Tiltakið sum skuldi hava verið í Tórsgøtu á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktobur, er avlýst.
Arbeitt verður tó við, at skipa fyri einum spennandi talgildum tiltaki, har øll fáa møguleikan at luttaka.
Vit hava bíðað til seinastu løtu, at vita hvussu støðan við Koronu fór at laga seg, men vit mugu tíverri ásanna, at nú farsóttin aftur ger um seg í Føroyum, so er ikki ráðiligt at savna omanfyri 500 fólkum á Altjóða Sálarheilsudegnum. Serliga tí fleiri av teimum sum luttaka á degnum, eru fakfólk á heilsu- og almannaøkinum. Hesu fólk eru júst tey, sum eru um teir borgarnir, sum vit øll skulu ansa serliga væl eftir í løtuni, ikki gerast sjúk av COVID-19.
Fyrireikingarnar til stóra tiltakið krevja nógva orku og tíð, hetta fyri at leggja so góða skrá til rættis við so spennandi og gevandi innihald, sum møguligt; men nú støðan er versnað aftur, og tíkist ósikkur, finna vit tað mest ráðiligt, at avlýsa tiltakið, sum vit kenna tað, og heldur brúka orkuna uppá, at gera eitt gott og spennandi talgilt tiltak, sum øll kunnu verða ein partur av, uttan mun til smittuvandanina.
Somuleiðis er stóra stuðulskonsertin, sum skuldi verið um kvøldið hin 10. oktobur á Reinsarínum, avlýst. Ætlanin var at savna pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið hjá felagnum, eitt nú dulnevndu ráðgevingina og barna- og ungdómsarbeiðið.
Vit harmast um støðuna, men vóna at vit skjótt kunnu venda aftur til vanliga virksemið hjá Sinnisbata.
Vit mugu tíverri boða frá, at tiltakið verður avlýst. Nú korona farsóttin aftur ger um seg í føroyska samfelagnum, meta vit tað ikki vera ráðiligt at savna nógv fólk í løtuni, og taka hervið avleiðingarnar av tí.
Vit vóna sjálvandi, at vit kunnu hava tiltakið á eitt seinni, óásett, tíðspunkt.
Flestu samrøðurnar snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ymiskum slagi, meðan summar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar. Tað sum serliga ávirkar fólk, er kreppan kring Koronu og hvussu tey skulu og kunnu handfara støðuna. Tað sum er felags fyri tær flestu samrøðurnar er, at tey sum skriva hava tørv á onkrum sum lurtar, uggar tey og sum kann práta og ráðgeva teimum um teirra støðu. Fleiri dáma væl at hava møguleika at samskrifta skrivliga og samstundis sleppa at vera dulnevnd.
Tað er eitt sjálvboðið toymi, sum hevur kjattið um hendi og ráðgevarnir hava drúgvar royndir í at ráðgeva fólki í ymiskum viðuskiftum og lívsumstøðum. Tað er eitt toymi av fólki frá ymiskum yrkisgreinum. Ráðgevarnar arbeiða í vaktum.
Til ber at venda sær til felagið við øllum sløgum at fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum. Eru spurningar, sum ráðgevin ikki sjálv/sjálvur kann svara uppá, verður viðkomandi vístur til onnur tilboð sum kunnu veita røttu vegleiðing og hjálp. Arbeitt verður út frá galdandi reglum um tagnaðarskyldu og øll sum venda sær til felagið eru dulnevnd.
Øll í øllum aldrum eru vælkomin at skriva til okkum!
3. mai var ársaðalfundur í Sinnisbata. Vegna tilmælinum frá heilsumyndugleikunum um færri fólk og frástøðu, var lýst á sosialum miðlum og millum limirnar. Eisini var eingin almennur fyrilestur, sum áður hava verið vanligur siður í felagnum.
30 fólk møttu upp á fundinum og víðfevndar viðtøkubroytingar blivu samtyktar. Til ber at lesa viðtøkurnar á heimasíðuni.
Forkvinnan í felagnum, Róa Midjord, helt formannsfrágreiðinga yvir virksemið seinasta árið, og ársfrágreiðing frá skrivstovuni, bleiv latin limirnar, á fundinum.
Nýggj nevnd bleiv vald, og fleiri takkaðu fyri seg.
Vit takka teimum fyri teirra íkast til felagið.
Á fyrstu nevndarfundinum, 17. juni, skipaði nevndin seg soleiðis:
Róa Midjord, afturvald sum forkvinna
Marjun J. Hentze, afturvald sum næstforkvinna
Tummas Thomassen, afturvaldur sum kassameistari
Erla Matras Jensen, vald sum nevndarskrivari
Súsanna Olsen, nevndarlimur
Oda Jóhansdóttir, tiltakslimur
Elin Hansen, tiltakslimur
Nevndin er til reiðar at fara til verka við eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert virksemi er á skránni.
Meira verða at frætta leypandi á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum.
Sinnisbati skipar fyri loppumarknað, har savnað verður inn til fyribyrgjandi arbeiðið hjá felagnum!
Áður avlýsta loppumarknað-tiltakið, sum skuldi havt verið 4. apríl í ár, verður hildið 5. septembur í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.
Hevur tú hug at ogna tær nakrar nýggjar lutir og samstundis stuðla einum góðum endamáli, so kom oman!
Allur peningurin fer óskerdur til fyribyrgjandi barna og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata.
Eisini vera kaffi og køkusøla.
GG! Minnst til reiðan pening!
***
Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ert tú meira enn vælkomin at venda tær til okkum. Loppur kunnu latast inn kvøldið áðrenn tiltakið.
Til ber at lata minni lutir, møblar, skógvar, leikur og klæðir (í góðum standi og vaskað!). Størri møblar kunnu takast myndir av, og keyparin kann avheinta hjá tykkum.
***
Ver við at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, um at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og sinnisórógvi, og avvarðandi teirra.
Eitt ummæli av føroyska stuttfilminum, “Ábyrgd” eftir Katrin Joensen-Næs
Skrivað hevur Laura Apol
Mynd: Filmsfelagið // Ábyrgd
Mikukvøldið hin 27. mai var føroyski stuttfilmurin, “Ábyrgd”, frumsýndur í Havnar Bio. Filmsfelagið skipaði fyri fyrstu filmssýning síðani korona-farsóttin tók innrás í føroyska samfelagnum.
Filmurin lýsir eina søgu, um at standa eiumn nær, sum hevur eina sinnissjúku at dragast við. Tað er ein filmur, sum rúmar ómetaliga sterkar og tungar kenslur, sum ofta uttan orð, eydnast til fulnar við flottum pallsmíði og sjónleiki.
Í filminum “Ábyrgd”, fylgja vit ungu kvinnuni, Ró, sum livur í einum heimi við mammu síni, sum líðir av álvarsligari sinnisjúku. Ró verður spæld av Johannu Roos Slættanæs. Ró ansar eftir mammuni, sum í fleiri førum, í filminum, upptraðkar psykotiskt, og til vanda fyri seg sjálva. Mamman verður spælt av Riu Torgarð.
Tað er eyðkent, at tað hjá Ró kenst sum hennara ábyrgd, at taka sær av mammuni, hóast tað hon sum er dótturin. Ein ábyrgd sum tey flestu, sum hava verið í líknandi støðu, kenna.
Filmurin er einans 43 minuttir til longdar, men liðið handan filmin, hevur til fulnar megnað at vísa, hvussu støðan hjá einum avvarðandi, kann síggja út.
Ofta síggja vit, tá sinnissjúkan skal lýsast í filmum, at tað eru sjónarmiðini hjá viðkomandi sum er beinleiðis raktur av sjúkuni, sum verða lýst. Vit síggja, hvussu fólk við sinnissjúku, verða avmyndað í ræðusøgum, sum svøk og ikki rættsiktaði. Ein ofta einstáttað og óverulig lýsing og mynd av einum sera fjøllbroyttum sjúkraøki. Vit síggja, hvussu torført lívið kann kennast, tá sinnið ikki leikar sær, sum ein ynskir. Men søgan um øll tey, sum eru rundan um, sum eisini eru rakt, er ikki neyvt lýst í hendan partur av leiklistini. Tó so, at tølini tala fyri seg, tí mett verður, at onnur hvør familja verða rakt av sinnissjúku, bæði so ella so.
Tíanverri er enn nógv tabu knýtt at lívið við sinnissjúku - ikki minst, tá ein er avvarðandi, og barn at einum foreldri við sinnissjúku. Skomm, skuldarkensla, máttloysi og at kenna seg ráðavillan í, hvar ein kann leita sær hjálp. Tað kann kennast sum eitt brennimerki, sum ein í stóran mun áleggur sær sjálvum, men sum kann verða tungt at bera og sleppa av við, um ein ikki hevur eitt stað at lata tankarnar leysar. Summar tíðir kann tað kennast so, at sjúkan fyllir so nógv, at tey rundanum ikki sleppa framat í sínum egna lívi. Lívið verður livað gjøgnum tann sum er raktur av sjúkuni. Hetta kann gera, at ein missir seg sjálvan burtur. Í filminum síggja vit, at har eru persónar, sum royna at vera har fyri Ró, og geva henni møguleikan at finna seg sjálva í onkrum, hon hevur hug til. Men at tað er ein ómetaliga stór avbjóðing, tí mamman gert alsamt verri fyri. At ikki kenna ábyrgdina á sær, tá ein er avvarðandi, kann vera torført, og til tíðir ógjørligt, og filmurin lýsir væl tað vandamálið. Avbjóðingin í, at síggja menniskjað aftanfyri sjúkuna, og ikki minst, at elska tað, kann kennast hørð, og sum eitt nívandi stríð. Serliga um sjúkan skarar framúr. Júst hetta, at lýsa sambandið millum mammu og dóttir, og hvussu Ró í nógvum førum átekur seg leiklutin sum “mamma” fyri sjúku mammuna, er hugnívandi. Ein leiklutur eitt barn ongantíð átti at havt. Somuleiðis síggja vit, hvussu longsulin eftir at vera til, og liva eitt lív uttan ábyrgdina, sum til tíðir kennist sum ein byrða, veksur hjá Ró. Ein verulig og erlig lýsing av eina tunga støðu.
Filmurin er stuttur, men hann vísir á eitt dylgt øki, sum finst í nógvum heimum í okkara samfelag. Sannførandi sjónleikurin hjá høvuðleiklutunum, gevur við sínum íkasti, møguleikar fyri, at hetta dulda myrkri, kemur til sjóndar og fram í ljósinum. Eitt alneyðugt ljós, sum lýsir eitt evni, vit sum samfelag í alt ov mong ár, hava tagt burtur, og nokk í veruleikanum ikki hava torað, ella duga at seta orð - ella mynd á. Filmurin brýtir við nógvar fordómar og gevur eitt innlit í ein heim, sum fleiri ikki kenna til, men sum tey flestu uttan iva hava vinfólk ella onnur kær, sum gera.
Ein stór tøkk skal ljóða til alt liðið handan filmin, sum við treiðskni og stórum eldhuga, hava megnað at varpa ljós á eitt so viðkvæmt og torført evni. Serligt takk til Katrin Joensen-Næs fyri at seta evnið á dagsskránna í filmleiklistina og á ein so sannførandi hátt koma á mál.
Filmurin verður sýndur í Havnar Bio frá 11. juni og eina viku fram. Eg vóni at so nógv fólk sum møguligt taka av, og fara inn og síggja filmin, og har við stuðla upp um filmar sum seta slík evni á skrá. Í framtíðina kann ein vóna, at filmar sum hesin eisini verða pensum í skúlar kring landið, soleiðis at nærmingar og lærarir fáa størri innlit í lívið við sinnissjúku - sum ikki er so óvanligt enntá.
Sinnisbati fegnast um, at ætlanina um at byggja ein nýggjur býlingur í Berjabrekku, er byrjað!
Verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bul, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.
Bústaðir fóru undir stóru verkætlanina Berjabrekka 3 í 2018.
Talan verður um 38 nýggjar íbúðir, her fýra ymisk íbúðarsnið verða fingið til vega. Byggingin fer at minna um hana sum hava verið av teimum 22 íbúðunum á Óðinshædd, sum Bulur somuleiðis hevur staðið á odda fyri.
Byggiverkætlanin hjá Buli fevnir um trý byggistig, har 12 íbúðir verða í fyrsta byggistigi, 16 í øðrum og 10 í triðja og seinasta. Fyrstu 12 íbúðirnar eru tær hjá okkum í Sinnisbata.
Fundamentini eru nú stoypt og Bulur fer nú at seta fyrstu húsini upp.