SInnisbati á ferð

Reyði Krossur bjóðar sálarliga ráðgeving

Reyði Krossur fer nú undir at bjóða øllum, ið hava sálarligar avbjóðingar, orsakað av støðuni við Koronasmittuni, ókeypis samrøður við løggildan sálarfrøðing.

Ráðgevingin er tøk frá kl. 10:00 til kl. 15:00 í vikuskiftinum, og frá kl. 8:00 til kl. 21:00 gerandisdagar.

Hevur tú tørv á sálarligari ráðgeving, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi á 78 88 70.

SInnisbati á ferð

AVLÝSINGAR: Fleiri tiltøk verða avlýst

Í gjár fingu tit eitt kunningarskriv frá okkum, har við boðaðu frá um ymisk tiltøk, sum verða komandi tíðina. Støðan er nú ein onnur, og vit ynskja, eins væl sum tey flestu onnur, at fylgja tilmælunum hjá Heilsumyndugleikunum, og tí eru tiltakið sum skuldi hava verið í kvøld um foreldraskap og barnsburðareaktiónir, í Klaksvík, avlýst. Eins væl er aðalfundurin sum skuldi verið tann 26. mars í Perluni í Havn, eisini avlýst og útsettur á óbestemta tíð.

Vit standa í eina sera óvantaða støðu, og hava sum øll onnur, sera ringt við at forútsíggja, hvussu lagið verður um 14 dagar. Vit fara at boða tykkum nærri frá um fleiri tiltøk verða avlýst inn í apríl á eitt seinni tíðspunkt, eins væl sum vit seinni fara at geva tykkum boð um nær ársaðalfundurin verður ásettur til at blíva avhildin.

Skrivstovan hevur enn telefontíð mánadagar og hósdagar frá kl. 10-12, har tit kunnu fáa samband við okkum á tlf.: 597913. Eisini ber til at kjatta/skriva við okkum umvegis heimasíðu okkara, www.sinnisbati.fo í sama tíðsrúm. Harafturat kunnu tit altíð senda áheitanir umvegis telduposti, um tit hava eitt hvørt, har vit stremba eftir at svara aftur skjótast til ber.

Alt tað besta til tykkum øllum og ansa væl eftir tykkum sjálvi og hvørjum øðrum.

Vinaliga

Laura Apol
Aðalskrivari/General Secretary

SInnisbati á ferð

AVLÝST: Kafékvøld í Klaksvík: Foreldraskapur og barnsburðareaktiónir

Hóskvøldið 12. mars klokkan 19-21 verður aftur kafékvøld hjá Sinnisbata, hesuferð í Klaksvík. Evnið fyri kvøldið er foreldraskapur, barnsburðareaktiónir og tunglyndi í tí sambandinum.

Evnið er valt út frá, at tað hevur verið eitt ynski, sum limir hava víst í limakanningum felagsins fyri 2018 og 2019.

Tiltakið verður á bókasavninum á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Endamálið við kafékvøldinum er at seta foreldraskap í eyðsjón vit denti á alla familjuna. Tað at blíva foreldur er ein stór broyting í lívinum og hevur við sær nógvar kenslur og reaktiónir. Flestu eru natúrligar og vanligar, og eru trupuleikar viðvíkjandi hesum, eru fleiri tilboð, sum ein kann taka av. Sinnisbati ynskir at vísa á hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, herundir barnsburðatunglyndi.

Við okkum at greiða frá hesum eru umboð úr sertoyminum á psykiatriska depilinum og Gigni, sum koma at greiða frá um, hvørjar barnsburðareaktiónir kunnu vera, hvussu vit ansa eftir okkum sjálvi og hvørjum øðrum sum foreldur og nærumhvørvi, um foreldurskapur og tey tilboðini sum eru í føroyska samfelagnum.

Endamálið við kvøldinum er har afturat at elva til meira opinleika kring natúrligar viðuskifti í lívinum, tá ein verður foreldur, og skapa eitt rúm fyri upplýsing, kjak og prát í eitt hugnaligt umhvørvi.

Gevið gætur: Kafékvøldið um foreldraskap og barnsburðareaktiónir er eitt av trimum kafékvøldum um hetta evni. 23. apríl verður kafékvøld á Sandi og 30. apríl verður kafékvøld í Tórshavn.

--

Fleiri nevndarlimir í Sinnisbata fara at vera við hetta kvøldið, og høvi verður til at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við uppskot til virksemi felagsins.

Kaffi, the og okkurt gott til góman verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin - møtið fjølment!

SInnisbati á ferð

Ung um kvøldið, mikukvøldið 19. februar

Mikukvøldið tann 19. februar kl. 19-21:45 verður aftur kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn. Í kvøld verður spælt spøl og etið fastalávintsbollar!

Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.

Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, og karmarnar eru óformellir og hugnaligir.

Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið – Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.

Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.

Komandi mikukvøld er skráin hendan: 

  • 26 februar: filmskvøld og popkorn 

SInnisbati á ferð

AVLÝST: Loppumarknaður í Sinnisbata, 4. apríl

Loppumarknaður verður í Sinnisbata 4. apríl kl. 10-14 í Perluni í Tórsgøtu, í Tórshavn.

Savnað verður inn til barna- og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata.

Kom oman við lutum!
Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Perluni við lutum.. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Kaffi og køkusøla verða.

GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum!

SInnisbati á ferð

AVLÝST/ÚTSETT: Ársaðalfundur í Sinnisbata, 26. mars 2020

Við hesum verður kallað inn til árliga aðalfundin hjá Sinnisbata, hósdagin 26. mars kl. 19:30. Fundurin verður í Perluni, Tórsgøta, í Tórshavn.

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:

  • Val av orðstýrara
  • Ársfrágreiðing formansins
  • Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
  • Møguligar lógarbroytingar
  • Limagjald fyri komandi ár
  • Nevndarval
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

Umframt vanligu dagskránna, verður spennandi fyrilestur. Evnið verður lýst seinni.

Hevur tú hug at gerast partur av nevndini í Sinnisbata?

– kom og verð partur av einum spennandi og mennandi arbeiði!

Vit hava altíð tørv á góðum fólki, sum hava hug at vera við til at bøta um korini hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Nevndin skipar saman við aðalskrivara felagsins fyri ymiskum kunnandi tiltøkum, sum til dømis árliga sálarheilsudagin 10. oktober og onnur upplýsandi tiltøk. Sum nevndarlimur hevur tú møguleiki fyri at umboða Sinnisbata á ráðstevnum í Føroyum og uttanlands, tú ert við til at mynda eitt virkið áhugafelag við nógvum fjølbroyttum uppgávum, og so ert tú við til at seta dagskránna á økinum og gera mun fyri nógv fólk, sum felagið hvønn dag varðar av. At vera nevndarlimur í Sinnisbata er spennandi, mennandi og avbjóðandi. Nevndarfund er 1 ferð um mánadin.

Sinnisbati hevur í løtuni eitt fast lønt starvsfólk, aðalskrivari felagsins, sum er sett 30 tímar um vikuna. Umframt hetta hevur felagið eitt fólk í lestrarstarvi 10 tímar um vikuna. Hesi sita á skrivstovuni í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C, Tórshavn.

Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt!

Les meira <<  

SInnisbati á ferð

Kafékvøld í Vági 13. februar: Tá sálarsjúkun rakar

Hósdagin 13. februar verður alment tiltak hjá Sinnisbata í Suðuroy.

Tiltakið er skipað sum eitt kafékvøld, har høvi verður at hitta umboð úr Sinnisbata til prát og kjak. Umframt hetta verður kunnað um virksemi felagsins og avvarðandi arbeiðið.

Evnið fyri kvøldið verður “Tá sálarsjúkan rakar - alla familjuna”, har stutt framløga verður um evnið at vera avvarðandi og hvussu stóran týdning tað hevur at leggja meira dent á inkludering av avvarðandi í viðgerð og mannagongdum. Eftirfylgjandi verður ein persónlig søga at hoyra, har ein avvarðandi mamma greiðir frá. Høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum aftaná framløgurnar.

--

Hvussu kann tað kennast at vera avvarðandi at einum menniskja, sum hevur sinnisligar avbjóðingar, og hvussu kunnu vit stuðla okkara kæru, sum gerast illa fyri sinnisliga, og somuleiðis taka atlit til okkum sjálvi og tey rundan um?

Í mong ár hava vit nærum bara havt fokus á viðkomandi, sum gerst sjúkur, men sálarsjúkan rakar øll - serliga familjuna, herundir maka, børn, foreldur og onnur, sum eru tætt uppá. Hesi kunnu ofta kenna støðuna sera trupla og hava torført við at finna fótafestið, tí mesta hjálpin, sum er til, er til tey, sum gerast sjúk. Men í dag vita vit, at tey avvarðandi kunnu gera stóra mun fyri ein persón, sum er blivin sjúkur, fyri at koma fyri seg aftur. Somuleiðis vita vit eisini, at avvarðandi eru meira útsett fyri sjálvi at gerast sjúk -  og tí mugu vit seta enn meira fokus á at ráðgeva, vegleiða og hjálpa allari familjuni - tá sálarsjúkan rakar.

Sinnisbati vil við tiltakinum seta tey avvarðandi í miðdeplin, bæði børn, foreldur, makar og systkin, ommur og abbar, starvsfelagar sum vinir.

Sinnisbati bjóðar millum annað avvarðandibólkar og undirvísing, sum skal stuðla teimum avvarðandi í teirra støðu og lætta um gerandisdagin hjá allari familjuna.

Vit hava í fýra ár havt bólkar fyri børn, ung og vaksin, og eftirmetingarnar vísa okkum, at stórur tørvur er á slíkum tilboðum. Okkara filosofi er heilt einføld - hjálpa vit teimum avvarðandi og geva vit teimum neyðugu amboðini, so kunnu vit hjálpa teimum, sum gerast sjúk í enn størri mun.

--

Vit síggjast í Vági tann 13. februar kl. 19:30-21:30 til eitt hugnaligt kafékvøld har øll eru vælkomin. Tiltakið verður í Billiarðhúsinum (Garðslon) í Vági, Vágsvegur 114.

Vit bjóða kaffi/te og okkurt leskiligt til góman.

SInnisbati á ferð

Tiltakið “Ung um kvøldið” verður í kvøld!

Í kvøld, mikukvøldið tann 5. februar kl. 19-21:45 verður aftur kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn. Í kvøld verður spælt spøl og etið pitsa!

Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.

Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, og karmarnar eru óformellir og hugnaligir.

Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið - Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.

Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.

Komandi mikukvøldini er skráin hendan: 

  • 12 februar: spurnarkapping og drekkamuður
  • 19 februar: fastalávintsbollar og spæl
  • 26 februar: filmskvøld og popcorn 

SInnisbati á ferð

TIME OUT bólkur byrjar aftur í mars 2020

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum hevur systkin, foreldur ella onkran annan góðan, sum hevur sálarsjúku.

Avvarðandi bólkur fyri børn og ung, ið eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku.

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum ert í aldrinum 12-18 ár. Tað er eitt frírúm – eitt stað, har tú kanst siga “TIME OUT”. Dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, sum tú kennur teg væl til rættis í. Í bólkinum hittur tú onnur í líknandi støðu, so tit kunnu tosa um tykkara royndir og hugsanir – og alt møguligt annað, tit vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Tað eru tveir fittir og dugnaligir bólkaleiðarar, sum stýra bólkinum. Teir taka ymisk evni upp við tykkum, og sum tit í felag viðgera. Eisini fáa tit amboð at fáa tí røtu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

Sinnisbat hevur havt TIME OUT fleiri ferðir, og vit hava fingið góðar afturmeldingar frá luttakarunum. Eitt, sum gongur aftur, er, at lutakararnir ikki kenna seg einsmøll longur, at tey kenna seg afur í støðuni hjá hinum luttakarunum. Eisini hava fleiri nevnt, at sambandið millum tey og heimið er betrað, og tey hava lært at góðtaka truplu støðurnar, sum til tíðir kunnu vera í heiminum.

Set teg í samband við Sinnisbata, um tú kundi hugsað
tær at fræt meira um TIME OUT.

 

 

Luttakarar hava m.a. sagt:

- “Nú veit eg at sálarsjúka ikki smittar”
- “eg havi funnið ting eg eri góð til “
- “eg havi onkran sum SKILIR og eg føli meg ikki einsamalla longur”
- “Eg tori beturr at hava tað sum eg havi, tí eg veit at tað ikki bara eri eg”
- “eg havi ein dag um vikuna, at tosa við fólk um trupuleikan hjá mær”
- “eg skilji betri hvussu mamma hevur tað. Og eg skilji betri hvat sálarsjúka er “

Gevið gætur!

Tilmelding:

“Først til mølle-principp”. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so kostar bara tað eina barnið). Tað er bindandi at melda seg til.

Næsti bólkur verður 16. mars 2020 – um tú hevur hug at tekna eitt barn ella ung, so er at skriva til sinnisbati@sinnisbati.fo.

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913.

Møtast verður átta ferðir:

  • 16. mars kl. 17-19
  • 23. mars kl. 17-19
  • 30. mars kl. 17-19
  • 20. apríl kl. 17-19
  • 27. apríl kl. 17-19
  • 4. mai kl. 17-19
  • 11. mai kl. 17-19
  • 18. mai kl. 17-19

Møtast verður í Tórshavn.

Freistin at tekna seg til er mánadagin 2. mars 2020.