarðandi. Í orðaskiftinum verða sett nøkur orð á, hvussu vit á skynsaman hátt kunnu ansa eftir okkum sjálvum sum avvarðandi, samstundis sum vit eru har fyri okkara kæru, ið stríðast. Hetta uttan at missa okkum sjálvi burtur sum avvarðandi og menniskju. Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata fer at leiða prátið.
Høvi verður at seta spurningar, umvegis SMS-boð ella við mikrofon, í salinum.
Tiltakið endar eftir orðaskiftið, men høvi verður at práta við umboð frá Sinnisbata, Lindu og at tekna seg til avvarðandibólkarnar, sum byrja seinni í heyst.
Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 19 mikukvøldið 22. septembur í SALT, Drelnes 22
827 Øravík. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin. Aftaná fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at innleiða sýningina av filminum.
Øll eru vælkomin!
Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Altjóða Sálarheilsudagur 2021

Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum í ár, fyri fjóðru ferð, verður hildin sum eitt størri kunningartiltak, har fleiri stovnar og feløg fáa høvið at vísa á teirra virksemi innan psykiatriska økið.

 

Tiltakið verður í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn sunnudagin 10. oktober 2021.

 

Upplegg, tónleikur og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, eru við á degnum.

 

Evnið fyri dagin í ár verður "Mental Health in an Unequal World". Tað er evnið sum World Federation for Mental Health hevur valt fyri dagin 2021.

 

Á tiltakinum í Tórsgøtu verða millum annað varpað ljós á:
Ung og sálarheilsu, seksualitetur og sálarsjúku og minnilutastrongd.

 

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.

Tiltakið byrjar kl. 14, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

 

Skráin fyri dagin verður lýst seinni.

 

--

 

Feløg og stovnar, sum hava hug at hava ein bás hendan dagin, eru vælkomin at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbata við at ringja á 597913 ella við at skriva til laura.apol@sinnisbati.fo. At hava bás er ókeypis.

Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020 – handað í Perlan, Tórsgøta, tann 10. oktober

Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020 bleiv í kvøld handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár var eitt stroymað tiltak, hildið í Perluni í Tórshavn.

Viðkomandi sum uttanhýsis dómsnevndina valdi í ár, skuldi hava hendan heiðurin, varð Anna Malan Jógvansdóttir. Tað var landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum handaði viðislønina.Vit vilja ynskja Onnu Maluni hjartaliga tillukku við væl uppiborðnað virðurslønini!

Sum grungeving, verður sagt:

"Ársins Sálarheilsuvirðisløn fær: Anna Malan JógvansdóttirAnna Malan Jógvansdóttir er rithøvundur og listakvinna. Hon hevur millum annað givið út fleiri yrkingarsøvn og í 2019 gav hon út hybridbókina, "Psykosudrotningin sigur frá", har hon greiðir frá um lívið við psykosu. Hon letur lesaran og áskoðarnar sleppa inn í ein heim, sum tey fægstu kenna. Ein sonn og erlig frásøgn frá einari sera væl orðaðari kvinnu, sum við sínum vøkru og litføgru myndum, gevur okkum innlit í ein heim við sorg, gleði, vreiði, vónloysi og vón.Anna Malan megnar við sínum orðum at skapa eitt forstáilsi, sum tørvur er á. Hjartanemandi er tað, at hon vakurt og hugvekjandi traðkar fram og sigur frá.Við verkinum fær Anna Malan varpað ljós á, hvat ein psykosa er, bæði í orðum og myndum og eisini um leiðina at koma fyri seg aftur.Seinastu árini hevur Anna Malan somuleiðis verið úti og hildið fleiri fyrilestrar á skúlum og stovnum um lívið við psykosu. Einans við upplýsing blíva vit klókari og ríkari sum samfelag. Anna Malan er ein stór fyrimynd fyri mong sum stríðast og koma fyri seg aftur. Fyri hetta arbeiði eigur hon eina stóra tøkk, at hon gjøgnum sína rit- og myndlist gevur okkum loyvi at gerast klókari og ríkari."

Les røðuna hjá Kaj Leo Holm Johannesen her:

https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/kaj-leo-holm-johannesen-handar-arsins-salarheilsuvirdislon/

Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Fyrilestur við Rudi Køhnke: Ein dansur við óttanum – ein frásøgn um eitt lív við angist og vón

Danski sjónleikarin, Rudi Køhnke, sum vit kenna frá filminum “Fuglefangerens Søn”, har hann spælir føroyski Esmar, kemur aftur til Føroyar.

Í sambandi við hansara luttøku á talgilda tiltakinum á Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktobur, heldur hann fyrilestur um sítt lív við angist í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 11. oktobur kl. 20.

Rudi fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í filmunum “Nordkraft” og “Fidibus” í 00’unum. Síðan hevur Rudi verið at sæð í fleiri filmum og sjónvarpsrøðum, millum annað í krimirøðini “Bedrag” og í filminum “Christian IV - Den sidste Rejse” frá 2019, har hann spælir høvuðsleiklutin sum tann ungi Christian kongur.

Í 2018 greiddi Rudi opið og erligt frá um eitt lív við ótta í DR sjónvarpsrøðini “Rudi er bange” (sí meira her: https://www.dr.dk/drtv/serie/rudi-er-bange_6849). Hann hevur drigist við angist síðan hann var barn, og óttin hevur ávirkað lív og yrkisleið hansara neiligt í fleiri førum. Men í dag hevur Rudi lært at liva við sínum ótta og hevur funnið amboð, sum kunnu hjálpa honum at dansa við óttanum, heldur enn at arbeiða ímóti, hóast hansara angist roynir at hála hann niður.

Angist er ein teimum mest útbreiddu psykiatrisku diagnosunum, og hon kann raka okkum øll. Tað sigst, at vit øll í minsta lagi kenna ein, íð hevur angist og upplivir ótta. Hóast hetta er enn eitt stórt tabu kring tað at liva við angist.

Sinnisbati ynskir við fyrilestrinum, at varpa meira ljós á angist og vera við til at fremja meira opinleika og størri fatan í føroyska samfelagnum kring lívið við angist.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg til fyrilesturin á www.nlh.fo, tí atgongd er einans fyri 100 fólkum. Hetta er fyri at halda COVID-19 tilmælini um smittuvanda, frá heilsumyndugleikunum.

Tiltakið er eitt samstarv ímillum Sinnisbata og Norðurlandahúsið.

Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Altjóða Sálarheilsudagur 2020 – skráin er klár!

Altjóða Sálarheilsudagur-tiltakið, sum vit kenna tað, er avlýst.

Undir vanligum umstøðum, hava vit seinastu trý árini, skipað fyri einum stórum og fevnandi tiltak í Østrøm í Havn. Men í ár verður tað øðrvísi!

Hóast ætlanin var, at hátíðarhalda dagin sum vant, men hesu ferð í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu, mugu vit ásanna, at tað ikki er ráðiligt, nú korona farsóttin aftur ger um seg í Føroyum. Fleiri teimum sum luttaka á degnum eru fakfólk innan heilsu- og almannaøkinum, og tað eru júst tey, sum eru um teimum borgararum, sum vit í løtuni mugu ansa eyka væl aftir, ikki gerast sjúk av COVID-19.Vit harmast sjálvsagt um støðuna, men vit síggja, at okkara systurfeløg uttanlands hava tikið somu atlit, og vit ynskja so best ber til, at fylgja tilmælinum frá heilsumyndugleikunum. Tað meta vit ikki ber til, um vit savna omanfyri 500 fólk hendan dagin, sum vant.

***

Í staðin skipa vit fyri eitt spennandi talgild tiltak, og skráin er klár!

Tiltakið byrjar kl. 19 og verður stroymt á Facebook og Youtube!

Orðstýrari verður Liljan Weihe.

Kl. 19: Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin og gevur orðið til orðstýraran.

Kl. 19:05 Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, sigur nøkur orð.

Kl. 19:10 Sofaprát við Asger Kristian Eið Karinarson. Um tað at fáa eina diagnosu og liva sum vaksin við ADD.

Kl. 19:40 Tónleikainnslag við SWAY.

Kl. 19:55 Fyrilestur við Jákup Boga Joensen: "Tá sálin fjøtrað var".

Kl. 20:15 Sofaprát við Rudi Køhnke um tað at liva við angist. Rudi er danskur sjónleikari og millum annað kendur frá høvuðsleiklutum í "Fidibus" og "Fuglefangerens søn", har hann spælir føroyingin Esmar.

Kl. 20:40 Tónleikainnslag við JASMIN.

Kl. 20:55 Ársins sálarheilsuvirðisløn verður handað av landsstýrismanninum í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Kl. 21:00 Forkvinnan takkar fyri og tiltakið endar.

Vit gleða okkum at “síggja” tykkum!

Kopi af SBU-klistrarmerki_búmerki_1

Altjóða Sálarheilsudagur-tiltakið, sum vit kenna tað, er avlýst

Tiltakið sum skuldi hava verið í Tórsgøtu á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktobur, er avlýst.

Arbeitt verður tó við, at skipa fyri einum spennandi talgildum tiltaki, har øll fáa møguleikan at luttaka.

Vit hava bíðað til seinastu løtu, at vita hvussu støðan við Koronu fór at laga seg, men vit mugu tíverri ásanna, at nú farsóttin aftur ger um seg í Føroyum, so er ikki ráðiligt at savna omanfyri 500 fólkum á Altjóða Sálarheilsudegnum. Serliga tí fleiri av teimum sum luttaka á degnum, eru fakfólk á heilsu- og almannaøkinum. Hesu fólk eru júst tey, sum eru um teir borgarnir, sum vit øll skulu ansa serliga væl eftir í løtuni, ikki gerast sjúk av COVID-19.

Fyrireikingarnar til stóra tiltakið krevja nógva orku og tíð, hetta fyri at leggja so góða skrá til rættis við so spennandi og gevandi innihald, sum møguligt; men nú støðan er versnað aftur, og tíkist ósikkur, finna vit tað mest ráðiligt, at avlýsa tiltakið, sum vit kenna tað, og heldur brúka orkuna uppá, at gera eitt gott og spennandi talgilt tiltak, sum øll kunnu verða ein partur av, uttan mun til smittuvandanina.

Somuleiðis er stóra stuðulskonsertin, sum skuldi verið um kvøldið hin 10. oktobur á Reinsarínum, avlýst. Ætlanin var at savna pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið hjá felagnum, eitt nú dulnevndu ráðgevingina og barna- og ungdómsarbeiðið.

Vit harmast um støðuna, men vóna at vit skjótt kunnu venda aftur til vanliga virksemið hjá Sinnisbata.