SInnisbati á ferð

Kafékvøld í Tórshavn um “Vón og recovery” 26. apríl kl. 19.00

26. apríl kl. 19 verður aftur kafékvøld í Sinnisbata. Hesaferð verður temaið “Vón og recovery”, har vit fáa vitjan av einum djørvum og spennandi fýri úr Danmark.

Toke Zandersen er 31 ár og námsfrøðilesandi við UCC Carlsberg. Toke hevur síðani august 2014 arbeitt sum peer-starvsfólk í sosialpsykiatriini, og hevur sum limur í Opus-panelinum hildið fyrilestrar um sína persónligu søgu, bæði fyri brúkarum og starvsfólkum í sosial- og viðgerarpsykiatriini.
Við støði í egnari ferð, frá innlegging í psykiatriini við psykosu vegna sítt starv við øðrum ungum sálarliga viðbreknum, til tá hann kliniskt kom seg, fer Toke at greiða frá um sítt lív, við støði í tí serstaka menniskjanum. Harumframt verður sjóneykan sett á upplivingina av psykosu, og tað at skilja hetta, eins væl og tey umskiftini og lívsstílsbroytingarnar, sum Toke hevur verður ígjøgnum, sum partur av tilgongdini at koma seg. Harumframt hyggur ein neyvt at arbeiðinum sum ungur sálarliga viðbrekin, við øðrum ungum sálarliga viðbreknum.
Toke Zandersen hevur eina bachelor í søgu, og hevur 8 ára starvsroyndir innan sosial- og sernámsfrøðina, og sum umsorganarhjálpari, STU-lærari og peer-starvsfólk.

​Kafékvøldið er fyri øll, so tak gjarna ein vin ella ein avvarðandi við.

Ragnar Finsson kemur at spæla nøkur løg.

Tað verður í hølunum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1 kl. 19:00.​

SInnisbati á ferð

Kafékvøld um vón og recovery á Sandi

24. apríl kl. 19:30 skipar Sinnisbati fyri kafékvøld. Temaið verður “Vón og recovery”, har vit fáa vitjan av einum djørvum og spennandi fýri úr Danmark.

Toke Zandersen er 31 ár og námsfrøðilesandi við UCC Carlsberg. Toke hevur síðani august 2014 arbeitt sum peer-starvsfólk í sosialpsykiatriini, og hevur sum limur í Opus-panelinum hildið fyrilestrar um sína persónligu søgu, bæði fyri brúkarum og starvsfólkum í sosial- og viðgerarpsykiatriini.
Við støði í egnari ferð, frá innlegging í psykiatriini við psykosu vegna sítt starv við øðrum ungum sálarliga viðbreknum, til tá hann kliniskt kom seg, fer Toke at greiða frá um sítt lív, við støði í tí serstaka menniskjanum. Harumframt verður sjóneykan sett á upplivingina av psykosu, og tað at skilja hetta, eins væl og tey umskiftini og lívsstílsbroytingarnar, sum Toke hevur verður ígjøgnum, sum partur av tilgongdini at koma seg. Harumframt hyggur ein neyvt at arbeiðinum sum ungur sálarliga viðbrekin, við øðrum ungum sálarliga viðbreknum.
Toke Zandersen hevur eina bachelor í søgu, og hevur 8 ára starvsroyndir innan sosial- og sernámsfrøðina, og sum umsorganarhjálpari, STU-lærari og peer-starvsfólk.

​Kafékvøldið er fyri øll, so tak gjarna ein vin ella ein avvarðandi við.

Tað verður á Bókasavninum á Sandi kl. 19:30.​

SInnisbati á ferð

Loppumarknaður í Sinnisbata, 18. mars 2017

Loppumarknaður verður í Sinnisbata 18. mars kl. 10-16 í hølunum hjá felagnum, Laðabrekka 1 í Tórshavn, omanfyri handlinum Hennara, beint við Café Natúr.

Savnað verður inn til barna- og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata. Í løtuni verður arbeitt við at seta eitt nýtt ráðgevingartilboð fyri ung á stovn, sum skal virka fyribyrgjandi. Kanningar vísa, at talið av børnum og ungum við sálarheilsutrupulleikum er vaksandi. Tað er sera álvarsamt og nakað vit í felag mugu taka ábyrgd av og gera nakað við. Nógv ung hava ringt við at tosa við foreldur og vinfólk um avbjóðingarnar, tey kunnu hava. Nógv ung hava trupulleikar við familju- og vinfólkum, í skúlanum, á sosialum miðlum og við ringum sjálvsáliti og sjálvsfatan. Hesar avbjóðingarnar kunnu fáa sera stórar avleiðingar fyri tey ungu, men tað kann eisini fáa stórar samfelagsligar avleiðingar.

Loppumarknaðurin er eitt av fleiri tiltøkum, har ljós verður varpað á sálarheilsuna hjá ungum fólkum, og peningur verður savnaður til at seta tilboðið á stovn,

Kom oman við lutum!

Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Sinnisbata við lutum fríggjadagin 17. mars millum kl. 17-19. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Kaffi og køkusøla verða.

GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum!

SInnisbati á ferð

“At liva við sálarsjúku” – spennandi tiltak verður í Løkshøll 7. desembur

Mikukvøldið 7. desembur skipar bituff fyri áhugaverdum fyrilestri um, hvussu tað er at liva við sálarsjúka tætt inn at kroppinum, og hvussu man sum familja, vinir og onnur avvarandi, skulu bera seg at tá, ið tey merkja fordómar í samfelagnum. Tormóður fer eisini at tosa um, hvussu vit sum samfelag, kunnu hjálpa tí sálarsjúka at finna røttu hjálpina fyri soleiðis at fyribyrja at sjúkan gert ov álvarslig og byrðan ov tung at bera.

 

Hjá flestu fólkum er veturin og jóltíðir ein vanligur partur av árinum, men hjá fólki, sum eru sálarsjúk, kann hetta vera ein serliga torfør árstíð. bituff hevur heitt á Tormóð Stórá, leiðara á Psykiatriska Deplinum, um at hava ein fyrilestur og svara spurningum um hetta evnið, ið hevur so stóra ávirkan á gerandisdagin hjá fólki við sálarsjúku og teirra avvarandi.

 

Umframt fyrilesturin við Tormóði Stórá, fer Anna Nolsøe Joensen at siga sína søgu um hvussu tað er at liva við sálarsjúku og Olga Maria undir Skarði fer at greiða frá, hvussu tað er at hava ein sálarsjúkan í familjuni. At enda verður eitt kjakpanel, leitt av Maibritt Højgaard, sálarfrøðingi. Við í panelinum eru Tormóður Stórá, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Laura Apol, næstforkvinna í Sinnisbata.

 

Tiltakið verður í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur frá kl. 19.30 til 22.00. Aftaná verður skipað fyri einum lítlum “after party”, har til ber at njóta okkurt leskiligt og at tosa saman.

 

Atgongumerki á 195 kr. fáast á www.loksholl.fo, ella við dyrnar á 250 kr.

 

Les meira á bituff.com

SInnisbati á ferð

Altjóða psykiatridagur 2016 og fakligur fyrilestur

Altjóða Psykiatridagurin verður hildin í Reinsarínum í Havn 11. oktober.

Hetta er eitt átak, sum Sinnisbati heldur er bæði gott og neyðugt fyri at varpa ljós á sálarheilsuna, ið fyllur nógv í samfelagnum, men vegna tabu ikki verður umrødd nóg mikið.

 

Í ár verður ljós varpað á tónleikaterapiina. Ein kendur tónleikaterapeutur úr Danmark, Inge Nygaard Pedersen, kemur til Føroya. Hon fer at greiða frá um tónleikaterapiina í psykiatriini, sum ein kreativur vinkul uppá at rúma trupulleikar og menna førleikar hjá teimum, sum eru rakt av eini sinnis- ella sálarsjúku.

 

Tónleikaterapi verður nógv brúkt sum viðgerðaháttur og hjálpartól í arbeiðnum við psykiatriska sjúklinginum, og tykist at vera ein viðgerðaháttur, sum er í stórari menning og framburði – eisini her í Føroyum.

 

Umframt fyrilestur verður tónleikur við bólkinum ROKKVI og Morgunkórinum á skránni.

 

Seinastu árini hevur Sinnisbati skipað fyri Altjóða Psykiatridegnum 10. oktober, sum eisini er Altjóða Psykiatridagur, men í ár verður hann hildin 11. oktober orsakað av landsdystinum ímóti Portugal, sum verður spældur í Gundadali 10. oktober.

 

Møguleiki er fyri at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, ið er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, á tiltakinum.

 

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa. Tiltakið byrjar kl. 19:30 og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

 

Les meira um skránna á www.sinnisbati.fo ella á Facebook-síðuni: www.facebook.com/sinnisbati.

 

Fakligur fyrilestur verður við kendum tónleikaterapeuti í Lærarakúlahøllini 11. oktober.

 

Inge Nygaard Pedersen, úr Danmark, er kendur tónleikaterapeutur. 11. oktober kemur hon til Føroya, har hon kemur at greiða frá tónleikaterapi í psykiatriini, sum ein kreativur vinkul uppá at rúma trupulleikar og menna førleikar hjá teimum, sum eru rakt av eini sinnis- ella sálarsjúku.

 

Fyrilestur fyri fakfólki verður í Lærarakúlahøllini á Frælsinum 11. oktober kl. 14-16.

 

Tiltakið er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.

SInnisbati á ferð

Átakið ”En af os” úr Danmark, kemur til Føroyar 9.-10. september í ár.

”En af os” arbeiðir fyri at niðurbróta fordómar og tøgnmentanina kring sálarsjúku, og hevur gjørt hetta í mong ár. Tey gera tað við at greiða frá persónligum søgum, við tónleiki og við samskifti.

 

Í samstarvi við Sinnisbata í Føroyum, koma 8 fólk úr ”En af os” til Føroyar, og fara tey at skipa fyri fleiri fyrilestrum, café práti, vitjanum og opnum húsi. Fyrilestrar verða fyri almenninginum og fyri fakfólki og politikarum.

 

Skráin fyri vitjanina sær soleiðis út (broytingar kunnu koma fyri)

 

Fríggjadagin 9. september kl. 9.00 – 12.00

”Vónin er altíð ein partur av at blíva frískur –eingin er bara ein diagnosa”

Stað: Perlan, Tórsgøta 3, Tórshavn

Fyri: Tiltak fyri fakfólki, leiðaranum og politikarum

Innihald: Endamálið er, at fáa samskifti um tørvin um meira opinleika og færri fordómar um fólk, ið eru merkt av sálarligum avbjóðingum. Johanne Bratbro, verkætlanarleiðari í EN AF OS, greiðir frá um danskar royndir. Somuleiðis verður greitt frá persónligum søgum frá EN AF OS sendifólkum, við denti á vón og styrki.

 

Fríggjadagin 9. september kl. 12.00 – 15.00

”Unge – Ta´ fat i hinanden”

Stað: Føroya Handilsskúli, Marknagilsvegur 77, Tórshavn

Fyri: Tiltak fyri ungdómar og miðnámsskúlar.

Innihald: Filmsbrot, upplegg og kjak. Ætlanin er, at greiða frá persónligum søgum, og geva teimum ungu amboð til at røkka einum vini, sum hevur tað sálarliga trupult, men eisini amboð til, hvat ein sjálvur kann gera, um ein fær tað ringt sálarliga. Nærum 8% av øllum ungum millum 15-25 ár, hava ella hava haft sálarligar trupulleikar. Tað er tydningarmikið, at við tosa við onnur um hetta og tora at hjálpa og lurta.

 

Fríggjadagin 9. september kl. 17.00-20.00

”Sálarsjúka smittar ikki, tabu ger” – opin kafé og upplegg

Stað: Læraraskúlin i Tórshavn, Fróðskaparsetur Føroya, Frælsi 20.

Fyri: Øll eru vælkomin.

Kl. 17-20 Opin kafé: Til ber at fáa kaffi og eitt prát um tabu, fordómar, og hvat sálarsjúka faktiskt er, og somuleiðis hvussu ein kann klára seg við sjúkuni í gerandisdegnum.

Kl 18 Sendifólk úr EN AF OS greiða frá, bygt á persónligar søgur.

Kl. 20 Samanumtøka og takk fyri í kvøld.

 

Leygardagin 10. september kl. 15.00 -18.00

”Sálarsjúka í miðlamyndum” – opin kafé, fyrilestur og panel

Stað: Læraraskúlin i Tórshavn, Fróðskaparsetur Føroya, Frælsi 20.

Fyri: Øll eru vælkomin.

Kl. 15-18 Opin kafé fyri øllum: Kom oman og fá eitt prát við okkum – vit gleða okkum at síggja teg!

Kl. 16.00 Upplegg og fyrilestur

Kl. 17.00 Kjak um leiklutin hjá miðlum í mun til søgur um sálarsjúku. Hvat fyri ávirkan hava miðlar á, hvussu vit hugsa um fólk, ið eru sjúk ella avvarðandi. Pallborðskjak við politikarum, umboði úr Sinnisbata, miðlafólki og umboð úr EN AF OS.

SInnisbati á ferð

Almannaverkið bjóðar til ítróttardag

Ítróttardagurin er ætlaður persónum við avmarkaðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið.

Øll luttaka á jøvnum føti í teimum ymisku ítróttargreinunum.

 

Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og síðst, men ikki minst, at knýta samband millum tey luttakandi.

Um onkur ikki kann/vil luttaka í kappingunum, er viðkomandi tó vælkomin við sum fjeppari.

Til ber at luttaka í 2 ítróttargreinum. Í samband við innskrivingina í Sørvági skal boðast frá hvørjari grein ein ynskir at luttaka í.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi hódagin 9. juni á tlf. 333213, 297510 ella við at senda ein teldupost til: gerdan@av.fo.

 

Luttøkugjaldið á kr. 150 skal gjaldast í samband við innskriving í Miðvági kl. 9.30.

Við í prísinum er morgunmatur, frukt, kaffi/te, køkur og borðhald.

 

Skrá fyri ítróttardagin:

Kl. 09.30 – Innskriving + luttøkugjald

Kl. 10.00 – Sørvágs og Vága kommuna bjóða morgunmat.

Kl. 10.15 – Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin.

Kl. 10.45 – Upphiting.

Kl. 11.00 – Fótbóltur og boccia.

Kl. 11.30 – Kaffi/te, køkur og frukt.

Kl. 12.30 – Stafett-kapping og postarenning.

Kl. 14.00 – Borðhald v/felagssangi og undirhaldi.

SInnisbati á ferð

Rebellen fra Langeland kemur til Føroyar

Tú kennir hann sikkurt frá DR sendingini “Rebellen fra Langeland”, tann langhærdi fýrurin við stórum gráum skeggi, sum er leiðari í sosialpsykiatriini í Langeland, men sum slett ikki líkist øðrum leiðarum á hesum økinum. Sloganið hjá “Rebellinum” er, at síggja menniskja framum diagnosuna – at relatiónin millum fólk er tydningarmiklari enn sjúkan í sjálvum sær.

Hann eitur Ole Sørensen, og hann praktiserar tað fólk rópa fyri “ósiðbundnar viðgerðarhættir” í sini tilgongd til borgarar, sum hann arbeiðir við. Hann hevur millum annað tikið menn við sinnisóregvi við á kanotúr í Svøriki, latið ein borgara búgva í telt í havanum á viðgerðarheiminum í Langeland, tí har ikki var pláss inni, og tikið alkoholikarar við til Týsklands at keypa bílliga øl. Meðan nógv hava givið honum rós fyri sína tilgongd, sum sær út til at rigga, so halda nøkur eisini at tilgongdin er ov kontroversiel. Sjálvur sigur hann, at tað gongur út uppá at uppbyggja sosialpsykiatriina til brúkarans besta.

30. í mars kemur “Rebellurin” Ole, til Føroyar. Tíðirnar síggja soleiðis út

· Mikukvøldi 30.3.16, kl. 19-21. 00 í Miðhøll á Skúlatrøð, í Klaksvík (almennur fyrilestur)

· Hóskvøldi 31.3.16, kl. 19-21.00 í Perluni í Tórsgøtu, Tórshavn (almennur fyrilestur)

· Fríggjadagin 1.4.16, kl. 10-12.00 í Læraraskúlahøllini, á Frælsinum, Tórshavn til fyrilestur fyri fakfólki.

Lyklaorðini fyri fyrilestrarnar eru: Brúkaraávirkan, tvørfakligheit, samstarv við allar skipanir, lobbyisma, útdelegera leiðslu, skeivir vinklar, provokera skipanina og borgaraskapur.

Ole Sørensen er kendur fyri at siga: “Vi arbejder efter modellen ASF, eller Almindelig Sund Fornuft… Jeg gør ikke noget for folk, men sammen med borgeren”. Við hesum sigur hann, at tað er fínt við professionellum og almennum skipanum rundan um borgarin, men tær røkka ikki langt um so, at ein innanfyri rímilig mørk, er pragmatiskur og til reiðar at lurta eftir hvat borgarin hevur at siga um sína støðu, og síðan taka útgangsstøði harfrá.

SInnisbati á ferð

ADHD ráðstevna í Norðurlandahúsinum

Í døgunum 14. og 15. apríl skipar Psykiatriski depilin fyri ráðstevnu um ADHD á Hotel Føroyum. Endamálið við ráðstevnuni er, við kunning og upplýsing, at seta sjóneykuna á ADHD. Hvussu kunnu vit sum fakfólk veita dygdargóða og rætta hjálp og viðgerð til hesi fólk?

Nógv áhugaverd evni verða umrødd á ráðstevnuni, sum t.d.: hvat vita vit um ADHD hjá føroyingum, og er hetta ein nýggj avbjóðing hjá okkum? Er ADHD eitt mótafyribrigdi? Hvør er munurin millum ADHD og umsorganartrot ella hongur tað saman? Hvussu kunnu vit veita bestu námsfrøðiligu hjálpina í skúlahøpi? Umframt hetta verður m.a. nomið við evni sum misnýtsla og kriminalitetur, svøvntrupulleikar, hvussu ADHD kemur til sjóndar hjá gentum, avbjóðingar í gerandisdegnum hjá vaksnum og viðgerðarmøguleikar sum heild.

Talan er um tveir dagar við fyrilestrum, framløgum og pallborðskjaki. Hesi fara at halda fyrilestur: Per Hove Thomsen, kliniskur professari í barna- og ungdómspsykiatri og yvirlækni, Dorte Damm, barnaneuropsykologur og spesialpsykologur í barna- og ungdómspsykiatri og Tormóður Stórá, serlækni í psykiatri og leiðandi yvirlækni. Harumframt verða tað umboð frá Almannaverkinum, Sernám, Psykiatriska deplinum og serflokkinum í Skúlanum á Fløtum, ið koma at hava framløgur. Eisini koma tvær familjur at greiða frá teirra upplivingum og royndum.

Ráðstevnan er ætlað fakfólki, ið arbeiða við børnum, ungum ella vaksnum, sum hava ADHD.

Sí meira um skrá og tilmelding á www.tilmelding.fo.

SInnisbati á ferð

Tormóður Stórá heldur fyrilestur um ótta

Í samband við kunnandi átøk um sálarheilsu og sjúku, skipar Økispsykiatriin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum fyri fjórða fundinum í røðini.

Almenni fyrilesturin um ótta, verður í miðhøllini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 23. februar kl. 19.00.

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!