SInnisbati á ferð

Kaféhugni á ólavsøku

Ólavsøkaaftan tann 28. juli frá klokkan 14 til 18, skipar Sinnisbati fyri kafé í hølinum á Laðabrekku 1 í Tórshavn.

Vit selja kaffi, te, køku og vaflur.

Eisini ber tað til, hjá børnum, at mála sítt egna ólavsøku flagg.

Somuleiðis ber til at keypa “vesi”-armband, sum er galdandi frá klokkan 14-18.
Tað verður hugnaligasta vesi-køin í Havn 😀

Allur stuðul fer beinleiðis til Sinnisbata, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

 

 

VIT SELJA LUTASEÐLAR Á ÓLAVSØKU! 😀

Vit ganga runt í Havn og selja lutaseðlar á ólavsøku. Prísurin er 25 kr. pr. stk.

Nógvar góðar vinningar eru!

Nøkur av teimum, ið hava valt at stuðla, eru m.a.:

– Rib62
– Umami
– Eta
– Gómagott
– Silvursnið
– Trin27
– Norðlýsið sightseeing
– Suðringurin
– Útilív
– Irish Pub
– Hvonn
– The Tarv
– Frumbiti
– Café MorMor
– Árstíðirnar
– Conrad
– Akkuleya
– Javnvág v/Mariannu Simonsen
– Køtlum
– Jógvan Weihe
– Niels L. Arge
– Mia H. Smith stuðlar við einum málningi

Tá tú hevur keypt lutaseðlar frá Sinnisbata, stuðlar tú einum góðum endamálið.

Stuðulin fer óskerdur til arbeiðið hjá felagnum, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

HEVUR TÚ VUNNIÐ?
Á ólavsøku kanst tú á heimasíðu felagsins www.sinnisbati.fo kanna, um tú hevur vunnið 🙂

SInnisbati á ferð

Loppumarknaður í Sinnisbata, 24. mars 2018

Loppumarknaður verður í Sinnisbata 24. mars kl. 10-14 í hølunum hjá felagnum, Laðabrekka 1 í Tórshavn, omanfyri handlinum Hennara, beint við Café Natúr.

Í ár verður savnað inn til avvarðandiarbeiðið hjá Sinnisbata. Vit hava seinasta árini skipað fyri avvarðandibólkum fyri vaksin, børn og ung, og hetta arbeiðið/tilboðið ynskja vit at víðka.

Kom oman við lutum!

Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Sinnisbata við lutum mikukvøldið 21. mars og hóskvøldið 22. mars millum kl. 17-19. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Tombola, og kaffi og køkusøla verður.

GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til avvarðandiarbeiðið hjá felagnum!

SInnisbati á ferð

Tá mamma verður ør – Kafékvøld í Sinnisbata um at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku

Mánakvøldið 12. mars kl. 19:30-21:30 verður aftur kafékvøld í Sinnisbata. Hesa ferðina viðgera vit evnið at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku.

Kristianna Dam, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini og ph.d.-lesandi, kemur at greiða frá síni nýggju gransking um at vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku. Eisini fer hon at siga sína hugsan um týdningin av, at tosað verður tíðliga við børn um sálarsjúkur, nú barnabókin sum Sprotin hevur givið út, ”Tá mamma verður ør” júst er komin út um sama evni.

Eisini Dagmar Clothier, sum er námsfrøðingur og bólkaleiðari í Time Out, avvarðandi bólkur fyri ung, í Sinnisbata, kemur at greiða frá arbeiðnum við børnum og ungum, sum eru avvarðandi, og tankarnar tey hava, og týdningin av, at tilfar er til taks, sum viðgerð eitt slíkt evni.

Høvi verður til spurningar og kjak.

Kaffimunnur og kaka verður at fáa.

Bókin ”Tá mamma verður ør” verður til keyps til serprís hetta kvøldið – einans 100 kr. Alt yvirskotið av søluni fer óskert til Sinnisbata og avvarðandiarbeiðið.

Øll eru vælkomin!

SInnisbati á ferð

“Tá mamma verður ør” – bókaframløgu í Reinsarínum, Orð og Tónar

15. februar gevur Sprotin eina nýggja barnabók út, sum Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, hevur skrivað. Bókin snýr seg um at vera barn hjá einum foreldri við sinnis- og sálarsjúku. Tað skuldi, eftir tí sum sagt verður, verið fyrsta bókin av sínum slagi, sum er skrivað á føroyskum. Hon er ætlað børnum í barnagarðsaldri og yngstu flokkunum í fólkaskúlanum.

Bókin er somuleiðis skrivað sum eitt amboð hjá vaksnum at tosa við børn um hetta evnið, sum hjá nógvum tykist at vera torført at práta um og seta orð á. Bókin kann geva lesarunum fleiri orð at seta á tað at hava eina sinnissjúku, og hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.

Laura Apol er sjálv uppvaksin við eini mammu, sum var rættiliga illa fyri sinnisliga, og tí var tað natúrligt hjá henni at skriva eina barnabók um evnið. Hon vildi sjálv ynskt, at har var slíkt tilfar ætlað børnum og vaksum, tá hon var barn, tí eingin hjálpti við at seta orð á støðuna hjá henni og mammuni.

Bókin “Tá mamma verður ør”, kemur í bókahandlar kring landið frá 15. februar, og bókaframløga verður í Reinsarínum um kvøldið kl. 20, har Sprotin skipar fyri tiltakinum Orð og tónar.

Alt yvirskotið av søluni av bókini fer óskert til avvarðandiarbeiðið við børnum og ungum hjá Sinnisbata.

SInnisbati á ferð

Aðalfundur í Sinnisbata og spennandi fyrilestur um tvingsul í psykiatriini

Við hesum verður kallað inn til árliga aðalfundin hjá Sinnisbata, mikudagin tann 21. februar 2018 kl. 19. Fundurin verður í hølum felagsins, Laðabrekka 1 í Tórshavn.

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:

Val av orðstýrara

Ársfrágreiðing formansins

Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins

Møguligar lógarbroytingar

Limagjald fyri komandi ár

Nevndarval

Val av grannskoðara

Ymiskt

Umframt vanligu dagskránna, verður spennandi fyrilestur um tvingsil í psykiatriini v/ Tórmórði Stórá.

 

Hevur tú hug at gerast partur av nevndini í Sinnisbata?

– kom og verð partur av einum spennandi og mennandi arbeiði!

Vit hava altíð tørv á góðum fólki, sum hava hug at vera við til at bøta um korini hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Nevndin skipar saman við aðalskrivara felagsins fyri ymiskum kunnandi tiltøkum, sum til dømis árliga sálarheilsudagin 10. oktober og onnur upplýsandi tiltøk. Sum nevndarlimur hevur tú møguleiki fyri at umboða Sinnisbata á ráðstevnum í Føroyum og uttanlands, tú ert við til at mynda eitt virkið áhugafelag við nógvum fjølbroyttum uppgávum, og so ert tú við til at seta dagskránna á økinum og gera mun fyri nógv fólk, sum felagið hvønn dag varðar av. At vera nevndarlimur í Sinnisbata er spennandi, mennandi og avbjóðandi. Nevndarfund er 1 ferð um mánadin.

Sinnisbati hevur í løtuni eitt fast lønt starvsfólk, aðalskrivari felagsins, sum er sett hálva tíð. Umframt hetta hevur felagið eitt fólk í starvroynd nakrar tímar um vikuna. Hesi sita á skrivstovuni í Laðabrekku.

Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt!

Vegna Sinnisbata

Róa Midjord, forkvinna

SInnisbati á ferð

Kom á altjóða brekdag í Løkshøll 3. desember

Aftur í ár verður altjóða brekdagur hátíðarhildin í Føroyum. Hann verður í ár hildin í Løkshøll 3. desember kl. 14.30 til 16.30.

MBF skipar dagin og fær í ár spennnandi vitjan av dananum Jacob Nossell, sum síðan 2005 miðvíst hevur sagt frá, hvussu tað er at liva við avbjóðingum.

Jacob Nossell er fjølbroyttur persónur og hevur verið við á fleiri ymiskum pallum. T.d er hann kendur í Danmark fyri at tosa opið og erliga um lív sítt, og hetta ger hann serliga við ymiskum fyrilestrum og leikum, sum m.a. eru um tað at bera brek, um mentan og samfelagið sum heild. Nossell hevur t.d. verið við í tiltøkum hjá Det Centrale Handicapråd, Grøn Koncert og Københavns Kommune.

I 2013 gjørdi Jacob Nossell saman við Thomas Skov eitt upplýsandi átak, sum teir kallaðu ”Det er ikke et handicap” fyri Socialstyrelsen. Her kanst tú síggja eitt brot av “Det er ikke et handicap”.

Jacob Nossell var eisini ein av høvuðspersónunum í viðurkenda dokumentarfilminum “Naturens Uorden”, sum fyrstu ferð varð sýndur í oktober 2015. Filmurin er nú vístur fleiri enn eina millión ferðir um allan heim.

Her sært tú lýsing av Naturens Uorden.

Í 2016 varð eisini leikurin “Human Afvikling” sýndur á Det Kongelige Teater fyri fyrstu ferð. Hesin leikur hevur síðan tá fingið CPH Cultures Årets Særpris.

Her er leinki til lýsingina av Human afvikling.

Eisini hevur Jacob Nossell verið stigtakari til stomiguiden.dk, sum er vegleiðing fyri ung, ið liva við stomi.

Jacob Nossell arbeiðir dagliga sum sjálvstøðugur ráðgevi, har hann ráðgevur ymiskum felagsskapum og feløgum um ymiskar spurningar ella avbjóðingar á brekøkinum.

Jacob Nossell fekk í 2010 Spastikerforeningens Spastikerpris og í 2014  Vanførefondens Opmuntringspris.

Um tú vilt vita meira, kanst tú vitja heimasíðu hansara her: http://nossell.dk/

Foto: Christian Stæhr/Elsass Fonden.

Kelda: www.mbf.fo

SInnisbati á ferð

TORA VIT OG DUGA VIT AT SETA ORÐ Á? – spennandi tiltak

Sjálvmorð, blóðskemd, harðskapur, kynslív, sjúka, deyði, etingarólag, politisk evni, brek og sálarsjúka. Tora vit nóg væl at seta orð á hesi truplu og torføru evni í barna- og ungdómsbókum – og duga vit? Bókadeild Føroya Lærarafelags fer at brúka ein tíma at seta bókmentafrøðingi, rithøvundi, ritstjóra og serfrøðingum henda spurning og tosa um bókina sum miðil og amboð og kjakast um, í hvønn mun vit kunnu og skulu seta orð á. Tiltakið verður í sambandi við Bókadagarnar 24. – 26. november í Norðurlandahúsinum.

Bókatímin er í tveimum pørtum. Fyrri parturin er tann bókmentaligi parturin, meðan seinni parturin er innspark frá felagsskapum, ið arbeiða millum fólk, ið hava eitthvørt tungt at bera. Snúningsásin er tó tann sami: Hvussu kann bókin vera ein hjálpari?

Marna Jacobsen, ritstjóri, hevur eina framløgu um bøkur, ið viðgera tung/tabu evni, sum eru komnar út á Bókadeildini tey seinastu 30 árini, har talið av slíkum bókum er vaksandi seinastu árini.

Henrietta Arge Jacobsen, sum hevur MA í føroyskum, fer at greiða frá um tílíkar bøkur í breiðari høpi. Henrietta hevur í ár hildið masterfyrilesturin Trupul og tung evni í myndabókum fyri børn. Eitt norðurlendskt rák eftir 2000.

Rakel Helmsdal, rithøvundur, fer at tosa um bókina, Hon, sum róði eftir ælaboganum, har Argantael hevur verið offur fyri umsorganarsvik sum barn, og sum m.a. viðger seksualitet: Hvør eri eg? Kann eg vera hugtikin av báðum kynum, ella er tað so trupult, at eg verði trýst út í tankar um sjálvmorð? Bókin var í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaprísin í ár.

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur greiðir frá og hugleiðir um, hvussu bøkur, tekstir ella tað at skriva kann hjálpa børnum og ungum, sum hava ymiskar trupulleikar. Eru barnabøkur amboð, sum verða nýtt í sálarfrøðiligari viðgerð?

Í 2011 gav Kvinnuhúsið út eina ævintýreskju, har trý ævintýr eru fyri børn, sum hava verið vitni til harðskap í familjuni. Hon er ætlað børnum, sum koma við mammum sínum í Kvinnuhúsið. Edda Hjartvarsdóttir fer at tosa um sínar royndir í Kvinnuhúsinum við børnum, og um Ævintýreskjan ger nakran mun eftir hennara tykki.

Berin er felagsskapur, sum er settur á stovn í 2002 við tí endamáli at skipa fyri sorgarbólkum fyri børnum og ungum, sum hava mist ein av sínum næstringum. Oddvør Poulsen fer at greiða frá, hví Berin eggjar børnum til at skriva sínar søgur, yrkingar o.a, og at hugleiða um, hvussu skrift og tekstir, kanska ávísar barnabøkur, kunnu vera amboð, sum hjálpa, tá talan er um sorg hjá børnum og ungum.

Aftaná framløgurnar verður høvi at skifta orð um spurningarnar, og har fer Gitte Klein, master í positivari sálarfrøði, at leiða orðaskiftið.

Tiltakið verður leygardagin 25. november kl. 13 í Skálanum

SInnisbati á ferð

Altjóða Sálarheilsudagur 2017

Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum í ár verður hildin í Öström í Tórshavn 10. oktober 2017.

Tónleikur, fyrilestrar, list og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, eru við á degnum.

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.
Tiltakið byrjar kl. 13, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Upphiting til 10. oktober verður mánadagin 9. oktober 2017
Kl. 19:00: Ópið á psykiatriska deplinum:

Stað: P40, Eirargarður 17, Tórshavn

Kl. 19:30: Framløga v/ Ole Wich, myndlistafólk “Ljóð, litir og bati” (á donskum): Forskning viser at helse og helbredelse fremmes, når akustik og de visuelle miljøer på de psykatriske afdelinger forbedres. Foredraget om P40 handler om de overvejelser og forbedringer, der er foretaget gennem det sidste år og der vises billeder af renoveringen.

Stað: Eirargarður 19, Tórshavn

Týsdagin 10. oktober 2017

Kl. 13:00: Dyrnar lata upp á Öström.

Kl. 13:50: Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata bjóðar vælkomin.

Kl. 14:00: ”Hvat er ABC fyri sálarliga heilsu?”: Greitt verður frá hvat sálarlig heilsa er, og hvussu vit kunnu styrkja og røkja okkara sálarligu heilsu v/ Moniku Mohr, verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum.

Kl. 14:30: Recovery spæla nøkur løg.

Kl. 14:45: Møguleikar á arbeiðsplássum fyri at rúma fólki við avbjóðingum v/ Jákup Mørk, fíggjarleiðari, Reyni Service, ársins rúmligi arbeiðsgevari 2017.

Kl. 15:15: Flóvin Viderø spælir nøkur løg.

Kl. 15:30: “Hvussu stóran part av sálarligari betran skyldast heilsuverkinum og psykiatriskum tilboðum – hvussu nógv skyldast øðrum faktorum so sum sosialt netverk og arbeiðsviðurskifti?“ v/ Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Kl. 16:00: ”Leitanin eftir at vera”: Gongdin at koma úr tunglyndi, at einki kunna, og síðani spakuliga arbeiða seg fram ímóti at virka í dagligdegnum og liva við sárinum v/ Katarinu Nolsøe.

Kl. 16:15: Døgg Nónsgjógv spælir nøkur løg

Kl. 16:30: Fountainhúsið, arbeiðsrættað tilboð til fólki við sosialum og sálarligum avbjóðingum: “Eitt virkið lív” – Sigursól Margrethardóttur sigur sína søgu.

Kl. 17:00: Steðgur + kaffi + básar.

Kl. 17:30: “Hví skal sálarheilsa á tímatalvuna?”

Ongantíð áður hava vit lagt størri dent á trivnað í skúlum og stovnum. Kortini økist parturin av børnum og ungum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Í upplegginum víðkar Gitte um trivnaðarhugtakið og vísir á, hvat skúlar og stovnar skulu arbeiða miðvíst við fyri betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum og á hendan hátt fyribyrgja, at tey fáa sálarligar trupulleikar. v/ Gitte Klein, útbúgvin lærari og Master í Positivari sálarfrøði.

Kl. 18:00: Rebekka Petersen og Líggjas Olsen spæla nøkur løg.

Kl. 18:15: Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður handað (Sinnisbati).

Kl. 20:00: Takk fyri hesuferð – síggjast í 2018!

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.

Tiltakið byrjar kl. 13, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Feløg og stovnar, sum hava hug at hava ein bás hendan dagin, eru vælkomin at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbati við at ringja á 597913 ella við at skriva til laura.apol@sinnisbati.fo. At hava bás er ókeypis.

Sí eventið á Facebook her.

 

 

SInnisbati á ferð

Sinnisbati 35 ár: Stuðulskonsert 27. mai kl. 20-00

Um kvøldið 27. mai frá kl 20.00 – 00.00 verður ein stuðulskonsert við fleiri ymiskum tónleikarum og tónleikabólkum í Reinsaríðnum. Innkomni stuðulin frá sølu av atgongumerkjum og drekkivørum fer óskerdur til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum, sum í løtuni arbeiðir við at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð, ið skal vera við til at fyribyrgja sálarheilsutrupulleikum hjá ungum. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Til ber eisini at stuðla átakinum gjøgnum eina SMS-skipan og við at tekna seg sum lim í felagnum á heimasíðuni.

Tónleikararnir ið koma at spæla eru: Høgni Reistrup, Martin Joensen, Ragnar Finsson, Sámal Ravnsfjall, Benjamin Petersen, Mike, Jens Marni Hansen, PunJab, Rebekka Petersen, Signar í Homrum, Greta Svabo Bech og Danni Elmo. Niels Uni Dam verður vertur.

Tak niður plakatina her: Plakat_stuðulskonsert_27mai

SInnisbati á ferð

Sinnisbati fyllir 35 ár

24. mai í ár eru 35 ár liðin síðani Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, bleiv sett á stovn. Í tí sambandi vil felagið bjóða øllum við til at hátíðarhalda hendan serliga dagin við eini ordans føðingardagsveitslu undir heitinum ”Vón” við eini spennandi og fjølbroyttari skrá.

Hátíðarhaldið verður um dagin hildið í Perluni í Tórshavn 27. mai kl. 13.00 – 16.30. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, fyrilestrum, framløgum og tónleiki.

Sinnisbati føðingardagshald 27. mai 2017

Perlan, Tórsgøta, Tórshavn 

13:00 Róa Midjord, forkvinna bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð um dagin
13:10 Marianna Nagata spælir tvey løg
13:20 Lítil filmur um hvussu fólk fata sálarsjúku í Føroyum (tos við fólk á gøtuni)
13:30 Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, sigur nøkur orð
13:40 Heilsan frá Tórmóði Storá, frá Psykiatriska Deplinum
13:50 Steðgur
14:00 Fyrilestur og tónleikur við Danni Elmo “Succes i kaos & fuld gas i frigear”
15:00 Steðgur
15:10 Fyrilestur: “Tilveran hjá børnum, sum hava foreldur við varðandi sálarsjúku” – Kristina Dam greiðir frá sínari gransking
15:50 At verða avvarðandi foreldur – Elsebeth Gerðisá
16:00 Benjamin Rajani spælir tvey løg
16:10 Sofaprát um søgu felagsins og hvar vit eru í dag í samfelagnum, í mun til at bøta um støðuna hjá fólki við sálarsjúku
16:30 Takk fyri í dag

Um kvøldið sama dato frá kl 20.00-00.00, verður ein stuðulskonsert við fleiri ymiskum tónleikarum og tónleikabólkum í Reinsaríðnum. Innkomni stuðulin frá sølu av atgongusmerkjum og drekkivørum fer óskerdur til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum, sum í løtuni arbeiðir við at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð, sum skal verða við til at fyribyrgja sálarheilsu-trupulleikum hjá ungum. Har ert tú somuleiðis vælkomin!

Tónleikararnir ið koma at spæla eru: Høgni Reistrup, Martin Joensen, Ragnar Finnson, Sámal Ravnsfjall, Benjamin Petersen, Mike, Jens Marni Hansen, PunJab, Rebekka Petersen, Signar í Homrum, Greta Svabo Bech og Danni Elmo​. Niels Uni Dam verður vertur. Sí meira her.

 

Tak niður plakatir her:

Plakat_stuðulskonsert_27mai